Tá ið man var ungur og hoyrdi um, at tað stóð so illa til hjá fólki
ella fyritøkum, at man valdi at realisera síni virði á eini auktión, var
mikil harmur, og man hevði sera ilt av teimum, sum vóru SO ILLA
komin fyri, at tey noyddust at velja hesa beisku og eirindaleysu
leiðina.
Man hoyrdi aldrin um fólk, sum hildu auktions-tiltakið
vera nakra góða loysn, men bara eina syndarliga og desperata
neyðloysn..
Summi komu enntá so illa fyri, at tey noyddust á tvingsuls-auktión.
Tey flestu vistu jú væl, at auktión er BARA fyri tey ovur-ríku, tey
sterku og tey, sum hava fúsar strámenn sum umboð fyri sínar
kapital-interessur.
Men nú hava fólksins og landsins oddamenn,
UTTAN at vera noyddir ella tvingaðir til tað, valt henda ótrúliga
brutala formin fyri útsølu av landsins ognum.
Tað má sigast at vera
ein ynkiligur útvegur, tí nú vera tað bara pengarnir, sum avgera HVØR,
ið fær tey bestu fiskiloyvi og tey mest lukrativu økini at fiska í.
Landið er ikki í nakrari tvingsuls-støðu, sum noyðir føroyingar til
ein so fantasileysan útveg sum auktión ella uppboðssølu, sum teir
eufemistiskt kalla avreiðingina fyri at fáa hana lættari ígjøgnum.
Harafturímóti er fiskivinnu-ministeriið í eini intellektuellari
tvingsuls-støðu, tí teir mangla talent og teir hava onga konstruktivar
loysnir. Men teir skammast við at erkenna tað.
Tessvegna hava
teir forelskað seg í AUKTIÓN, sum sjálvt teir ráu despotarnir í Tí gamla
Rómararíkinum hildu vera ein ússaligan, mannminkandi og tann
allarsíðsta desperata útvegin.
Ein og hvør fiska-kvotuskipan er betri og nógv rættvísari enn nøkur auktión, sum bara førir til ótespuliga spekulatión!
MERIT-METINGAR
Tann besta skipanin vildi sjálvandi verið stýrd eftir merit-metingum,
sum analyseraðu umsøkjararnar eftir kunnleika og øðrum kvalifikatiónum.
Ein nevnd av fakfeløgum, reiðarafelag og løgtingsvaldum álitisfólki áttu
at kanna allar forútsetningar, sosum standin av fiskiførum, veiðu- og
framleiðslukapacitet og ikki pengapungin hjá teimum, sum innsendu
umsóknir um fiskiloyvi. Tað hevdi verið nógvar ferðir meira rættvíst,
enn einhvør auktión.
So einfalt er málið, men landsins ovastu
fiska-heilar hava fingið tann tvangstanka, at alt, sum hevur við
fiska-kvotur og umsóknir at gera, skal loypast um. Annars missa teir
prestigu og "alt fer í fisk".
Tessvegna er hetta vitleysa Monte
Carlo-uppskotið hjá toska-ministaranum komið via eina stak undarliga ad
hoc nevnd, sum hevði fingið eina bundna uppgávu til at barsla nettup við
tí auktions-uppskotinum, sum toska-ministarin vildi hava.
Vit
mugu hopa, at oddafiska-ministarin besinnar seg og sær, hvussu langt
burtur frá øllum socialum rættvísi eitt auktións-uppskot er.
Skilagott skipaðar kvotur eru ikki socialisma, og sjáldan socialar, men
tær eru nógvar ferðir meira rættvísar enn einhvør auktión, sum bara er
skyld við ráa, harðrenda og kyniskt spekulativa kapitalismu. Hon
gagnar tí mest grádiga einstaklinginum og slett ikki fjøldini!
Ófatuligt, at ein fyrrverandi salonkommunistur, sum okkara
fiska-ráðharri er farin at fríggja við so brutalari kapitalismu, sum
beinleiðis útsølu og naivari avreiðing av landsins ognum til tann
hægstbjóðandi matadorin.
No comments:
Post a Comment