Boris Pasternak í 1934 (Wikipedia)
10.
februar: Henda dag í 1890 var tað umstrídda russiska skaldið,
umsetarin og nobelprísvinnarin BORIS PASTERNAK føddur í Moskva.
Hann var av jødiskari ætt, sum var blivin heilt assimilerað, tí tey
høvdu latið seg doypa og blivu konverteraði til kristna trúgv. Boris
fekk holla skúlagongd og vaks upp í sera stimbrandi musiskum umhvørvi í
einum borgarligum valaheimi, sum gav honum tryggar umstøður, sjálvt um
familjan ikki beinleiðis var rík. Tey hoyrdu avgjørt til ta
intellektuellu yvirstættina í Moskva.
Pápin, Leonid
Pasternak var málari og professari við Kunstakademiið í Moskva; hann
var eisini vinmaður við og stórur beundrari av tí verðinskenda
skaldinum Leo TOLSTOY og hevði fleiri ferðir illustrerað bøkurnar hjá
tí idealistiska stórskaldinum.
Mamma Boris, Rosa Kaufmann
var ein rættiliga kendur koncert-pianistur. Tað pasternakska heimið
var nógv vitjað av musiskum intellektuellum, sum t.d. komponistunum
Skrjabin og Rachmaninoff.
Boris hevði góðan hug til eina
musikk-karrieru og hevði spælt klaver, síðani óvitaárini, men hann
hevði ambitiøsar ætlanir um at blíva virtuosur musikari.
Hann
slapp eisini lættliga inn á konservatoriið í Moskva, men eftir
stuttari tíð á konservatoriinum, har kappingin var jarnhørð, gavst
hann, tí hann kortini ikki helt, at hann hevði nóg stórt talent sum
solistur.
Í staðin fyri fór hann í 1910 til Tysklands at lesa
filosofi við tað kenda protestantiska universitetið í Marburg,
(Marburg universitet frá 1527 var tað fyrsta týska universitetið, sum
IKKI var katólskt), har hann serliga studeraði Immanuel Kant, og
meðan hann dvaldist har, fekk Boris Pasternak hug og dirvi til at
royna seg sum yrkjara. Tann poesi, sum hann legði úr hondum, áðrenn Tað
Fyrsta Verdinskríggið var rættiliga slóðbrótandi og sofistikerað,
næstan esoterisk, og yrkingarnar vóru skrivaðar á einum máli, sum
næstan bara ein russisk akademisk elita kundi forstanda.
Men
yrkingarnar hjá Pasternak fingu kortini varandi týdning fyri seinni
russiskan lyrikk. Kendasta savnið frá hesi periodu er "Systir mín,
Lívið"
Pasternak kom heimaftur til Ruslands í 1914, og tá ið
revolutiónin begynti í 1917, bleiv hann í fyrstani ikki sørt hugtikin
av teimum væltalandi sovjettisku retorikarunum.
Sjálvt um
meginparturin av familjuni og vinum hansara valdu at rýma vestureftir,
valdi Boris Pasternak at blíva í tí revolutionera Sovjet-Ruslandi.
Pasternak var fyrst naivur beundrari av Vladimir Lenin, og helt
hann vera idealist eftir mynstri frá Tolstoy, og Boris lat seg eina
tíð tøla av proletar-poesi og turrgeldari socialrealismu, akkurát sum
social-skaldið Majakovskij.
Hann royndi við vilja at skriva
eitt einfalt gerandismál, sum annars lá rættiliga fjart frá
prátingarlagnum í hansara elitera stórbýar-miljø. Hann "noyddist"
beinleids at snobba "niðureftir" eitt skifti fyri at tekkjast tí
revolutionera sovjettvaldinum.
Men eftirhondini, sum tann
eirindarleysa revolutiónin perverteraðist, alt meðan censurur og
politisk kynisma tók valdið í gerandisdegnum, ógvaðist Pasternak yvir
órættin, og tá ið Stalin fekk ræðið, tagnaði Pasternak og skákaði sær
næstan heilt undan skriving ella støðutakan . Siðst í 1920´unum
koncentreraði hann seg meira um umsetingararbeiði, heldur enn sonevndan
"revolutioneran" skaldskap.
Hann týddi Goethe, Schiller og
Shakespeare til eitt elegant russiskt mál, sum avgjørt ikki var
sovjettpolitiskt ella socialrealistiskt, men klassiskt og
"individualistiskt".
Hann visti væl, at Stalin og tað paranoida
censurvaldið høvdu hann javnliga í eygnakrókunum og mistonktu hann fyri
at vera "óálítandi" individualist og slett ikki nóg revolutioneran.
