Thursday, September 14, 2017

14. september - MARTÝRIUMs-dagurin




Nú nærkast tann stóri ceremonielli sjálvpínudagurin hjá loysingar-sektini, sum altíð hevur verið sera trúgv móti symbolum og alskyns symbolpolitikki.
Í ár ætla teir so, at teir skullu vera ekstremt TÝDULIGIR í sínum ceremoni-tiltøkum.
Tað hevur leingi sitið ein symbol- og ceremoninevnd, sum skrivliga hevur tastað og intellektuelt jótrað seg gjøgnum eitt sera rúgvismikið idé-tilfar.
Nevndin hevur havt skiftandi limaskara, men tríggir av symbolistunum hava verið permanentir limir; nevniliga ígongdsetarin Rani Nolsøe, ceremonimeistarin tiirgir Kruse og superdidakturin Úlvsá.
Hesir eminentu tonkjarar hava sjáldan verið heilt samdir um nakað, men hinir nevndarlimirnir hava verið so frægir, at nevndar-fólk eru higartil ikki farin beinleiðis til hendurs.
Stríðið hevur verid principielt um, hvussu man skal eyðmerkja dagin: Skullu teir alsamt grenja um, at tað er so synd í teimum, ella skullu teir hovera um, at teir eru so nógv betri til alt enn danskarar.
Hetta er eitt relevant eksistentielt problem fyri smáar tonkjarar.
Skal ta vera tann triviella søguliga offur-rollan við sorgardámi, gremji-møtum og nationalari andakt allan dagin, ella skal man heldur velja ta meira heroisku rolluna, har man við menskari Tarzan-attitudu vísir, at man bæði kann knúska allar teir illavorðnu danskararnar og svína Danmark illa út við alskyns skemdarorðum úr tí Jonhardsku orðabókini.
Tað er beisk ósemja heilt upp í ovasta kvettsætið , har tann neyðstaddi floksleiðarin er farin í hugsi-boks, akkurát sum Amdi frá Tvind.
Tann verbala glímingin er nærmast endað við einum slagi av millumloysn, soleiðis at fólk bæði kunna gráta og festa.
Onkur uppskot eru tó heilt kveistraði av borðinum, m.a. tí tey vóru for konditións-krevjandi fyri ta heldur spinklu fysikkina hjá fleiri av teimum atletiskt ótrenaðu loysingar-fólkunum.
Her kunnu vit t.d. nevna ta vrakaða uppskotið frá Úlvsá, um, at ein fylking uppá 126 (t.e. 14x9) danskt tips-stuðlaðar patriotar úr Unga tjóðveldi skuldi renna sprongdar-renning líka úr Kirkjubø við føroyskum flaggi, kolsvørtum silkibandi um høvdið , grindaknívi og hvør sínum petti av múrinum heilt niðan til Kongaminnið, har teir síðani skuldu steina obeliskin við tí kavrotna Kirkjubíggjargrótinum. Hetta hildu fleiri symbolistar kortini ikki vera nóg originalt.
So var tað meira substansur í uppskotinum frá tí uppfinnsama Kruse:
Hann advokeraði spelkin fyri, at 14 tjóðveldismenn í morreyðum nýtøvdum koti, svørtum lærstuttum Bermuda-brókum, húðaskóm og hvalvákni saman við 9 tjóðveldiskonum í krunkasvartari bhurka skuldu dansa allan fyrrapartin niðri í Vágsbotni rundan um Nólsoyar Páll, meðan tey skiftivís venaðu seg um "FØROYAR" ella "kagaðu" upp í loft, meðan tey messandi skríggjaðu : "Sært tú fuglin HAR?" - Kringvarps-dreingirnir skuldu senda tiltakið "non-stop"!
Hetta interessanta uppskotið hjá Kruse var eisini felt eftir drúgva debatt.
Við stórum beiskleika samdust loysingar so endiliga um, at dagurin heldur skuldi markerast í sjálvum Løgtinginum, so teir kundu fáa tinglimir úr hinum flokkunum at varnast, hvussu raskir og uppfinnsamir teir eru.
Harafturat kundu teir lættliga fáa mikrofonjassarnar ´frá "republican service" niðan í Tingið at assistera við at útbreiða og kringvarpa, hvussu kreativur symbolflokkurin er.
Avgjørt var sostatt, at skráin blívur soljóðandi lutvíst eftir uppskrivt frá Rana og instruerað av Kruse:
Man skal fara sáttliga og diskret í holt við sjálvan morgindagin. Í samrád vid tað ovurfúsa útvarpið, skal poeturin og guitaristurin Steintórur spæla og syngja allar fosturlandssangirnar í Føroya fólks sangbók, inntil Tingið verður sett.
Avgjørt er, at Siri Steinberg, Anita á Fríðriksmørk, Katrin Kallsberg Kristina Háfoss og Bjørt Samuelsen vraka bhurka-plaggið og heldur møta demonstrativt elegantar í donskum klæðum, meðan allir teir mannligu loysingar-tinglimirnir skullu trína fram í reyðum klædningi við kritahvítari skjúrtu og slipsi. Vælklæddir føroyingar, UTTAN torvmold, tvístertur  tøð ella snik!!
Henda geniala "provokatiónin" er eitt sjálvstøðugt projekt, sum er úttonkt í Klakksvík av tí dynamiska uppfinnaranum Rana Nolsøe og skipað av Birgir Kruse.
- Men bíða nú.
Skjótt kemur róp í, tí soleiðis skal ikki vera! Men inn gjøgnum víðopnar tingdyr brýtur ein intellektuel fylking við ryggjamerkjum frá Setrinum, - tað er bandin við teimum   herðabreiðu tjóðbandalimunum  Carl Johan Jensen, Jonhardurin Mikkelsen og Sakarissa Zachariassen á odda, og teir fara eirindaleyst og ráir til verka og við sikrari hond skræða teir klæðini av bæði loysingum og loysing-gellum, og sí, tey eru als ikki brókaloysingar!
Nei. sum fuglurin Phønix opinberast undir teimum vemmiligu og alt for nossligu donsku klæðunum føroyskur uniformur hjá kvinnunum og torvatrølla-befongdur kotabúní hjá monnunum. Tað er sum gandur á tingi. Eingin mælir orð!

Øll hava verið vitni til eina einastandandi sjáldsama metamorfosu, sum aldrin fyrr hevur verið at sæð í nøkrum lóggávu-tingi norðan fyri Alpurnar, heldur ikki einum polskum!

Allir hinir prosaisku tinglimirnir standa sjálvandi rættiliga ovfarnir yvir íverksetingar-genialitetin hjá symbolflokkinum, men tað er slett ikki liðugt enn.
Kommunalt ískoyti
Fyri at hvessa og undirstrika symbolikkin er eisini hent nakað avgerandi hinumegin vegin, altso yviri á býráðnum, har tjóðveldið hevur ein aktivan bindiklubba sitandi, sum goggandi heldur hondina yvir og undir tí kroniskt gánandi kommunala kransakaku-figurinum,   tí alsamt gánandi frúnni  Onniku O.

Gellurnar í býráðnum vilja ikki standa aftan fyri symbolnevndina í spekulativari innovatión, so tær hava metaforiskt tikið sær inspiratión í síni egnu ambivalentu støðu sum "búrhønur" hjá Onniku, men nú skal Danmark altso eisini hava tað. Tað plagar at vera heilt  gratis at herja á danskarar.

So beint eftir ta skikkiligu "strippingina" av loysingarliðinum í tinginum, verða tær kommunalu tjóðveldis-damurnar við Balle-Gunnvør á odda bornar inn í Tingið, hvør í sinum jarnbúri. Men so skjótt sum tær eru komnar inn, herjar tann stálsetta Háfoss eftir avtalu á loysingar-búrini og brýtur lásið upp, so allar tær kommunalu hønurnar flagsa fegnar og fnisandi yvir á áhoyraraplássini sum relativt frælsir fuglar.

 Hetta er ein symbolikkur, sum sjálvt tann minst begávaði tjóðveldisveljarin kann forstanda.

