Sunday, November 20, 2016

HANS MÜLLER (alias REGIOMONTANUS)

 Regiomontanus (1436-76)

6. juni: Henda dag í 1436 var matematikarin, instrumentmakarin og astronomurin HANS MÜLLER (alias REGIOMONTANUS) føddur í bygdini Unfinden, nærhendis tí lítla býnum Kønigsberg í regiónini Franken, sum liggur í útnyrðingshorninum av Bayern. Tann Kønigsberg hevur als einki samband við tann stóra og víða kenda Kønigsberg í Eystur-Preussen, men eftir sínum suðurtýska býi fekk Hans sítt latínska navn, Regiomontanus ("kongafjall"). Tað verður kortini ikki brúkt fyrr enn næstan tveir mansaldrar eftir, at Hans Müller var deyður. Ein tann fyrsti, sum brúkar tílnevnið Regiomontanus, er Melanchton.
Í síni studentartíð kallaði Hans seg annars viðhvørt Johannes de Monteregio.
Longu sum smádrongur var Hans sera hugtikin av stjørnu-kagan og astronomi. Hann var ikki meira enn tólv ára gamal, tá ið hann hevði gjørt sær eina imponerandi astronomiska árbók, har hann hevði teknað sær allar sjónligar stjørnur og allar tá kendar kometir (halastjørnur) og planetir (gongustjørnur) við positiónum og klokkutíðum í relatión til sólina og mánan, umframt nógv onnur celestisk data. Hvør dagur í eini slíkari "logbók" eitur ein "ephemerida". Hansara dagligu eygleiðingar fingu stóran týdning fyri sjóferðslu og navigatión.
Enn tann dag í dag eru fak-astronomar bilsnir yvir, hvussu væl skipaðar ephemeridirnar hjá tí tólv ára gamla Hansi Müller eru.
Pápi hansara, sum var múgvandi myllari, hevði ráð til at senda tann gløgga sonin til hægri skúlaskap.
Í 1447 verður Hans innskrivaður við universitetið í Leipzig, og trý ár seinni, sum bara 14 ára gamal, verður hann immatrikuleraður við universitetið í Wien, sum tá varð roknað fyri at vera ein tann allarfremsti lærustovnur í astronomi og serliga astronomiskari matematikk.
Hans Müller fekk sítt fyrsta vitskapliga prógv 1452, og longu í 1457 gjørdist hann magistari í matematikk og astronomi.
Tá var kortini ikki nøkur stór gjógv millum astronomi og astrologi, so ein partur av "lærdóminum" hjá astronomum var, at teir skuldu læra seg at uppstilla horoskop fyri fólk. Teir flestu kundar teirra vóru aðalsfólk og limir av kongaligum familjum. so tað kundi geva eina fitta hjáinntøku fyri fátækar akademikarar.
Hóast hann ikki hevði fingist nógv vid teologiskan lesnaða gjørdist hann kortini katólskur bispur, men hann brúkti næstan alla sína tíð uppá matematikk, vitskapliga astronomi og instrumentbygging. Man veit sera lítið um hansara teologisku brøgd.
Hann var tiltikin "komet-finnari". Tað var vanligt hjá astronomum at leita eftir kometum, men áðrenn kikarar blivu vanligir, var tað eitt sera strævið arbeiði, sum kravdi, at man sat nátt eftir nátt og stardi, Tað vóru næstan bara ógiftir menn, sum kundu taka sær tíð til slíkt arbeiði. Men Regiomontanus var eisini gamal drongur ella munkur..
Í 1468 kom hansara viðgitna tabel yvir sóldeklinatiónir (Tabula Primi mobilis). Sólar-positónir og aðrar astronomiskar observatiónir hjá honum vóru so eksaktar, at nógvir astronomar og søgumenn halda, at tær eru forútsetningarnir fyri, at uppdagilsis-ferðandi, sum Vasco da Gama og Christoffer Columbus yvirhøvur kundu hætta sær avstað og fáa nakað burtur úr sínum ferðum. Teir brúktu allir tabellirnar hjá Hansi Müller. Regiomontanus var aldrin í iva um, at Jørðin var rund, men tað debatteraði hann hvørki við kardinalar ella Pávan. Hann dugdi at tiga á religiøsum stevnum og fundum, sjálvt um hann helt seg til kirkjuna.
Men tað, sum er allarmest imponerandi og hugtakandi við Regiomontanus, er, at hann faktiskt fleiri staðni í sínum pappírum skrivar um eitt heliocentriskt system og ikki eitt geocentriskt. Hann kendi allarhelst til tankarnar hjá Aristarchos á Samos, sum longu umleið ár 200 fíltist á skipanina hjá Ptolemæus við JørVini í miðjuni.