Meðan fleiri av bestu vinmonnunum hjá Pasternak blivu fyribeindir ella
sendir til fangalegur í Sibirien, so lukkaðist tað Pasternak at
sleppa undan beinleiðis deportatión, men Stalin seigpíndi hann við
politiskum nervakríggi, sosum ymsum kryptiskum boðum ella óvæntaðum
telefonsamrøðum, har despoturin gav skaldinum kaldasveitta og
paranoia.
Pasternak ræddist Stalin, men yvirfyri vinfólki, sum
hann leit á, vágaði hann sær at umrøða Stalin sum eitt bølmenni og
samanbera hann við Adolf Hitler.
Pasternak bleiv stutt eftir
Annað Verðinskríggj lagdur undir at hava mis-týtt FAUST hjá Goethe,
soleiðis at tað kundi uppfatast sum um Goethe ikki var nóg
"progressivur", men fagnaði individualismuni. Tað gjørdi Goethe helst
eisini, tí Pasternak hevði ikki broytt eitt komma í sjónleikinum. Hann
hevði týtt Goethe so orðarætt, sum tað bar til.
Hví Pasternak
ikki bleiv fongslaður, er framvegis ein gáta, men teir politisku
litteratur-fútarnir fongslaðu hjákonu hansara, OLGU IVINSKAYA í staðin
fyri, og teir píndu Olgu fyri at finna fram til okkurt pikant ella
politiskt loyndarmál um skaldið. Pasternak var tvær ferðir giftur, men
tað var journalisturin Ivinskaya, sum var hansara stóri kærleiki
Longu í 1940´unum var Pasternak so internationalt umhildin sum skald,
at hann bleiv fleiri ár nevndur sum nobelkandidatur í litteraturi í
Stockholm, m.a. beint eftir Kríggid, men tá hevði Pasternak enn ikki
gjørt seg lidnan við sítt litterera høvuðsverk, "Doktor Zhivago".
Handritið til hetta megnarverkið bleiv ikki liðugt, fyrr enn í 1956.
Hann hevði skrivað nøkur brot av bókini í sínum ungu árum, men hann
skrivaði tað mesta av henni í árunum frá 1945 til 1956. Bókin er ein
personlig humanistisk uppgerð við ta brutalu kommunistisku
revolutiónina og ta rationelt stálsettu, men einsrættandi og
eindimensionalu kollektivismuna, sum næstan ikki loyvir ella tolir
individuellan "luksus", sum toleransu, "irrationelt" "óproduktivt"
kærleikslív ella banal menniskjanslig følilsir.
TANN OVURSTÓRA & HYSTERISKA NOBEL-GØLAN
Tað hevði líka síðani Revolutiónina verið heilt gott samband millum
Tann italienska Kommunistaflokkin og Sovjettvaldið, so um várið 1956
eydnaðist tað einum italienskum kommunistiskum journalisti at sleppa
inn í afturlatnar russiskar cirklar og fáa innlit í ta littereru
submentanina í tí russiska høvuðsstaðnum.
Hann hevði frá sínum
italienska forleggjara í Milano, Giangiacomo FELTRINELLI, sum eisini var
kommunistur, fingið sum uppgávu at finna fram til nýggjari russisk
talent ella sovjettiskar bókmentir, sum vóru verdar at útgeva
vestanfyri.
Tað vardi ikki leingi, so frætti tann forvitni
italienski journalisturin um handritið til "Zhivago", sum Pasternak
ikki var sloppin at útgeva í Sovjetsamveldinum. Italienarin legðist
ikki á boðini, men fór alt fyri eitt út at vitja Boris Pasternak
privat.
Vegna Feltrinelli beyð hann so Pasternak útgávurætt á
forlagnum í Milano, hvis tað bar til at fáa handritið smuglað vesturum
og líka til Italien.
Í fyrstani hvepti Pasternak seg við
uppskotið, men so ernaðist hann og helt brosandi fyri, at tiltakið
nokk vildi føra til, at hann skjótt bleiv eksekveraður við skjóting.
Tann stálsetti Feltrinelli fekk manuskriptið, og hann fortaldi fyri tí
bilsnu internationalu blaðverðini um sensatiónina við Zhivago, sum
bleiv ein tann mest viðgitna litterera hendingin nakrantíð.
Eftir
hetta begynti ein tann størsta politiska skandalan í allari
litteratur-søguni. Tað bleiv frá sovjettiskari síðu lagt sterkt
politiskt trýst á bæði forlagið og forleggjaran, sum bleiv blakaður út
úr Tí italienska Kommunistaflokkinum.
Sovjetvaldið sendi fleiri sendinevndir til Milano fyri skiftivís at bøna og hótta, men Feltrinelli lat seg ikki vika.
Í allarsíðstu løtu fingu sovjettiskir myndugleikar trýst Pasternak til
at senda eitt telegram, har hann bað tað italienska forlagið um at
steðga bókini.