Samstundis fortelur Háfoss, at hetta er ein tiltrongdur offensivur móti danskari kúging og fjøtrandi BLOKKI.  Rani N. gongur febrilskt millum áhoyrararnar við einum risastórum papmaché-blokki á bakinum, so eisini tey skilaveiku kunnu fata, at hann er við at hokna undir tí skendska danska blokkinum. Ranablokkur er designaður í íverksetingarhúsinum í síni tíð.

Hinir tingmenninir eru nú so bilsnir, at fleiri mugu troysta seg við bæði Panodil og kaffi. Summir mugu leska seg við sterkari løgi, men tað verður átalað av Reynatúgvu, sum hóttar við at slíta fundin, áðrenn hann er begyntur.  Túgvan rennur annars fjákut,  hálvvilst og euforisk runt; hon hevur síðani brókaloysingina ballað seg inn í eitt skrætt og hálvskitið føroyskt flagg hjá Unga tjóð veldi..

Men teir chokeraðu áhoyrarar og tingmenn, sum nú ætla sær til rýmingar verða heilt forfardir, tá ið teir knappliga varnast sjálva kulminatiónina av hesi provo-hending í  B. Krusu-regi.

Tað verður fulkomuliga kvirt, tí inn eftir gólvinum verður nú borin ein fulkomuliga ókenniligur figurur í gullstóli. Hann er vavdur og surraður inn í eitt risastórt kopi av Seyðabrævinum, fyrstu útgávuna av "14. september", dópsattestina hjá Trónda í Gøtu, undirskrivað av Sigmundi B., Magna Charta, flokksskránna hjá symbolflokkinum, ókannaði skjøl, krógvaði skjøl, fyrstu stavingarbókina hjá Erlendi Paturssyni, fleiri tons av fiskivinnubroytingaruppskotum og so síðst, men ikki minst stjórnarskipanaruppskotið í beskednum 71 eintøkum, eftirsum tað eru liðin akkurát  so nógv ár, síðani tað stóra martýriið í 1946.
Ei undir í, um bæði Tinganes, Løgtingið, fiskimenn og reiðarar eru við at drukna í pappíri, tá ið bara ein politikari er komin at síggja so pappírskvaldur út eftir bara hálva setu í landsgonguni..

Við tað, at gullstóla-figururin hevur eina symbolska hýsu hangandi um hálsin, blívur hann skjótt identificeraður sum okkara hektiski fiskaministari. Eitt spjaldur er eisini. har á stendur, at tað verður skjótt atlantisk AUKTIÓN, har ALT verður selt til SPOTT-prís.

Upprunaliga ætlanin var, at hann skuldi sita undir løgmanni, men eingin rúmast í fanginum hjá fiskaministaranum fyri berum pappíri, og løgmaður hevur slitið seg leysan og gongur sjálvur niðan í Tingið.

Henda entré fær moderatar lógvabrestir, og bæði andstøða og samgongan forstanda væl symbolikkin.

Fiskaministarin sær ekstatiskur út, meðan hann við skelvandi patos grælar  úr pappírsrúgvuni og citerar ein stóran part av sjey-tabellini uttanat, næstan feilfrítt, sjálvt um Háfoss noyðist at sufflera hann eitt sindur, tí akkurát tí tabellini hevur hon eisini góða  hylling á

Fiskaministarin hevur henda 14/9 valt at smoyggja seg í offur-rolluna, heldur enn ta vanligu gorrandi og aggressivu  attituduna, og hann hevur tí kravt, at hann sleppur at sita og bíta negl á einum fakir-bretti við donskum seymum í, so leingi tingfundurin varar

Hetta verður eftirlíkað  sorgblídliga av partamonnum.
Nachspiel
Eftir tingsetanina, verður nachspiel hjá loysingum uppi í Dansifrøi, har teir ætla at smáfesta og hátiðarhalda sorgina um tann fjúrtanda september! Bara serbarar hátíðarhalda eitt tap líka so eldhugaðir sum teir føroysku symbolmenninir. Serbarar hava tó Munin, tí teir halda eitt tap móti turkum í 1387, og tí ætla menn at bjóða serbingum til veitslu  í næsta ár, tá ið teir ætla at krevja, at 14. september verður frídagur, kanska heiligdagur. Annars mugu sambandsfólk sperrast inni allan sorgardagin.

Magni Arge, sum nýliga hevur sungið í Japan, hevur lovað at undirhalda loysingum og loysing-gellum. Hann sigst p.t. at liggja millum teir ovastu á teimum japonsku hitlistunum við "Eins og áarstreymur rennur.."., so fólk eru spent sum til jólahald. Tað stóra PARANOIA-sangkórið er ikki við í ár, tí tey flestu eru blivin so búgvin, at tey hava meldað seg út úr sektini og eru blivin sambandsfólk. Fleiri  hava  fingið bil, børn og bankalán, og so heldur spølni uppat hjá teimum allarflestu.

 Magni verður tí einsamallur, men  fer eisini at fortelja eini tárandi fjøld, hvussu tungt tað er at skulla arbeiða í tveimum lóggevandi tingum í senn.

Tessvegna fer hann  á absolutt óforstáiligum gøtudonskum at syngja    tann sentimentala sangin hjá Jeppe Åkjær: "Jeg bærer med smil min byrde" saman við Balle-Gunnvør og Anitu Fr.berg.

Annars verður eisini eitt sindur av meira  seriøsum innihaldi.  T.d. hevur Jonhardur Mikkelsen saman við Birgir Kruse og Úlvsá lagt fram eitt uppskot um, at Danmark verður heilt strikað í einum komandi geografiskum atlassi, meðan Ísland, Serbien, Grønland og Baskaralandið fáa hvør sínar heilar tvær síður í atlassinum.

Úlvsá hevur eisini ein passus, har hann skjýtur upp, at danskt verður útruddað í øllum skúlum, meðan baskiskt mál verður obligatoriskt frá barnahava-aldri. Hann svermar sjálvur nógv fyri baskiskum, tí teir hava tað allarelsta málið í Europa og eru kanska málsliga skyldir við neanderthalararnar. Tað átti filosofiskt at verið ein eklatantur fyrimunur hjá loysingum.

Annars sleppa fólk at gumla spikbitar, sutla garnatálg og tyggja turra hýsu, meðan tey smákvøða um gólvid, uttan knív og gafful ella stólar tí - tað er alt for danskt!

Øll rópa standandi hurrá fyri Føroyum, Íslandi, Andorra og Baskaralandinum. Eisini minnast tey Che Guevara, Djengis Khan, Erlend Patursson, Trónda í Gøtu,  Lumumba og Kálv Lítla.

Tað blívur altíð eitt sindur av misstemningi, sum t.d. tað, at ein fullur eysturoyingur villist inn og postulerar, at Tróndur í Gøtu var pedofilur, og taðskuldi vera  tí, at hann dragsaði Sigmund og Tóra norður til Gøtu.
Slíkir ljósasløkkjarar  verða við harð ari og brutalari hond beindir á dyr, sjálvt um teir eru heiðurslimir í symbolflokkinum.
So eru tað teir afturvendandi smáligu perfektionistarnir, sum rópa, hví man ikki sorgarheldur tann 18. september, tá ið  terroristar vildu spreingja okkara parlament. Slíkir søgu-pedantar verða sjálvandi tiknir við fastleika, kneplaðir og sparkaðir á dyr út til partisanarnar úr Unga tjódveldið, sum kollektivt smyrja teir  av.

Katrin lækni og megin-loysingur fer saman við Anitu á Fríðriksmørk at standa fyri einum feministiskum innslagi, har tær fara at causera hálvanannan tíma um, HVÌ DANSKAR KVINNUR EINKI DUGA & EINKI NYTTA.  Hetta er eitt mál, tær hava arbeitt leingi við, og tá ið tær tríva í evnið,  er altíð onkur kværulantur, sum ikki heldur seg hava forstaðið teirra belæring. Tá plaga tær oftast  at enda fyrilesturin við at postulera, at so mikið  vita tær. at eingin donsk kona dugir at binda, eingin dugir at baka, eingin dugir at syngja og danskar ommur seru egoistar, tí tær ferðast í staðin fyri at passa síni ommubørn. Tì MUGU VIT  sjálvsagt  HAVA LOYSING!

