Tuesday, November 29, 2016

CHRISTIAN ANDREAS DOPPLER



Christian Doppler (1803-1853)
29. november: Henda dag í 1803 var tann viðgitni fysikarin og matematikarin CHRISTIAN ANDREAS DOPPLER føddur í tí hábærsliga býnum Salzburg í Eysturríki.
Barndómsheimið hjá Christiani liggur ikki so langt haðani ein annar verðinsgitin salzburgari var føddur, - tað var sjálvur Wolgang Amadeus MOZART.
Christian Doppler var av eini múgvandi steinhøggara-familju í býnum, og ætlanin var, at hann skuldi fara somu yrkisleið, sum forfedrarnir. Men Christian var følin og kroppsveikur líka frá barnsbeini, og sum frá leið, bleiv heilsan hjá Christiani so vánalig, at tað var ikki hugsingur um, at hann kundi arbeiða sum grótmaður.
Í staðin fyri varð hann sendur til teir bestu skúlarnar í býnum, og eftir at hava tikið studentsprógv við frálíkum úrsliti, fór hann á "Polytechnischen Institut" í Wien at lesa fysikk og matematikk. Afturvið hesum fakum studeraði hann eisini filosofi.
Longu í 1829 tók hann akademiskt prógv og gjørdist undirvísingarassistentur á tí sama polytekniska stovninum, har hann hevði studerað.
Í 1835 arbeiddi hann eitt skifti í Prag, sum tá hoyrdi undir tann eysturríkska statin. Hann undirvísti bæði í real- og studentaskúlum í teimum natúrvitskapligu fakunum.
Í 1836 bleiv hann giftur við tí sterku, ambitiøsu og vitugu Mathilde Sturm, sum fekk ómetaliga stóran týding fyri alla hansara tilveru. Hon stuðlaði sínum viðbrekna manni í gerandislívinum, men hon eggjaði honum eisini til at halda fram við sínum vitskapliga arbeiði og teorium, sum leingi møttu sterkari fakligari skepsis frá fleiri kendum européiskum fysikarum.
Í 1841 bleiv hann útnevndur til professara í matematikk og fysikk við "Tann polytekniska Stovnin" í Prag. Hann var íðin granskari í eksperimental-fysikk og skrivaði meira enn hálvthundrað ritgerðir um natúrvitskaplig evni, serliga fysikk og astronomi.
Í 1842 kom høvuðsverk hansara "Über das farbige Licht der Doppelsterne und einiger anderer Gestirne des Himmels".
Doppler postuleraði, at orsøkin til, at stjørnur høvdu ymiskar linju-skeiklingar í sínum spektri, hevði við teirra ferð at gera.
Jú størri ferð, tær høvdu burtur frá okkum, jú størri var "reyðskeiklingin" í spektrinum.
Teoriin var strævin at prógva fyri LJÓSID frá stjørnum og ljós-bylgjur generelt, tí man hevdi IKKI nóg góð og "skjót" tól til at dokumentera við.
Men hypotesan, sum seinni fekk navnid DOPPLER-EFFEKTIN var skapt, og hon kundi sjálvandi eisini brúkast um ljóð og ljóðbylgjur.
Í 1850 bleiv Doppler útnevndur til professara í eksperimentellari fysikk við universitetið í Wien av Frants Josef, keisara, og tað eydnaðist Doppler við akustiskum royndum at dokumentera Doppler-effektina fyri ljóðbylgjur.
Sjálvt um hann hevði fingið sín slóðbrótandi tanka við astronomiskum stjørnu-eygleiðingum av ljós-bylgju-broytingum í tí veldugu rúmdini, noyddist hann kortini at leita sær inn í eitt beskeðið laboratorium, har hann við "seinum" ljóðbylgjum kom til eitt heilt analogt úrslit, sum prógvaði Doppler-effektina.
Principielt kann hon jú brúkast um allar "bylgju-rørslur".
Nú í tíðini verður Doppler-effektin brúkt í teimum flestu laboratoria, hartil av øllum astronomum, eisini á hvørjum sjúkrahúsi og av ferðslupolitifólki hvønn einasta dag.
Hon er eitt tað hentasta amboð, tá ið vit skullu máta ekstremt smáar broytingar av stórari ferð ella aðrari rørslu.
Astronomar brúka hana til mátingar av ferðini hjá stjørnum og galaksum, harumframt kunnu teir gera ekstremt eksaktar avstands-mátingar til planetir, og eisini frástøðuna millum tær.
Politiið brúkar Doppler-effektina til at máta avstandin til ein bil, sum nærkast. Ljóðskeiklingin slatrar um, hvussu skjótt bilisturin koyrir, Læknar brúka effektina til at máta ferðina av blóðstreymi gjøgnum blóðæðrar, hjartakømur og ymisk onnur organ fyri at analysera ta diagnostisku støðuna.
Í stuttum sigur Doppler-effektin, at frekvensurin av bylgjufyribrigdum hjá ljósi og ljóði varierar eftir ferðini hjá kelduni og móttakaranum; frekvensurin er eisini treytaður av tí medium, sum bylgjurnar ferðast ígjøgnum.
Broyting í LJÓS-frekvensi er ikki løtt at eygleiða í gerandis-degnum, men tey flestu kenna tað fyribrigdið, at LJÓDID frá einum sirenu-bili, sum koyrir framvið okkum, broytist týðuliga, at eftir um bilurin nærkast ella koyrir burtur frá okkum lurtandi móttakarum.
Tá ið keldan kemur tættari til móttakaran, uppfatast bylgjurnar sum STYTTRI enn tær bylgjur, sum keldan útsendir, og móttakarin uppfatar tí ein tóna (frekvens), sum er HÆGRI enn tann reelli frekvensurin hjá kelduni.
Tá ið keldan harafturímóti ferðast burtur frá móttakaranum, tykjast bylgjurnar LONGRI, tá ið tær náa móttakaranum, sum tí hoyrir ein "tóna" (frekvens), sum er LÆGRI enn keldan útsendir.
Christian Doppler bleiv ikki gamal. Í 1853 fór hann sum 49 ára gamal á eina heilsubótar-ferð til Venezia, har hann doyði og eisini er grivin nærhendis San Michele.
Tá í tíðini hoyrdi tann norðasti parturin av Italien undir Eysturríki.
Eftir sín deyða er Doppler nógv fagnaður. Hann hevur fingið bæði stovnar, skúlar, gøtunøvn og ein vitskapsprís í fysikk uppkallað eftir sær.
Á Mánanum er eitt kratur uppkallað eftir honum, og stutt eftir var ein fjallatoppur á Antarktis eisini nevndur eftir honum; - fjallið eitur Nunatak Doppler.
Í 1996 var harafturat ein asteroida uppkallað eftir Doppler.
Tað eru fáir natúrvitskapsmenn, sum hava fingið so stóra praktiska ávirkan á eksaktar mátingar og analysur, sum Christian Doppler. Hann hevði avgjørt uppiborið Nobelprisin, men doyði 50 ár for tíðliga til tess.

No comments:

Post a Comment