18. oktober: Henda dag í 1859 var tann franski filosoffurin og
nobelprístakarin HENRI BERGSON føddur í Paris. Hann var av jødiskari ætt
og fekk í óvitaárunum rættiliga stranga jødiska uppaling. Líka til hann
var níggju ára gamal kom hann bara millum jødar, gekk í jødiskum skúla
og luttók aktivt í synagogu-mentanini.
Familjan hoyrdi til ta konservativu og sera ortodoksu sektina "hasidistar", sum liva strangt eftir Talmud-doktrinum.
Men í 1868 kom hann á tann franska real- og gymnasiu-skúlan, "Lycée
Condorcet", og har møtti hann bæði fronskum kristnum- og sekulariseradum
kulturi, og tað førdi við sær, at hann í 15- ára aldrinum misti sína
trúgv og meldaði seg heilt burtur úr tí jødisku meinigheitini.
Onkur heldur, at útmeldingin hevði samband við, at hann sum hálvvaksin
hoyrdi um evolutiónsteoriirnar hjá Charles Darwin og Lamarck, men hann
var eisini nógv ávirkaður av fronskum javnaldrum, sum opinlýst
debatteraðu trúarspurningar. Tað var Bergson slett ikki vanur við í
sínum absolutistiska umhvørvi.
Í 1878 tók hann studentsprógv við
frálíkum úrsliti, serliga í natúr-vitskapligum fakum, men longu áðrenn
prógvið skaraði hann framúr, við at vinna ein prís fyri eina geniala
matematiska ritgerð.
Um heystið sama árið kom hann á tann
viðgitna "École normale supérieure", sum er ein læri-stovnur á
universitets-niveau, ið serliga útdannar embætismenn, universitetsfólk
og leiðandi akademikarar í tí privata vinnulívinum. Har valdi hann at
lesa humaniora við filosofi sum høvuðsfaki. Hansara matematisku lærarar
beklagaðu sjálvandi, at Bergson ikki heldur valdi at lesa natúrvitskap.
Hann tók sítt fyrsta akademiska prógv, "license ès lettres" í greskum,
latíni og filosofi á ENP summarið 1881, og um heystið sama árið tók hann
á Universitetinum í Paris tað formella prógvið "agrégation de
philosophie", sum kvalificeraði hann til gymnasiumslærara.
Hann
fekk sítt fyrsta kall á einum studentaskúla í Angers og seinni í
Clermont-Ferrand. Hesi árini studeraði hann afturvið sínum arbeiði; hann
skrivaði nógv og luttók á fleiri fundum, har hann intensivt debatteraði
filosofi, psykologi og sociologi bæði í og uttanfyri Frankaríki.
Í
1888 vendi hann aftur til Paris, og eftir fáum mánaðum fekk hann starv á
"Lycée d´Henri Quatre", har hann arbeiddi í átta ár.
Í 1898 bleiv
hann maitre de conference (lektor) á sínum gamla lærustovni, "École
normale supérieure", og tvey ár seinni professari í antikkum málum og
filosofi.
Í 1901 bleiv hann limur av tí eksklusiva felagsskapinum "Academie des sciences morales et politiques"
Í 1904 bleiv hann professari í filosofi við universitetið í Paris.
Hann var tá blivin so alment kendur, at konsistorium innførdi "opnar
fyrilestrar" í filosofi (eitt slag av fólkauniversiteti), har fólk tustu
inn beint frá gøtuni fyri at fáa sær filosofiska "belæring og
uppaling".
Tey filosofisku mál, sum Bergson tók upp, vóru sera
fjøllbroytt og fevndu líka frá vitalismu til sociologi, psykologi,
biologi og fysiologi. Hann var hugfangaður av tíð, rørslu, universi,
broytingum (dynamikki) og markinum fyri natúrvitskapligum erkennilsi.
Líka sum vitalistarnir trúði hann ikki, at organiskt lív kann
forklárast bara við kemiskt/fysiskum lógum. Hann verður viðhvørt
samanborin andaliga við týskaran Martin Heidegger, sum annars var
eksistentialistur.
Bergson arbeiddi alsamt við okkara neuralu minnis-funktiónum, markinum fyri alskyns erfaring og serliga við INTUI´TIÓN.
Tí studeraði hann gjølla bæði biokemiska og medicinska avant-garde gransking og kunnleika.
Psykologiskt verður fyribrigdið intuitión definerað sum evni til at
útvega sær vitan, kunnleika og erkennilsi UTTAN nakað prógv,
dokumentatión ella resonerandi heilavirksemi.
Tey intuitivt erkennandi kunnu ikki sjálvi forklára, hvussu tey hava fingið sín "kunnleika, vitan ella uppfinnilsi".
Intuitión kann viðhvørt minna um eitt apokalyptisk upplivilsi (opinbering).
Bergson postulerar, at tað er ein filosofisk uppgáva at geva eitt
intuitivt forstáilsi av veruleikanum sum eini altfevnandi syntesu, altso
tíðarfyribrigdum av kalejdoskopiskum relatiónum og hendingum.
Tað
heldur hann ikki, at natúrvitskapur kann geva, tí, eftir hansara tykki
er vitskaplig gransking stýrd av analysu og avmarkandi "molekylærum"
erkennilsi.
Hann gjøgnumhugsaði nógv fyribrigdið korrespondens millum psyku og fysikk (sál og likam).
Hann segði beint út, at momentan upplivilsir og intuitión hava størri
týdning enn natúrvitskapur og abstrakt rationalisma fyri at kunna
erkenna veruleikan.
Hann helt, at lívsneistin (l´élan vital) kann
ikki mátast ella vigast, men finst bara í tí livandi organismuni og
hvørvur saman við henni.
Til stuttleikar skrivaði hann eisini eitt
essay um látur, sum hann helt vera sunnan og eina avgjørt neyðuga
sociala mekanismu fyri at trívast.
Burtursæð frá Sartre hevur
eingin filosoffur verið so populerur sum Bergson, meðan hann var á lívi.
Tað var boð eftir honum úr øllum Europa til fyrilestrar og
orðaskiftis-fundir.
"Filosofisk intuitión" bleiv eitt socialt mótafyribrigdi.
Sjálvt um tey fægstu tóku vitalismuna og intuismu-læruna hjá Bergson
beinleiðis í álvara, so vóru tankar hansara sera kreativir og
originalir.
Harumframt var tann littereri stílurin hjá Bergson so elegantur, at hann í 1927 fekk Nobelprísin í litteraturi.
Trý ár seinni fekk hann "Croix d´honneur", sum er tann mest tignarligi prísur, man kann fáa í Frankaríki
BØKUR:
Tær týdningarmestu bøkurnar hjá Bergson eru "Essai sur les données
immediates de la conscience" (1889), "Matiéres et mémoires" (1896),
L´évolution créatrice" (1907) og "Les deux sources de la morale et de la
religion" (1932).
Henri Bergson var forfardur av Verðinskrígnum og bleiv síni síðstu ár meira eygleiðari enn aktivur debattørur.
Hann doyði sum ein rættiliga anonymur intellektuellur í 1941, men tá
høvdu bersøgnari tonkjarar sum Sartre og Camus longu rænt tann
filosofiska pallin, og intuitionisman mátti dvína fyri
eksistentialismuni sum tí ráðandi tankastreyminum í Europa.
No comments:
Post a Comment