Kvøldið endar við føroyskum dansi, har formaðurin í Unga tjóðveldi skipar "Nú eru kvøldini myrk og long". Aftaná koma Carl Johan Jensen og Jonhardur, sum annars ikki plaga at skipa út á gólvið og kvøða "Geipatátt".

Carl Johan hevur debuterað sum skipari á vertshúsinum "Delerium tremens" niðri í Bruxelles, so hann er væl fyrireikaður. Teir hava lært seg niðurlagið og ikki so fá ørindi. Aftaná dansin lovprísar skaldið hesum ómissiliga kulturskatti, sum allir føroyingar eiga at brúka hvønn dag, serliga tá ið teir arbeiða sum appendix í diplomatiskari tænastu .

Kvøldið endar við, at Siri Stenberg lesur úr bókmentasøguni hjá Árna Dahl og Høgni Hoydal lesur hart úr stjórnarskipanar-uppskotinum, inntil   tey flestu eru farin ella sovnaði.

Aftur ein ógloymiligur 14. september!

Virgar T Dalsgaard

Tuesday, November 29, 2016

CHRISTIAN ANDREAS DOPPLER



Christian Doppler (1803-1853)
29. november: Henda dag í 1803 var tann viðgitni fysikarin og matematikarin CHRISTIAN ANDREAS DOPPLER føddur í tí hábærsliga býnum Salzburg í Eysturríki.
Barndómsheimið hjá Christiani liggur ikki so langt haðani ein annar verðinsgitin salzburgari var føddur, - tað var sjálvur Wolgang Amadeus MOZART.
Christian Doppler var av eini múgvandi steinhøggara-familju í býnum, og ætlanin var, at hann skuldi fara somu yrkisleið, sum forfedrarnir. Men Christian var følin og kroppsveikur líka frá barnsbeini, og sum frá leið, bleiv heilsan hjá Christiani so vánalig, at tað var ikki hugsingur um, at hann kundi arbeiða sum grótmaður.
Í staðin fyri varð hann sendur til teir bestu skúlarnar í býnum, og eftir at hava tikið studentsprógv við frálíkum úrsliti, fór hann á "Polytechnischen Institut" í Wien at lesa fysikk og matematikk. Afturvið hesum fakum studeraði hann eisini filosofi.
Longu í 1829 tók hann akademiskt prógv og gjørdist undirvísingarassistentur á tí sama polytekniska stovninum, har hann hevði studerað.
Í 1835 arbeiddi hann eitt skifti í Prag, sum tá hoyrdi undir tann eysturríkska statin. Hann undirvísti bæði í real- og studentaskúlum í teimum natúrvitskapligu fakunum.
Í 1836 bleiv hann giftur við tí sterku, ambitiøsu og vitugu Mathilde Sturm, sum fekk ómetaliga stóran týding fyri alla hansara tilveru. Hon stuðlaði sínum viðbrekna manni í gerandislívinum, men hon eggjaði honum eisini til at halda fram við sínum vitskapliga arbeiði og teorium, sum leingi møttu sterkari fakligari skepsis frá fleiri kendum européiskum fysikarum.
Í 1841 bleiv hann útnevndur til professara í matematikk og fysikk við "Tann polytekniska Stovnin" í Prag. Hann var íðin granskari í eksperimental-fysikk og skrivaði meira enn hálvthundrað ritgerðir um natúrvitskaplig evni, serliga fysikk og astronomi.
Í 1842 kom høvuðsverk hansara "Über das farbige Licht der Doppelsterne und einiger anderer Gestirne des Himmels".
Doppler postuleraði, at orsøkin til, at stjørnur høvdu ymiskar linju-skeiklingar í sínum spektri, hevði við teirra ferð at gera.
Jú størri ferð, tær høvdu burtur frá okkum, jú størri var "reyðskeiklingin" í spektrinum.
Teoriin var strævin at prógva fyri LJÓSID frá stjørnum og ljós-bylgjur generelt, tí man hevdi IKKI nóg góð og "skjót" tól til at dokumentera við.
Men hypotesan, sum seinni fekk navnid DOPPLER-EFFEKTIN var skapt, og hon kundi sjálvandi eisini brúkast um ljóð og ljóðbylgjur.
Í 1850 bleiv Doppler útnevndur til professara í eksperimentellari fysikk við universitetið í Wien av Frants Josef, keisara, og tað eydnaðist Doppler við akustiskum royndum at dokumentera Doppler-effektina fyri ljóðbylgjur.
Sjálvt um hann hevði fingið sín slóðbrótandi tanka við astronomiskum stjørnu-eygleiðingum av ljós-bylgju-broytingum í tí veldugu rúmdini, noyddist hann kortini at leita sær inn í eitt beskeðið laboratorium, har hann við "seinum" ljóðbylgjum kom til eitt heilt analogt úrslit, sum prógvaði Doppler-effektina.
Principielt kann hon jú brúkast um allar "bylgju-rørslur".
Nú í tíðini verður Doppler-effektin brúkt í teimum flestu laboratoria, hartil av øllum astronomum, eisini á hvørjum sjúkrahúsi og av ferðslupolitifólki hvønn einasta dag.
Hon er eitt tað hentasta amboð, tá ið vit skullu máta ekstremt smáar broytingar av stórari ferð ella aðrari rørslu.
Astronomar brúka hana til mátingar av ferðini hjá stjørnum og galaksum, harumframt kunnu teir gera ekstremt eksaktar avstands-mátingar til planetir, og eisini frástøðuna millum tær.
Politiið brúkar Doppler-effektina til at máta avstandin til ein bil, sum nærkast. Ljóðskeiklingin slatrar um, hvussu skjótt bilisturin koyrir, Læknar brúka effektina til at máta ferðina av blóðstreymi gjøgnum blóðæðrar, hjartakømur og ymisk onnur organ fyri at analysera ta diagnostisku støðuna.
Í stuttum sigur Doppler-effektin, at frekvensurin av bylgjufyribrigdum hjá ljósi og ljóði varierar eftir ferðini hjá kelduni og móttakaranum; frekvensurin er eisini treytaður av tí medium, sum bylgjurnar ferðast ígjøgnum.
Broyting í LJÓS-frekvensi er ikki løtt at eygleiða í gerandis-degnum, men tey flestu kenna tað fyribrigdið, at LJÓDID frá einum sirenu-bili, sum koyrir framvið okkum, broytist týðuliga, at eftir um bilurin nærkast ella koyrir burtur frá okkum lurtandi móttakarum.
Tá ið keldan kemur tættari til móttakaran, uppfatast bylgjurnar sum STYTTRI enn tær bylgjur, sum keldan útsendir, og móttakarin uppfatar tí ein tóna (frekvens), sum er HÆGRI enn tann reelli frekvensurin hjá kelduni.
Tá ið keldan harafturímóti ferðast burtur frá móttakaranum, tykjast bylgjurnar LONGRI, tá ið tær náa móttakaranum, sum tí hoyrir ein "tóna" (frekvens), sum er LÆGRI enn keldan útsendir.
Christian Doppler bleiv ikki gamal. Í 1853 fór hann sum 49 ára gamal á eina heilsubótar-ferð til Venezia, har hann doyði og eisini er grivin nærhendis San Michele.
Tá í tíðini hoyrdi tann norðasti parturin av Italien undir Eysturríki.
Eftir sín deyða er Doppler nógv fagnaður. Hann hevur fingið bæði stovnar, skúlar, gøtunøvn og ein vitskapsprís í fysikk uppkallað eftir sær.
Á Mánanum er eitt kratur uppkallað eftir honum, og stutt eftir var ein fjallatoppur á Antarktis eisini nevndur eftir honum; - fjallið eitur Nunatak Doppler.
Í 1996 var harafturat ein asteroida uppkallað eftir Doppler.
Tað eru fáir natúrvitskapsmenn, sum hava fingið so stóra praktiska ávirkan á eksaktar mátingar og analysur, sum Christian Doppler. Hann hevði avgjørt uppiborið Nobelprisin, men doyði 50 ár for tíðliga til tess.