Hann visti altso, at Jørðin flytti seg rundan um Sólina og ikki øvugt. Tað er meira enn tveir mansaldrar, áðrenn Kopernikus framsetti ta teoriina, og man veit eisini, at Kopernikus kendi til tankar og arbeiði hjá Regiomontanus, sum Kopernikus beundradi sum astronom.
Tað er eisini Regiomontanus, sum fer undir forarbeiði til at broyta tann julianska kalendaran, sum var meira enn 11 dagar "skeivur" á hansara tíð.
Hann skjeyt upp at broyta kalendaran miðskeiðis í 15. øld, men tað bleiv ikki gjørt fyrr enn fyrst í 17. øld, tá ið vit fingu tann gregorianska kalendaran, sum vit brúka í dag. Tá mátti man loypa 11 dagar í februar um, akkurát sum Regiomontanus hevði skotið upp.
Regiomontanus var ein sjáldsama skjótur og effektivur beroknari og arbeiddi systematiskt við talteori og pædagogiskari foreinkling av rokning og alskyns viðgerð av tølum. Hann skrivaði nógvar roknibøkur, bæði í vanligari rokning, aritmetikk, algebra og geometri. Men einamest kendur er hann fyri, at hann legði grundina undir ta sera týðandi trigonometriina, sum hevur so alstóran týdning í øllum teknikki og navigatión.
Tað matematiska bragdið, sum moderniseraði trigonometriina, gjørdi, at Regiomontanus enn verður roknaður fyri at vera tann mest týðandi matematikarin og astronomurin í allari 15. øld.
Müller, alias Regiomontanus fekk týtt ein hóp av antikkum matematiskum tilfari (t.d. Euklid og Ptolemæos) frá tí gresku oldtíðini til latín og týskt, og tað inspireraði bæði hann og aðrar vestureuropéarar. Tað er nógv, sum týðir uppá, at hann er blivin inspireradur av tí viðgitnu ALMAGEST-bókini hjá Ptolemæos til síni astronomisku og matematisku modellir. - Almagest var tað størsta astronomiska verkið í oldtíðini. Men Regiomontanus hevur eisini sæð, at tað vóru feilir í tí rúgvismikla tilfarinum hjá Ptolemæussi, og sum gresktkønur hevur Müller vitað, at astronomurin Aristarchos bara ein mansaldur aftaná tann ídna Ptolemæus, kundi ávísa, at tað var lættari at forklára, hvussu planetirnar ferðaðust, hvis man brúkti Sólina sum centrum í staðin fyri Jørðina; - men tankarnir hjá Aristarchos vórðu "gloymdir" og seinni køvdir av religiøsum fanatikarum.
Í 1461 fór Hans Müller eina lestrar-ferð til Rom, men hann kom aftur til Tysklands fyrst í 1470´unum, har hann setti seg niður í Nürnberg og fekk sær sína egnu prentsmiðju, so hann kundi útgeva alt tað kolossala tal-tilfar, hann hevði savnað saman.
Men longu árið eftir doyði hann á eini aðrari ferð til Rom, bara 40 ára gamal. Hann var boðin til Rom av Pávanum, sum vildi hava hann at hjálpa Vatikaninum við ymiskum kalendara-justeringum. Tað er framvegis ógreitt, hvussu hann doyði. Kanska vildi onkur sabotera hansara kallendara-arbeiði.
Ein teori er, at hann bleiv dripin. Um so er, hava tað helst verið fólk, sum høvdu frætt um hansara "kettarsku" tankar og ræddust teir.
Ein onnur teori er meira einføld og sigur bara, at hann skuldi doyggja av pest, sum herjaði um tað mundið í Rom.
Men eingin ivi er um, at Hans Müller á síni prentsmiðju hevði ætlað at útgivið sínar tankar um ta heliocentrisku skipanina, hvis hann bara hevði livað nøkur fá ár afturat.
Tað kom tí katólsku kirkjuni sera væl við, at hann doyði.
Hann fekk eina glæsiliga jarðarferð, tí flestøll viðurkendu hann sum eitt matematiskt flogvit. Hevði hann livað bara eina dekadu afturat, hevði hann verið fagnaður sum eitt bæði astronomiskt og filosofiskt flogvit eisini.
Bæði ein asteroida og eitt mánakratur eru uppkallaði eftir Hansi Müller, alias Regiomontanus.
Hann bleiv tignarliga jarðaður í tí aldargamla Panthéon á Piazza della Rotonda í Rom.

No comments:

Post a Comment