( 27/7. 1891 --- 27/7. 2016) EMIL JOENSEN 125 ár
tann sanni og reelli skaparin av tí føroyska flagginum
Presturin Emil Joensen, sum stovnaði Tað føroyska kristiliga
Ungmannafelagið í Kjøpinhavn 1918 og teknaði tað føroyska flaggið á
Regensen árið eftir, var føddur í Bø tann 27. juli 1891 og hevði
tessvegna fylt 125 ár tann 27. juli í ár.
Tað er ein treisk og
óklæðilig nationalistisk lygisøga, at Jens Oliver Lisberg og Janus
Øssursson tveireinir skaptu tað føroyska flaggið á Regensen í Kjøpinhavn
1919.
Føroysk skúlabørn verða konsekvent og uttan nakrar
viðmerkingar ella forklárandi fótnotur indoktrineraði við hesi mytu.
Flestu søgumenn vita av hesum pínliga faktum, men lata bara sum einki!
Sum onkur erligur og djarvur søgumaður tók til, meðan Emil enn var á lívi:
"Tann livandi vágamaðurin Emil Joensen er beinleiðis skrivaður út úr
flaggsøguni til frama fyri tann deyða suðuroyingin Jens Oliver Lisberg!"
Tað er jú nógv lættari at skapa mytur um farnar menn!
Men tað
svitast ikki, at tað var bíggjarmaðurin og presturin, Emil Joensen, sum
teknadi flaggið fyrstu ferð. Tí átti hann at verið bæði nevndur og
fagnaður saman við hinum báðum, sum fáa alla æruna.
Emil var
sóknarprestur við Mariakirkjuna í Istedgade, Kjøpinhavn í meira enn ein
mansaldur. Hann var sjálvsstýrishugaður, men avgjørt ikki
loysingarmaður; hann og Petur Mohr Dam vóru persónligir vinmenn. Teir
vóru báðir eldhugaðir ríkisfelagsskapsmenn og ynsktu konstruktiva
samvinnu við Danmark og danskarar um at skapa føroyingum mannsømulig
kor. Sum skilamenn hildu teir, at tað gagnaði báðum pørtum best at
draga eina politiska línu!
Tað er ofta skrivað og sagt fyrr, men
lat meg einaferð enn orðaraðið taka uppaftur tað, sum Emil sjálvur
skrivar í 25-ára minnisritinum hjá Tí kristiliga føroyska
Ungmannafelagnum í Kjøpinhavn (1918-1943):
" Sunnudagurin hin 2.
mars 1919 var ein merkisdagur í Føroya søgu. Á hesum degi varð hitt
nýggja føroyska krossflaggið vígt á føstugangsveitslu Føroyingafelags í
Brohusgade 17. Studentaflaggið hevur tað verið kallað av tí, at tað
vóru studentar, sum vóru upphavsmenn til merkisins og skapaðu tað.
Høvuðsmenninir vóru stud. jur. Jens Oliver Lisberg og stud. theol. Janus
Øssursson. Vit høvdu ofta tosað um, at vit føroyingar í staðin fyri tað
gamla veðraflaggið áttu at fáa okkum eitt krossflagg javnbjóðis við
hini norðurlanda fólk. So ein dagin komu Jens Oliver Lisberg og Janus
Øssursson inn á Regensen til mín í góðum hýri; nú skuldi álvara gerast
av og so varð farið at gera útkast til merkisins. Eg setti meg niður og
teknaði á hvítum botni ein reyðan kross við bláum kanti báðu megin við.
Hvør kantur var fimtingur av tí reyða. Hetta hildu vit allir vera sera
vakurt, og tá ið vit so fóru at kanna eftir, vísti tað seg, at hetta var
hin einasti møguleiki fyri samanseting av teimum føroysku litunum. Alt
annað var longu í brúki av hinum brøðrafólkunum. So varð farið oman í
Frederiksberggade til "Nordisk flag- og fanefabrik" at bíleggja lítið
flagg. Tá ið vit so seinni fingu størri flagg niðan, breiddu vit tað út
av regensvindeyganum. Íslendingar, ið sóu tað í garðinum, vóru hugtiknir
eins og vit, róptu hurrá og ynsktu tillukku.
Jens Lisberg og eg
vóru báðir nevndarlimir av Føroyingafelag. Og tað var avgjørt, at lítla
merkið skuldi berast fram á veitslufundi Føroyingafelags og vígast
føstulávintssunnudag 2. mars."
At døma eftir hesari frásøgn er
ilt at gera Emil Joensen til ein statist í flaggsøguni. Eingin ynskir at
taka heiðurin frá hinum báðum, men tað er smálig og órímulig
søguskeikling at ignorera sjálvan teknaran av flagginum.
Smb.
dagbókina hjá Emil, vóru hinir báðir faktiskir statistar "in statu
nascendi", meðan Emil sum høvuðspersónurin teknadi flaggid. - Tað
átti tí sjálvandi at verið pláss fyri hesi flagg-trio í øllum føroyskum
søgubókum.
Tað bleiv eitt seigt og langt eljustríð millum tveir
flagg-partar aftaná minnisritið hjá Emil Joensen í 1943. Hann kom undir
herviligt trýst, og menn kravdu beinleiðis av honum , at hann tók orð
síni aftur, men Emil helt seg til sannleikan og lat seg ikki kúga.Tey,
sum hildu við honum, gjørdu manngarð um Emil Joensen og tað sonevnda
"Mílaflaggið", meðan onnur fingu sær eina aðra versión. sum seinni er
blivin tann officiella.
Hvør hevur nú rætt? Ja, her kann eg m.a.
citera Ólav Hátún, sum er bróðursonur Emil Joensen. Hann hevur fleiri
ferðir tikið nakað soleiðis til um pápabeiggjan: "Emil var kanska
naivur, og sum predikantur var hann ikki av teimum mætastu, men hann
leyg ikki!"
Og so er reelt alt sagt! Emil vildi ikki ganga frá sínum, tí hansara versión var tann autentiska.
Alla mína tíð í Kjøpinhavn umrøddi man bara flaggið sum "Mílaflaggið
ella studentaflaggið". Nógv fólk hava gjøgnum árini roynt at fingið Emil
rehabiliteraðan, eitt nú Nikolina Beder, sum hevur skrivað nógv um
flaggsøguna.
Seinni bøkur og røður hava skeiklað ta seigu reellu
søguna og hava viljað, at Emil Joensen skal "hvørva úr flaggsøguni".
Tað skal ikki lukkast teimum, tí Emil var ein
erligur heiðursmaður, sum hevur uppiborið at vera fagnaður sum tann
sanni flaggteknarin.
Tað hevði sømt seg fyri okkara
kulturministerium (mentamálráðið) at markera dagin við veittrandi
fløggum, ljómandi sangi og takksomum mergjandi fagnaðar-røðum.
Tað
er ein snópisliga stór skomm fyri okkum føroyingar, at man hevur
krógvað heiðursmannin Emil Joensen inni í eini søguligari parantes!
Emil doyði um heystið 1975 sum 84 ára gamal.
No comments:
Post a Comment