Thursday, November 24, 2016

JOHANNES DIDERIK van der WAALS

23. november: Henda dag í 1837 var lærarin, fysikarin og nobelprístakarin JOHANNES DIDERIK van der WAALS føddur í Leiden í Hollandi.
Johannes kom frá rættiliga smáum korum og var elstur av tíggju systkjum. Sjálvt um pápin var hondverkari, hevði Johannes Diderik slett ikki hug til handiligt arbeiði.
Hann var egin og inntonktur. - Bæði óvitar og vaksin fólk hildu hann vera ein serling og nakað av einum dagdroymara.
Hann hevði tí lítið samband við sínar javnaldrar, men fekk heldur tíðina at ganga saman við øllum teimum bókum, sum hann kundi fáa fatur á.
Í teimum flestu hollendsku arbeiðarafamiljum vóru slett ikki umstøður til at senda børn til hægri útbúgvingar, so Johannes Diderik slapp ikki á tann lokala latínskúlan, sum var neyðugur forskúli til artium og seinni universitetsstudium.
Men akkurát um hetta mundið hevði Holland eftir týskum modelli fingið eina nýggja og breiðari skúlaskipan, har man kundi taka tað, sum svaraði til eina realeksamiu.
Har slapp Johannes inn og fekk so hollan kunnleika, at hann bleiv "lærlingur" hjá einum lærara, sum undirvísti smábørnum upp til wllivu ára aldur. Har arbeiddi hann sum undirvísingar-assistentur, til hann var blivin átjan ára gamal.
Í 1856 slapp hann afturvið sínum arbeiði at ganga á seminarium, har hann luttók í bæði fakligum og pedagogiskum skeiðum, sum í 1861 kvalificeraðu hann til at undirvísa sum fólkaskúlalærari.
Í 1862 fór hann at ganga til ymisk avanceraði skeið á universitetinum í Leiden sum externur lesandi.
Universitetið hevði innført eina skipan, sum gav externum lesandi rætt til at luttaka í ymiskum skeiðum, uttan formellar atgongu-treytir.
Johannes kundi tó framvegis ikki blíva immatrikuleraður á universitetinum, tí hann jú bæði manglaði studentsprógv og tað almenna dannilsið í klassiskum lærugreinum.
Í 1865 bleiv hann útnevndur til fysikklærara á einum realskúla í Deventer og árið eftir í Haag. Tá var hann blivin giftur og hevði fingið børn, men kortini brúkti hann alla sína avlopstíð til at fylgja alskyns natúrvitskapligum skeiðum á universitetinum í Leiden.
Van der Waals var eftirhondini blivin so kønur í bæði fysikk og matematikk, at hann tráaði eftir einum doktara-heiti í fysikk, og fyrst í 1870´unum kom ein nýggj lóg, sum gav reelt kvalificeraðum fólki rætt til dispensatión frá ymiskum klassiskt dannandi fakum, sum ikki høvdu beinleiðis týdning fyri teirra fakliga kompetencu.
Hetta førdi til, at Johannes van der Waal í 1873 slapp at verja eina doktararitgerd í fysikk um termodynamikk, har hann framsetir sína kendu "tilstandslíkning" um stoffir í gass- ella veskustødu. Hetta arbeidi fevndi mest um hvussu stoffir bera seg at á tilstands-markinum millum gassstøduna og kondensatiónina til vætu. Tad lukkadist honum at definera fyrbrigdid "kritiskan temperatur" og "kritiskt punkt". Tad var eitt risastórt framlop í termodynamiskari analysu.
Van der Waal var inspireradur av Robert Clausius, sum í 1857 framsetti djarvar og revolutionerandi tankar um termodynamikk. Vid at brúka van der Waals líkning og teoriir eydnadist tad natúrvitskapsmonnum í 1898 at finna vesku-tilstandin av brint (hydrogenium) og av helium í 1908.
Van der Waal vídkadi og forbetradi teoriirnar hjá Clausius, og í síni terminologi brúkar hann ord sum "molekylera rúmd" (volumen) og "molekyleran atdrátt" (attraktión). Tá vóru langt frá allir fysikarar og serliga ikki kemikarar samdir um molekyl-teoriirnar. Men van der Waal var nógv ávirkadur av tí eysturríkska fysikaranum Ludwig Boltzmann, sum var kendur fyri sínar molekyleru teoriir og legdi navn til "Boltzmanns konstant".
Van de Waal postuleradi, at molekylir hava atdráttarmegi í stórari frástødu, men verda frástoytt í ekstremt stuttari frástødu. Hann framsetti eisini væl-estimeradar dimensiónir av molekylum og teirra samdrátti. Eftirsum hann er tann fyrsti, sum postulerar, at tad finst ein intermolekylér kraft, verdur hon eftir honum kallad "van der Waals kraft".
Man tosar eisini um tilstandslíkningina hjá van der Waal, um van der Waals-bindingar (dipol-bindingar) og um van der Waals molekyl-radius.
Í 1877 bleiv van der Waal útnevndur til tann fyrsta fysikk-professaran vid tad nýstovnada universitetid í Amsterdam, har hann arbeiddi, líka til hann legdi frá sær sum 70 ára gamal. - Tad var eitt satt bragd fyri ein eksternan studerandi, sum ongantíd hevdi fingid sína studentareksamiu.
Sum fyrilestra-haldari var hann hildin at vera turrur og sera pedantiskur at lurta eftir, hóast hann tann fyrra partin av sínum lívi hevdi arbeitt sum barnaskúla-lærari.
Johannes van der Waal bleiv tídliga einkjumadur, tí konan doydi rættiliga ung av tuberklum. Eftir tad brúkti hann næstan alla orku og alla sína frítíd uppá at hjálpa sínum módirleysu børnum gjøgnum tilveruna, so hann hvørki skrivadi ella granskadi í meira enn tíggju ár.
Men hann var kortini blivin internationalt kendur og fekk ein hóp av prísum og ymsari vidurkenning, bædi í Hollandi og adrastadni.
Í 1910 fekk hann Nobelprísin fyri síni termodynamisku avrik vid tilstands-líkningum.