Men Pasternak fekk umvegis dementerað hesi boðini,
so bókin kom kortini út, og hon bleiv ein tann størsta bóka-succes
nakrantíð. Hon kom í handlarnar í Italien 1957 fyrst á russiskum, og
stutt eftir á italienskum.
Feltrinelli seldi rættindini til 18
ymisk mál, og hann gjørdist rættiliga skjótt milliarderur. Teir
sovjetrussisku fundamentalistisku kommunistarnir høvdu jú sjálvir syrgt
fyri tí stupidu boomerang-reklamuni.
Vit, sum vóru ung heystið 1958 minnast væl hesa skandaluna, sum eitt tað mest groteska politiska teatur nakrantíð.
Tær paranoidu og hysterisku hat-kampagnur, sum blivu førdar frá
kommunistiskari síðu við sjálvum Khrustjev á odda móti øllum
Vesturheiminum, fóru heilt yvir gevind. Eina serliga grova og hatifulla
kommunistiska breiðsíðu fingu teir norrønu javnaðarflokkarnir, tí
Nobelprísurin var svenskur og stjórnin socialdemokratisk.
Kommunistiskir flokkar vestanfyri demonstreraðu og hildu hat-fundir móti
Nobelnevndini, sum teir kallaðu fyri keyptar og fjarstýrdar
antikommunistiskar lakajar
Okkara "egnu føroysku sovjettisku
avleggarar" høvdu heldur ikki nógv tamarhald. Vit minnast ógvuliga væl
enn teirra hatska orðalag í teimum døgunum og gjøgnum øll trýssini, har
serliga FRAMA-menn herjaðu á sonevndar sovjettrussiskar
systemkritikarar, líka frá skaldinum Pasternak til atomfysikaran
Sakharov.
Teir umrøddu beinleiðis Pasternak sum ein kriminellan brotsmann, sum átti at verið fyribeindur í onkrari Gulag-legu.
Eftir føroyskum "ørindadreingja"-tykki var Pasternak ein borgarliga
dekadentur maður, sum valdi privat tveysemi fram um tann brølandi,
fjarstýrda og kyklopiska massakulturin!
Tað søguliga kuriøsa og
tragikomiska er bara tað, at meginparturin av hesum avstumpaðu
sovjett-kommunistisku lakajum, sum enn eru á lívi, finna vit í dag á
teimum ovastu rókunum í okkara republikanska nationalist-umhvørvi. Teir
vóru reelt føroyskir littererir kollaboratørar hjá KGB.
Men í dag
sita hesir politisku hyklarar lýggir, bretta sær púra SKAMMLEYST á og
spæla " sakligir humanistar", meðan teir í 1957/58 allir vóru
kompromisleysir brutalir meinings-tyrannar, sum ALDRIN vildu ella
KUNDU debattera nakað, UTTAN fyrst at hava spurt Ovasta Sovjett í
Kreml, hvat teir skuldu meina ella tonkja.
Teir svínaðu ikki bara
Pasternak og Sakharov út, nei systemkritikararnir, skaldini Daniel og
Sinjavskij, sum báðir bóru børuna hjá Pasternak, blivu eisini regluliga
hunddálkaðir av okkara fjarstýrdu salon-kommunistum, tí skaldini ikki
vildu lúta fyri tí sovjettiska bølmannavaldinum. Teir kallaðu okkum
norrønu socialdemokratar fyri svíkjarar og klassafíggindar.
Tað
bleiv annars flent at sovjett-politiskt heilavaskaðum fólki, sum
messandi søgdu: "Eg havi IKKI lisið bókina hjá Pasternak, men eg fordømi
hana hart!"
Men tann famøsa Pasternak-skandalan var ENN ikki
liðug! Heystið 1958 fekk Boris Pasternak endiliga Nobelprísin í
litteraturi, og tað var primert fyri Doktor Zhivago, men nú vísti
Sovjetvaldið seg aftur frá tí mest ússaligu og óklæðiligu síðuni.
Teir noktaðu Pasternak at fara til Stockholm eftir prísinum, og seinni noyddu teir hann til at FRÁSIGA sær Nobelprísin.
Hann var ræðuliga ólukkuligur um tað. Sonur hansara helt, at tað var
ein meginorsøk til, at Boris Pasternak næstan misti lívshugin og doyði í
mei mánaði 1960 sum ein púra desillusioneradur og vónsorlaður maður.
Burtursæð frá ortodoksum kommunistum og øðrum politiskum óruddi, syrgdi øll tann civiliseraða verðin, tá ið deyðsboðini komu.
"Brotsgerð" hansara var bara tann, at hann prioriteraði tann
menniskjansliga, individualistiska og "irrationella" kærleikan hægri
enn ta brutalu kollektivismuna og tann glerkalda socialrealistiska
massakulturin.
Fáur hevur betalt størri prís fyri síni privatu følilsir og sínar sakleysu setningar!