Sunday, November 20, 2016

RUDOLF OTTO SIGISMUND LIPSCHITZ

Rudolf Sigismund Lipschitz (1832-1903)
14. mei: Henda dag í 1832 var tann vitugi, um enn kanska ikki so vælkendi matematikarin RUDOLF OTTO SIGISMUND LIPSCHITZ føddur í tí táverandi Kønigsberg í Eystur-preussen, sum lá allareystast í Týsklandi.
Eystur-Preussen var í 1945 býtt sundur millum Polen og Rusland. Høvuðsbýurin Kønigsberg bleiv russiskur, og býurin skifti tí navn til Kaliningrad.
Pápi Rudolf Sigismund var ríkur góðseigari og mátti erkenna, at tann gløggi sonurin heldur vildi lesa hægri matematikk, enn at arbeiða sum jarðadrottur. Rudolf var tí longu sum bara 15 ára gamal immatrikuleraður á tað umhildna Albertus Magnus-universitetið í Kønigsberg, haðani hann kortini skjótt flytti til tað natúrvitskapliga renommeraða Friedrich Wilhelms universitetið í Berlin, har hann kom at lesa hjá tí vælkenda teoretikaranum og granskaranum Dirichlet. Longu í 1853 vardi Rudolf sítt phd-diplom og gjørdist í nøkur ár gymnasium-lærari, men hann møddist av undirvísingini har, so hann fór aftur til universitetsverðina og fekk starv við universitetið í Bonn, har hann í 1857 gjørdist doktari í matematikk. Sama árið bleiv hann settur sum universitets-docentur.
Í 1862 bleiv hann útnevndur til vara-professara í matematikk við universitetið í Breslau, sum í dag liggur í Polen og hevur skift navn til Wrozlaw.
Í 1864 kom hann aftur til Bonn, og tá lukkaðist tað honum endiliga at blíva rættur professari, og í 1874 gjørdist hann universitets-rektor í Bonn, har hann síðani arbeiddi, líka til hann gavst við síni karrieru.

Tað fyrsta akademiska avrikið eftir, at hann var kosin til rektor, var, at hann útgav lærubókina "Lehrbuch der Analysis", sum leingi var obligatoriskur lesnaður fyri matematikkstuderandi, eisini í Norðanlondum, inntil vit fingu tilfarið týtt til móðurmálini.
Rudolf Sigismund setti sær risaspor í sínum arbeiði við matematiskari analysu, og fleiri matematisk fyribrigdi eru seinni uppkallaði eftir honum, m.a. Lipschitz kontinuitets-treytir (Lipschitz-stetigkeit) og Lipschitz konstantur.
Hann bleiv serliga gitin fyri sítt arbeiði við praktiskari matematikk, sonevnd "angewandte Mathematik", har matematikkin verður brúkt sum amboð til at loysa kompleks problem í serliga teknikki og fysikk/kemi.
Hann arbeiddi eisini við differential-geometri, talteori, øvugtum funktiónum og matematikkini í klassiskari mekanikk. Eitt konvergens-kriterium fyri tær vælkendu "Fourier-rekkjurnar" er nevnt eftir honum.
Hann var rættiliga beskeðin madur, og tað var ikki fyrr, enn hann var farin, at hann fekk fulla viðurkenning fyri sítt arbeiði av fakmonnum.
Í 1883 fekk hann tann størsta heiður, sum ein matematikari kann fáa: Hann bleiv upptikin í LEOPOLDINA-felagsskapin. Tað roknast fyri eitt akademiskt riddaraslag, ájavnt vid Nobelprísin.
Hann doyði í Bonn um heystið 1903, har hann liggur grivin á Poppelsdorfer Friedhof.
Í Týsklandi eru fleiri gøtunøvn uppkallaði eftir honum.


No comments:

Post a Comment