Monday, November 21, 2016

STUTTSKYGDUR AUKTiÓNS-POLITIKKUR

 Tá ið man var ungur og hoyrdi um, at tað stóð so illa til hjá fólki ella fyritøkum, at man valdi at realisera síni virði á eini auktión, var mikil harmur, og man hevði sera ilt av teimum, sum vóru SO ILLA komin fyri, at tey noyddust at velja hesa beisku og eirindaleysu leiðina.
Man hoyrdi aldrin um fólk, sum hildu auktions-tiltakið vera nakra góða loysn, men bara eina syndarliga og desperata neyðloysn..
Summi komu enntá so illa fyri, at tey noyddust á tvingsuls-auktión.
Tey flestu vistu jú væl, at auktión er BARA fyri tey ovur-ríku, tey sterku og tey, sum hava fúsar strámenn sum umboð fyri sínar kapital-interessur.
Men nú hava fólksins og landsins oddamenn, UTTAN at vera noyddir ella tvingaðir til tað, valt henda ótrúliga brutala formin fyri útsølu av landsins ognum.
Tað má sigast at vera ein ynkiligur útvegur, tí nú vera tað bara pengarnir, sum avgera HVØR, ið fær tey bestu fiskiloyvi og tey mest lukrativu økini at fiska í.
Landið er ikki í nakrari tvingsuls-støðu, sum noyðir føroyingar til ein so fantasileysan útveg sum auktión ella uppboðssølu, sum teir eufemistiskt kalla avreiðingina fyri at fáa hana lættari ígjøgnum.
Harafturímóti er fiskivinnu-ministeriið í eini intellektuellari tvingsuls-støðu, tí teir mangla talent og teir hava onga konstruktivar loysnir. Men teir skammast við at erkenna tað.
Tessvegna hava teir forelskað seg í AUKTIÓN, sum sjálvt teir ráu despotarnir í Tí gamla Rómararíkinum hildu vera ein ússaligan, mannminkandi og tann allarsíðsta desperata útvegin.
Ein og hvør fiska-kvotuskipan er betri og nógv rættvísari enn nøkur auktión, sum bara førir til ótespuliga spekulatión!
MERIT-METINGAR
Tann besta skipanin vildi sjálvandi verið stýrd eftir merit-metingum, sum analyseraðu umsøkjararnar eftir kunnleika og øðrum kvalifikatiónum. Ein nevnd av fakfeløgum, reiðarafelag og løgtingsvaldum álitisfólki áttu at kanna allar forútsetningar, sosum standin av fiskiførum, veiðu- og framleiðslukapacitet og ikki pengapungin hjá teimum, sum innsendu umsóknir um fiskiloyvi. Tað hevdi verið nógvar ferðir meira rættvíst, enn einhvør auktión.
So einfalt er málið, men landsins ovastu fiska-heilar hava fingið tann tvangstanka, at alt, sum hevur við fiska-kvotur og umsóknir at gera, skal loypast um. Annars missa teir prestigu og "alt fer í fisk".
Tessvegna er hetta vitleysa Monte Carlo-uppskotið hjá toska-ministaranum komið via eina stak undarliga ad hoc nevnd, sum hevði fingið eina bundna uppgávu til at barsla nettup við tí auktions-uppskotinum, sum toska-ministarin vildi hava.
Vit mugu hopa, at oddafiska-ministarin besinnar seg og sær, hvussu langt burtur frá øllum socialum rættvísi eitt auktións-uppskot er.
Skilagott skipaðar kvotur eru ikki socialisma, og sjáldan socialar, men tær eru nógvar ferðir meira rættvísar enn einhvør auktión, sum bara er skyld við ráa, harðrenda og kyniskt spekulativa kapitalismu. Hon gagnar tí mest grádiga einstaklinginum og slett ikki fjøldini!
Ófatuligt, at ein fyrrverandi salonkommunistur, sum okkara fiska-ráðharri er farin at fríggja við so brutalari kapitalismu, sum beinleiðis útsølu og naivari avreiðing av landsins ognum til tann hægstbjóðandi matadorin.

Sunday, November 20, 2016

DANIEL BERNOUILLI

Daniel Bernoilli (1700-1787).

8. februar: Henda dag í árinum 1700 var matematikarin, fysikarin, medicinarin og botanikarin DANIEL BERNOUILLI føddur í Groningen í Hollandi. Annars kom tann franskt-talandi familjan upprunaliga úr Antwerpen í Belgien.
Daniel var ikki meira enn 5 ára gamal, tá ið familjan flytti til Schweiz, tí pápin, Jóhann (Jean) Bernouilli hevði fingið starv sum professari í matematikk við universitetið í Basel.
Jóhann (Jean) Bernouilli avloysti beiggja sín, Jákup (Jacques) Bernouilli í lærustólinum í Basel.
Tann legendariska BERNOUILLI-familjan aldi í fleiri ættarlið heilt fram til okkara dagar ein heilan skara av akademiskum flogvitum, sum næstan øll fingu hug til at studera tey natúrvitskapligu fakini, - tó blivu nøkur av teimum arkæologar og arkitektar, meðan onnur blivu juristar.
Bæði pápi Daniel, Jóhann (Jean) og pápabeiggin, Jákup (Jacques) vóru akademiskir úrmælingar, beinleiðis matematisk geni og korresponderaðu alt lívið við matematisk stórmenni sum L´Hopitale og G. F. Leibnitz og høvdu saman við teimum loyst fundamentalar knútar og subtilar uppgávur í tí kompliceraðu infinitesimalrokningini við imponerandi elegancu og raffineraðum vitbrøgdum. Teir avrikaðu eisini stórverk við at útbyggja og víðka møguleikarokningina hjá Blaise Pascale.
Men sjálvt í tí akademiska umhvørvinum trívist nógv faklig avindsjúka, so av ymsum smáttskornum trætum og vitskapligari jealousi sótu pápin og pápabeiggin hjá Daniel ikki væl um sátt, og teirra eftirmæli er eitt sindur dálkað av, at báðir líka til tað síðsta niðurgjørdu hvønnannan og slett ikki vildu viðurkenna arbeiðið hjá hvørjum øðrum. Allarhelst hava báðir viðhvørt plagierað hvønnannan, og kanska hava teir lænt frá Leibnitz eisini, men Leibnitz var vinmaður við báðar og vildi ongantíð døma í tí hvøssu brøðratrætuni.
Ein stórur partur av tí akademisku verðini í Europa visti um stríðið millum Bernouilli-brøðurnar, men tað vóru tey allarfægstu, sum høvdu intellektuellar forútsetningar fyri at fylgja við ella døma í tí sofistikeraðu natúrvitskapligu hólmgonguni millum matematikk-risarnar.
Men hesin fakligi bardagi kulmineraði, áðrenn Daniel var blivin vaksin. Tann eldri beiggi Dánjal, sum æt Nikolaus, var eisini matematikari, so tann blaðungi Dánjal behøvdist ikki at fara í nakran barnaskúla; hann fekk nóg holla heimaundirvísing í øllum matematiskum fakum frá pápanum og beiggjanum.
Men tá ið Dánjal var blivin tilkomin, fór hann kortini á universitetið í Basel at studera, og seinni las hann á universitetunum í Heidelberg og Strassbourg. Skjótt blivu bæði hann og Nikolaus kendir millum fakmenn um alt Europa, sum sjáldsama talentfullir natúrvitskapsmenn.
Daniel var av góðum fakligum bergi brotin, men eisini av stoltum og forfeingiligum fólki. Tað gav at bíta, tá ið hann og Nikolaus sum vaksnir menn fakliga argaðu hvønnannan rættiliga harðliga viðhvørt . Teir settu hvørjum øðrum "paradoksalar" matematiskt/fysiskar uppgávur við døgurðaborðið, so tann eftirspurdi næstan ikki unti sær matnáðir. Men verri var, at pápin, tá ið hann á gamalsaldrinum ikki longri kundi stríðast við beiggja sín, bleiv ótrúliga paranoidur og smáligur móti soninum og legði sonin undir at hava stolið tankar og matematiskar útrokningar frá sær. Tað forpestaði viðurskiftini millum teir gløggu, men forfeingiligu og stoltu feðgarnar. Eftirsum Jóhann fór so illa við soninum, Dánjali, er nógv, sum týðir uppá, at hann í síni tíð kann hava gjørt Jákupi, sínum eldra beiggja órætt.

