Sunday, November 20, 2016

ERNST OTTO FISCHER

10. november: Henda dag í 1918 var kemikarin og nobelprístakarin ERNST OTTO FISCHER føddur í bygdini Solln í útjaðaranum av München.
Pápi hansara var professari í fysikk við "Technischen Hochschule München" (THM), so Ernst visti nógv um alskyns natúrvitskap, áðrenn hann fór í skúla.
Hann tók studentsprógv í 1937 á Theresien Gymnasium í München. - Um heystið sama árið bleiv hann innkallaður til tvey ára militér-tænastu, men tá ið tann obligatoriska hertænastan var liðug, brast Kríggið á millum Týskland og ta eingilsk-fronsku alliancuna í 1939, so Ernst varð fyrst sendur til Polen og Frankaríki sum soldatur í Wehrmacht; síðani varð hann sendur til Ruslands í 1941. Veturin 1941 fekk hann orlov eitt langt skifti og immatrikuleraði seg beinanvegin á THM sum kemi-lesandi.
Men sum nógvir aðrir týskir akademikarar varð hann inn aftur kallaður til militerið seinni í krígnum og tikin sum krígsfangi í 1945.
Stutt eftir Annað Verðinskríggj fór hann aftur at lesa og tók prógv sum kemikari í 1949. Hann gjørdist phd í 1952 fyri eina ritgerð í óorganiskari kemi um "Mekanismurnar av koliltu-reaktiónum hjá Nikkul-saltum í einum umhvørvi av dithionittum og sulfoxylatum."
Hann var hugfangaður av, hvussu "transitións"-metallir í tí periodisku skipanini bóru seg at í organiskum miljø.
Hesin parturin av kemi, sum er á markinum millum organiska- og óorganiska kemi, verður kallað "metall-organisk" kemi. Hon hevur fingið stóran týdning í medicinal-ídnaði og vitamin-framleiðslu.
Í 1954 gjørdist hann doktari í kemi fyri eina drúgva grein um dienir og indenir, sum æt "Metallverbindungen des Cyclopentadiens und indens".
Tað lukkaðist honum stutt eftir saman við Wolfgang Pfab við stórum toli og subtilum røntgenkanningum at gera eitt slóðbrótandi nýbrot í kemiskari gransking við at ávísa tann rætta strukturin av stoffinum ferrocen, sum er ein sonevnd pentahapto-binding ella ein "sandwich-binding".
Hetta fløkjaliga metall-organiska kompleks er bundið til ein sonevndan ligand. Ein ligandur er eitt atom ella molekyli, sum bindir seg til eitt centralt metall.
Í 1956 fann Fischer eisini fram til eina dibenzol-syntesu við. metallinum chrom.
Í 1957 bleiv hann útnevndur til hjálparprofessara við Maximilian Universitetið í München, har hann arbeiddi nøkur ár. Hann var eisini við universitetið í Jena eina tíð, men í 1964 kom hann aftur til LHM, har hann arbeiddi restina av síni starvstíð sum professari í kemi.
Í 1964 eydnaðist tað honum at finna fram til metall-carbenir í sínum laboratorium - tað eru metall-kompleks við DUPULT kol-bindingum. Hetta var eitt so stórt frambrot í analytiskari kemi, at man síðani hesa nýuppdagaðu processina hevur kallað tey fyri "Fischer-carbenir".
Í 1973 fann hann eisini tað fyrsta metall-carbin, tað er eitt metallkompleks, sum inniheldur eina TRIPUL- kolbinding.
Hetta førdi til djúpri forstáilisi av fleiri industriellum katalysuprocessum, t.d. olefin-metathesuni.
Sum tey flestu vita frá teirra skúlakemi, so eru stoffir við dupult ella trý-bindingum nógv lættari niðurbrótilig enn stoffir, sum bara innihalda normalbindingar.
Stoffir, sum hava fleirbindingar, verða ofta kallaði "ómettað",
Sama árið (1973) fekk Ernst Fischer nobelprísin saman við eingilskmanninum Geoffrey Wilkinson, sum eisini hevði arbeitt við metal-organiskari kemi.
Fýra ár frammunundan í 1969 var Fischer blivin limur í tí tignarliga LEOPOLDINA-felagsskapinum.
Fischer skrivaði umleið 450 greinir um kemi í fak-tíðarritum um alla verðina.
Týskir kemilærarar, serliga úr Bayern valfarta á hvørjum ári, síðani 2012 til eitt ERNST FISCHER-seminar, har tey seinastu brøgdini í analytiskari kemi verða umrødd og viðgjørd bæði fakligt og pedagogiskt.
Tað er vert at merkja sær, at nógvir studentar, sum fingu pHd-heitið undir leiðslu av Ernst Fischer seinni eru blivnir internationalt kendir granskarar í avant-garde-kemi
Fischer bleiv stórliga fagnaður við eini rúgvu av prísum, heiðursmerkjum og veitslu-fundum, bædi nationalt og inter-nationalt.
Tað var ofta boð eftir honum sum fyrilestrar- og frásøgumanni, bæði í Europa og Amerika.
Ernst Fischer gjørdist emeritus í 1985, men doyði ikki fyrr enn í 2007, sum 88 ára gamal.
Hann er grivin, nærhendis barna-heiminum í München

1 comment:

  1. prof premraj pushpakaran writes -- 2018 marks the 100th birth year of Ernst Otto Fischer!!!

    ReplyDelete