Dánjal, Nikolaus og eitt systkinnabarn teirra, sum var navnabróðir til Nikolas hoyrdu altso til eina heilt sjáldsama vituga, men eisini intriganta og hevndarsama ætt (eitt dynasti) av genialum akademiskum natúrvitskapsfólki.
Í tí matematiskt/fysisku-søguni eru Bernouilli-menninir mettir ájavnt við matematikk-gigantar, sum Descartes, Leibniz, Euler og Riemann; -og ovurhonds nógv teknisk og teoretisk fyribrigdi eita eftir Bernouilli-familjuni.
Sjálvt um Daniel hevði medicin sum høvuðsfak, studeraði hann eisini biologi, oceanografi, hydrodynamikk, aerodynamikk, møguleikarokning og astronomi.
Tey matematiskt/fysisku avrik hansara, serliga í teimum praktisku fakunum hydrodynamikki og aerodynamikki, vóru avgerandi teoretisk framlop, sum fingu stóran praktiskan og tekniskan týdning. Hann kortlegði og analyseraði minutiøst øll streymviðurskifti og allan atburð hjá streymi í vatni og luft, og tað førdi til nakrar fundamentalar fysiskar lógir, sum tá virkaðu paradoksalar, men sum allir teknikarar skullu kenna í dag.
Daniel Bernouilli er tann fyrsti, sum ger fakið hydrodynamikk til eina serstaka vitskapliga disciplin.
Tað er rættiliga kuriøst, at hetta fakið, sum hevur ovurstóran týdning fyri alla skipabygging, er skapt í Schweiz, har tann maritima avbjóðingin skuldi verið rættiliga avmarkað, sjálvt um tað kortini sigla skip líka niðan til Basel eftir Rínánni.
Við tað, at beiggjarnir, Dánjal og Nikolaus fakliga skaraðu framúr, meðan teir enn vóru heilt ungir menn, varð longu í 1724 sent boð eftir teimum úr Skt. Petersburg, har teir fingu til uppgávu at uppbyggja eitt russiskt natúrvitskapligt fakultet, sum ikki skuldi standa aftanfyri centraleuropéiskar lærustovnar.
Trý ár seinni kom eitt annað matematiskt flogvit til býin við Neva. Tað var universalbegávilsið Leonhard EULER, sum bleiv verandi í Skt. Petursborg í nógv ár.
Brødurnir fingu ikki heilsugóda lagnu í Ruslandi. Nikolaus doyði av sterkari influenzu, og Dánjal, sum heldur ikki treivst í tí kalda veðurlagnum, vendi heimaftur til Basel eftir 8 ára tænastu í Ruslandi.
Tá ið Dánjal kom heimaftur til Basel, hevði hann saman við Euler givið Ruslandi eina matematiska positión, sum teir hava hildið síðani.
Hann gjørdist í 1733 professari í medicini og fysikk við sítt gamla universitet í Basel, og tað starvið røkti hann restina av síni ævi.
Ein stórur partur av hansara arbeiði vóru djarvar empiriskar royndir í fysikk, har hann eftirkannaði avant-garde-teoriir, sum flyttu fysikkina risalop frameftir. Hann doyði í 1782.
Eftir hvat kønir menn í matematiskari søgu halda seg vita, hevur eingin einkult familja fostrað so nógv flogvit nakrantíð, hvørki fyrr ella seinni, sum BERNOUILLI-ættin gjørdi.

BORIS PASTERNAK

Boris Pasternak í 1934 (Wikipedia)
10. februar: Henda dag í 1890 var tað umstrídda russiska skaldið, umsetarin og nobelprísvinnarin BORIS PASTERNAK føddur í Moskva.
Hann var av jødiskari ætt, sum var blivin heilt assimilerað, tí tey høvdu latið seg doypa og blivu konverteraði til kristna trúgv. Boris fekk holla skúlagongd og vaks upp í sera stimbrandi musiskum umhvørvi í einum borgarligum valaheimi, sum gav honum tryggar umstøður, sjálvt um familjan ikki beinleiðis var rík. Tey hoyrdu avgjørt til ta intellektuellu yvirstættina í Moskva.
Pápin, Leonid Pasternak var málari og professari við Kunstakademiið í Moskva; hann var eisini vinmaður við og stórur beundrari av tí verðinskenda skaldinum Leo TOLSTOY og hevði fleiri ferðir illustrerað bøkurnar hjá tí idealistiska stórskaldinum.
Mamma Boris, Rosa Kaufmann var ein rættiliga kendur koncert-pianistur. Tað pasternakska heimið var nógv vitjað av musiskum intellektuellum, sum t.d. komponistunum Skrjabin og Rachmaninoff.
Boris hevði góðan hug til eina musikk-karrieru og hevði spælt klaver, síðani óvitaárini, men hann hevði ambitiøsar ætlanir um at blíva virtuosur musikari.
Hann slapp eisini lættliga inn á konservatoriið í Moskva, men eftir stuttari tíð á konservatoriinum, har kappingin var jarnhørð, gavst hann, tí hann kortini ikki helt, at hann hevði nóg stórt talent sum solistur.
Í staðin fyri fór hann í 1910 til Tysklands at lesa filosofi við tað kenda protestantiska universitetið í Marburg, (Marburg universitet frá 1527 var tað fyrsta týska universitetið, sum IKKI var katólskt), har hann serliga studeraði Immanuel Kant, og meðan hann dvaldist har, fekk Boris Pasternak hug og dirvi til at royna seg sum yrkjara. Tann poesi, sum hann legði úr hondum, áðrenn Tað Fyrsta Verdinskríggið var rættiliga slóðbrótandi og sofistikerað, næstan esoterisk, og yrkingarnar vóru skrivaðar á einum máli, sum næstan bara ein russisk akademisk elita kundi forstanda.
Men yrkingarnar hjá Pasternak fingu kortini varandi týdning fyri seinni russiskan lyrikk. Kendasta savnið frá hesi periodu er "Systir mín, Lívið"
Pasternak kom heimaftur til Ruslands í 1914, og tá ið revolutiónin begynti í 1917, bleiv hann í fyrstani ikki sørt hugtikin av teimum væltalandi sovjettisku retorikarunum.
Sjálvt um meginparturin av familjuni og vinum hansara valdu at rýma vestureftir, valdi Boris Pasternak at blíva í tí revolutionera Sovjet-Ruslandi.
Pasternak var fyrst naivur beundrari av Vladimir Lenin, og helt hann vera idealist eftir mynstri frá Tolstoy, og Boris lat seg eina tíð tøla av proletar-poesi og turrgeldari socialrealismu, akkurát sum social-skaldið Majakovskij.
Hann royndi við vilja at skriva eitt einfalt gerandismál, sum annars lá rættiliga fjart frá prátingarlagnum í hansara elitera stórbýar-miljø. Hann "noyddist" beinleids at snobba "niðureftir" eitt skifti fyri at tekkjast tí revolutionera sovjettvaldinum.
Men eftirhondini, sum tann eirindarleysa revolutiónin perverteraðist, alt meðan censurur og politisk kynisma tók valdið í gerandisdegnum, ógvaðist Pasternak yvir órættin, og tá ið Stalin fekk ræðið, tagnaði Pasternak og skákaði sær næstan heilt undan skriving ella støðutakan . Siðst í 1920´unum koncentreraði hann seg meira um umsetingararbeiði, heldur enn sonevndan "revolutioneran" skaldskap.
Hann týddi Goethe, Schiller og Shakespeare til eitt elegant russiskt mál, sum avgjørt ikki var sovjettpolitiskt ella socialrealistiskt, men klassiskt og "individualistiskt".
Hann visti væl, at Stalin og tað paranoida censurvaldið høvdu hann javnliga í eygnakrókunum og mistonktu hann fyri at vera "óálítandi" individualist og slett ikki nóg revolutioneran.
Meðan fleiri av bestu vinmonnunum hjá Pasternak blivu fyribeindir ella sendir til fangalegur í Sibirien, so lukkaðist tað Pasternak at sleppa undan beinleiðis deportatión, men Stalin seigpíndi hann við politiskum nervakríggi, sosum ymsum kryptiskum boðum ella óvæntaðum telefonsamrøðum, har despoturin gav skaldinum kaldasveitta og paranoia.
Pasternak ræddist Stalin, men yvirfyri vinfólki, sum hann leit á, vágaði hann sær at umrøða Stalin sum eitt bølmenni og samanbera hann við Adolf Hitler.
Pasternak bleiv stutt eftir Annað Verðinskríggj lagdur undir at hava mis-týtt FAUST hjá Goethe, soleiðis at tað kundi uppfatast sum um Goethe ikki var nóg "progressivur", men fagnaði individualismuni. Tað gjørdi Goethe helst eisini, tí Pasternak hevði ikki broytt eitt komma í sjónleikinum. Hann hevði týtt Goethe so orðarætt, sum tað bar til.
Hví Pasternak ikki bleiv fongslaður, er framvegis ein gáta, men teir politisku litteratur-fútarnir fongslaðu hjákonu hansara, OLGU IVINSKAYA í staðin fyri, og teir píndu Olgu fyri at finna fram til okkurt pikant ella politiskt loyndarmál um skaldið. Pasternak var tvær ferðir giftur, men tað var journalisturin Ivinskaya, sum var hansara stóri kærleiki
Longu í 1940´unum var Pasternak so internationalt umhildin sum skald, at hann bleiv fleiri ár nevndur sum nobelkandidatur í litteraturi í Stockholm, m.a. beint eftir Kríggid, men tá hevði Pasternak enn ikki gjørt seg lidnan við sítt litterera høvuðsverk, "Doktor Zhivago".
Handritið til hetta megnarverkið bleiv ikki liðugt, fyrr enn í 1956.
Hann hevði skrivað nøkur brot av bókini í sínum ungu árum, men hann skrivaði tað mesta av henni í árunum frá 1945 til 1956. Bókin er ein personlig humanistisk uppgerð við ta brutalu kommunistisku revolutiónina og ta rationelt stálsettu, men einsrættandi og eindimensionalu kollektivismuna, sum næstan ikki loyvir ella tolir individuellan "luksus", sum toleransu, "irrationelt" "óproduktivt" kærleikslív ella banal menniskjanslig følilsir.
TANN OVURSTÓRA & HYSTERISKA NOBEL-GØLAN
Tað hevði líka síðani Revolutiónina verið heilt gott samband millum Tann italienska Kommunistaflokkin og Sovjettvaldið, so um várið 1956 eydnaðist tað einum italienskum kommunistiskum journalisti at sleppa inn í afturlatnar russiskar cirklar og fáa innlit í ta littereru submentanina í tí russiska høvuðsstaðnum.
Hann hevði frá sínum italienska forleggjara í Milano, Giangiacomo FELTRINELLI, sum eisini var kommunistur, fingið sum uppgávu at finna fram til nýggjari russisk talent ella sovjettiskar bókmentir, sum vóru verdar at útgeva vestanfyri.
Tað vardi ikki leingi, so frætti tann forvitni italienski journalisturin um handritið til "Zhivago", sum Pasternak ikki var sloppin at útgeva í Sovjetsamveldinum. Italienarin legðist ikki á boðini, men fór alt fyri eitt út at vitja Boris Pasternak privat.
Vegna Feltrinelli beyð hann so Pasternak útgávurætt á forlagnum í Milano, hvis tað bar til at fáa handritið smuglað vesturum og líka til Italien.
Í fyrstani hvepti Pasternak seg við uppskotið, men so ernaðist hann og helt brosandi fyri, at tiltakið nokk vildi føra til, at hann skjótt bleiv eksekveraður við skjóting.
Tann stálsetti Feltrinelli fekk manuskriptið, og hann fortaldi fyri tí bilsnu internationalu blaðverðini um sensatiónina við Zhivago, sum bleiv ein tann mest viðgitna litterera hendingin nakrantíð.
Eftir hetta begynti ein tann størsta politiska skandalan í allari litteratur-søguni. Tað bleiv frá sovjettiskari síðu lagt sterkt politiskt trýst á bæði forlagið og forleggjaran, sum bleiv blakaður út úr Tí italienska Kommunistaflokkinum.
Sovjetvaldið sendi fleiri sendinevndir til Milano fyri skiftivís at bøna og hótta, men Feltrinelli lat seg ikki vika.
Í allarsíðstu løtu fingu sovjettiskir myndugleikar trýst Pasternak til at senda eitt telegram, har hann bað tað italienska forlagið um at steðga bókini.
Men Pasternak fekk umvegis dementerað hesi boðini, so bókin kom kortini út, og hon bleiv ein tann størsta bóka-succes nakrantíð. Hon kom í handlarnar í Italien 1957 fyrst á russiskum, og stutt eftir á italienskum.
Feltrinelli seldi rættindini til 18 ymisk mál, og hann gjørdist rættiliga skjótt milliarderur. Teir sovjetrussisku fundamentalistisku kommunistarnir høvdu jú sjálvir syrgt fyri tí stupidu boomerang-reklamuni.
Vit, sum vóru ung heystið 1958 minnast væl hesa skandaluna, sum eitt tað mest groteska politiska teatur nakrantíð.
Tær paranoidu og hysterisku hat-kampagnur, sum blivu førdar frá kommunistiskari síðu við sjálvum Khrustjev á odda móti øllum Vesturheiminum, fóru heilt yvir gevind. Eina serliga grova og hatifulla kommunistiska breiðsíðu fingu teir norrønu javnaðarflokkarnir, tí Nobelprísurin var svenskur og stjórnin socialdemokratisk.
Kommunistiskir flokkar vestanfyri demonstreraðu og hildu hat-fundir móti Nobelnevndini, sum teir kallaðu fyri keyptar og fjarstýrdar antikommunistiskar lakajar
Okkara "egnu føroysku sovjettisku avleggarar" høvdu heldur ikki nógv tamarhald. Vit minnast ógvuliga væl enn teirra hatska orðalag í teimum døgunum og gjøgnum øll trýssini, har serliga FRAMA-menn herjaðu á sonevndar sovjettrussiskar systemkritikarar, líka frá skaldinum Pasternak til atomfysikaran Sakharov.
Teir umrøddu beinleiðis Pasternak sum ein kriminellan brotsmann, sum átti at verið fyribeindur í onkrari Gulag-legu.
Eftir føroyskum "ørindadreingja"-tykki var Pasternak ein borgarliga dekadentur maður, sum valdi privat tveysemi fram um tann brølandi, fjarstýrda og kyklopiska massakulturin!
Tað søguliga kuriøsa og tragikomiska er bara tað, at meginparturin av hesum avstumpaðu sovjett-kommunistisku lakajum, sum enn eru á lívi, finna vit í dag á teimum ovastu rókunum í okkara republikanska nationalist-umhvørvi. Teir vóru reelt føroyskir littererir kollaboratørar hjá KGB.
Men í dag sita hesir politisku hyklarar lýggir, bretta sær púra SKAMMLEYST á og spæla " sakligir humanistar", meðan teir í 1957/58 allir vóru kompromisleysir brutalir meinings-tyrannar, sum ALDRIN vildu ella KUNDU debattera nakað, UTTAN fyrst at hava spurt Ovasta Sovjett í Kreml, hvat teir skuldu meina ella tonkja.
Teir svínaðu ikki bara Pasternak og Sakharov út, nei systemkritikararnir, skaldini Daniel og Sinjavskij, sum báðir bóru børuna hjá Pasternak, blivu eisini regluliga hunddálkaðir av okkara fjarstýrdu salon-kommunistum, tí skaldini ikki vildu lúta fyri tí sovjettiska bølmannavaldinum. Teir kallaðu okkum norrønu socialdemokratar fyri svíkjarar og klassafíggindar.
Tað bleiv annars flent at sovjett-politiskt heilavaskaðum fólki, sum messandi søgdu: "Eg havi IKKI lisið bókina hjá Pasternak, men eg fordømi hana hart!"
Men tann famøsa Pasternak-skandalan var ENN ikki liðug! Heystið 1958 fekk Boris Pasternak endiliga Nobelprísin í litteraturi, og tað var primert fyri Doktor Zhivago, men nú vísti Sovjetvaldið seg aftur frá tí mest ússaligu og óklæðiligu síðuni.
Teir noktaðu Pasternak at fara til Stockholm eftir prísinum, og seinni noyddu teir hann til at FRÁSIGA sær Nobelprísin.
Hann var ræðuliga ólukkuligur um tað. Sonur hansara helt, at tað var ein meginorsøk til, at Boris Pasternak næstan misti lívshugin og doyði í mei mánaði 1960 sum ein púra desillusioneradur og vónsorlaður maður.
Burtursæð frá ortodoksum kommunistum og øðrum politiskum óruddi, syrgdi øll tann civiliseraða verðin, tá ið deyðsboðini komu.
"Brotsgerð" hansara var bara tann, at hann prioriteraði tann menniskjansliga, individualistiska og "irrationella" kærleikan hægri enn ta brutalu kollektivismuna og tann glerkalda socialrealistiska massakulturin.
Fáur hevur betalt størri prís fyri síni privatu følilsir og sínar sakleysu setningar!

LUDWIG EDVARD BOLTZMANN

Ludwig Boltzmann (1844-1906)
20. februar: Henda dag í 1844 var matematikarin, fysikarin og filosoffurin LUDWIG EDVARD BOLTZMANN føddur í Wien í Eysturríki. Pápi hansara var embætismaður og var tí fleiri ferðir flyttur til aðrar eysturríkskar býir at arbeiða.
Ludwig fekk tí næstan allan sín skúlalærdóm við heima-undirvísing, líka til hann sum knapt 11 ára gamal slapp inn á gymnasium í Linz. Hann hevði ikki nógvar spælibrøður í óvitaárunum, men tosaði næstan bara við vaksin fólk, serliga við pápa sín.
Hetta búnaði drongin áðrenn tíðina, men hann var eitt sindur socialt skerdur. Pápin doyði, meðan tann gamalklóki Ludwig bara var 15 ára gamal: Tað tók dronginum ógvuliga fast, tí feðgarnir vóru blivnir intellektuelt ógvuliga nærknýttir til hvønnannan.
Mamma Ludwig var av sera ríkum fólki, so sjálvt um forsyrgjarin doyði, orkaði hon at fíggja skúlagongdina hjá soninum, sum helt fram við sínum lesnaði.
Ludwig var spakur og beskeðin, men annars av bæði kenningum, lærarum og næmingum hildin at vera óvanliga væl begávaður.
Hansara interessur vóru natúrvitskapligar, hóast studentaskúlin í Linz favoriseraði tey musisku og humanistisku fakini. Tað er annars kuriøst, at tann blaðungi komponisturin Anton Bruckner var sang- og klaverlærari hjá Ludwigi Boltzmann.
Í 1863 tók Ludwig studentsprógv við sera góðum úrsliti. Sama árið kom hann aftur til Wien at lesa matematikk og fysikk við universitetið har. Í 1866 gjørdist hann doktari í bæði fysikk og filosofi.
Ein av teimum fyrstu ritgerðum hansara var: „Über die Grundprinzipien der mechanischen Wärmelehre“.
Hann bleiv tíðliga hugtikin av tí kenda fysikaranum Robert CLAUSIUS, sum í 1850 hevði framsett teir tveir viðgitnu høvuðssetningarnar í termodynamikki, har serliga entropi-fyribrigdið hugfangaði Boltzmann. Hann ivaðist ikki í, at tað skuldu molekylerar ella atomistiskar statistikk-berokningar til fyri at forklára termodynamikkina, og harvið er hann ein av grundleggjarunum av tí statistisku mekanikkini.
Boltzmann er tann fyrsti fysikarin, sum fær varmalæruna og ta praktisku termodynamikkina til at samsvara við líkningarnar hjá Maxwell.
Ludwig arbeiddi sum docentur á fysikkdeildini við Wien universitet, inntil hann í 1869 bleiv keisarliga útnevndur til professara í fysikk við universitetið í Graz.
Hesi árini í Wien og Graz var hann longu blivin internationalt kendur fyri sína matematiskt/statistisku tilgongd til avanceraðar termodynamiskar energi-berokningar. Men hann hevði als ikki bara fakligan undanvind.
Honum dámdi væl í Graz, men hann støðaðist ikki fakliga og helt, at hann hevði brúk fyri einum meira stimbrandi natúrvitskapligum debatt-umhvørvi, og tí søkti hann um og fekk studning til eina akademiska dannilsisferð í Týsklandi.
Hann fór í 1870 fyrst til Heidelbergar, har hann las hjá Bunsen og Kirchhoff. Síðani fór hann til Friedrich-Wilhelm universitetið í Berlin, har hann arbeiddi hjá Hermann von Helmholtz.
Í 1872 formuleradi hann ta kendu Bolzmann-líkningina, sum forútsigur, hvussu tann statistiski atburðurin verður hjá einari termodynamiskari skipan, sum ikki er í termodynamiskari javnvág. Hetta hevur stóran týdning fyri entropi-berokning, har tað kann ávísast statistiskt, at eingin makroskopisk termodynamisk process er reversibul, men antin statisk ella ir-reversibul.
Ein universal-konstantur, sum gongur aftur í øllum fysiskum berokningum um energi og entropi er uppkallaður eftir honum og eitur Boltzmanns konstantur.
Stødd: k = 1,380658, faldað við 10 í minus 23 J/K.
Tey flestu kenna gasskonstantin R, sum hevur so stóran týdning í varmalæru. Hann fæst við at falda Boltzmanns konstant við Avogadros tali. (Avogadros tal er mongdin av atomum í einum mol av einum substansi).
Í 1873 kom Bolzmann aftur til Wien og fekk starv sum professari í matematikk við sítt gamla universitet.
Hansara statistisku teoriir, sum vórðu bygdar á subtila møguleikarokning fingu tó mangar andstøðingar millum bæði lærdar fysikarar og kemikarar (t.d. Ostwald). Tað sleit uppá hansara psyku at skulla brúka tíð uppá at verja seg móti fakligum álopum.
Hann hevði fleiri ferðir havt anføll av tunglyndi, og tað versnaði nógv gjøgnum tey komandi árini, har hann alsamt skuldi verja síni matematiskt/statistisku sjónarmið móti smáligum fakligum kritikki.
Boltzmann var hektiskur, ótolin og bráur av lyndi, men hann skuldi kortini vera ein einastandandi góður fyrilesari og formidlari av bæði avanceraðum fysiskt/matematiskum og filosofiskum problematikki. Tað var ofta trokan í ymsum auditoria fyri at sleppa at lurta eftir hansara spennandi fyrilestrum.
Í 1875 fór hann aftur til universitetið í Graz, har hann bleiv ovasti leiðari fyri fysikk-deildini har.
Men hann longdist aftur til fak-brøður, sum hann kundi debattera avant-garde-vitskap við. So hann fór skjótt aftur til Týsklands, har hann arbeiddi á fleiri universitetum, fyrst í Berlin, so í München og Leipzig, men hann kom kortini aftur til Wien, har hann eisini er grivin.
Sum tíðin leið, fekk hann fakligan stuðul frá mætum fysikarum, sum vóru kønir í tí „nýggju“ relativistisku fysikkini, t.d. Max Planck og Albert Einstein, sum báðir høvdu stóran ans fyri tí matematiskt/statistisku metoduni hjá Boltzmann
Hann bleiv kortini meira og meira deprimeraður og flýggjaði burtur á langar turistferðir, bæði í Suðureuropa og Amerika. Hann fór eisini drúgvar skipsferðir á Miðalhavinum fyri at sleppa burtur frá gerandisdegnum.
Hóast hann hevði trivist væl sum fyrilesari ex cathedra fekk hann tey síðstu árini so nógvar fobiir og tvangstankar, at hann hvepti seg við at halda fyrilestrar. Hann ræddist katedrið, tí hann onkuntíð hevði mist tráðin mitt í einari tankarekkju.
Hann var fimm ferðir skotin upp til at fáa Nobelprísin, men fekk hann ongantíð. Teir, sum skutu hann upp, vóru m.a. Max Planck og Albert Einstein.
Á eini heilsu-ferð heystið 1906 í Slovenien, nærhendis Triest, sum tá hoyrdi til Eysturríki, bleiv hann so yvirtikin av vónbroti og depressión, at hann hongdi seg.
Tað er eingin ivi um, at hesin geniali natúrvitskapsmaður hevði fingið Nobelprísin, um hann bara livdi nøkur fá ár afturat.
Hann fekk kortini nógvar medaljur fyri sítt vitskapliga arbeiði, meðan hann livdi.
Hann er heiðraður nógv post mortem. Eitt mánakratur og ein asteroida eru uppkallaði eftir honum. Við universitetið í Wien er reist ein risastór standmynd av honum.
Á henni stendur formulin fyri entropi: S = k faldað við ln W, har S er entropi, k er Boltmanns konstantur, ln er tann natúrliga logaritman og W er tann týska styttingin fyri møguleikaeffekt (Wahrscheinlichkeit). .