Sunday, November 20, 2016

EMIL von BEHRING

Emil von Behring (1854-1917).
TANN medicinski SLÓDBRÓTARIN
15. mars: Henda dag í 1854 var tann kendi læknin, mikrobiologurin, immunologurin og medicinski granskarin EMIL von BEHRING føddur í Hansdorf í tí táverandi týska landspartinum Vestur-Preussen. - Í dag er økið blivið ein partur av Polen.
í árinum 1901 fekk Emil von Behring sum tann allarfyrsti Nobelprísin í medicini.
Emil von Behring hevdi ikki góðar umstøður sum óviti og kom frá beinleiðis vesæligum korum. Pápi hansara var ein fátækur bygdalærari, sum hevði ógvuliga tungt hús. Hann var tvær ferðir giftur og hevði fýra børn við tí fyrru og níggju børn við tí seinnu konuni. Emil var elstur í aðru giftuni.
Men bæði foreldur og onnur avvarandi skilafólk sóu tíðliga, at Emil var heilt óvanliga vitugur og íðin skúlanæmingur.
Tí gjørdist hann mynsturbrótari og fekk eitt munagott stipendium frá Tí preussiska Statinum, longu meðan hann gekk í barnaskúla, so hann fekk ráð til ta kostbaru studentaskúla-útbúgvingina.
Um heystið 1874 slapp hann at lesa til lækna og kom inn á "Kaiser-Wilhelms-Akademie für das militärärztliche Bildungswesen" í Berlin, haðani hann tók prógv sum militerlækni í 1880.
Hann gjørdist dr. med longu tvey ár,áðrenn tað endaliga læknaprógvið við ritgerðini, "Neuere Beobachtungen über die Neurotomia opticociliaris".
Hann arbeiddi sum militerlækni, bæði við frontin og á strævnum militerøvilsum, sum ofta vóru hørð fyri heilsuna hjá summum soldatum.
Behring bleiv varur við, at epidemiir herjaðu nógv oftari millum soldatarnar enn í ti civilu fjøldini, og hann ivaðist ikki í, at ein av høvuðsorsøkunum kundi vera manglandi hygiejna.
Hann hugsaði nógv um, hvussu hann kundi fyribyrgja sjúkum, serliga stívkrampa og difteritis. Hesar sjúkur plágaðu soldatarnar næstan verri enn fíggindar.
Behring var ótroyttiligur í sínum boðum til hvønn einstakan soldat um at ansa væl eftir elementerari likamsrøkt, klædnavaski, og hvussu man handfór mat á krevjandi militerferðum og undir ekstremum veðurlíkindum.
Siðst í 1880´unum fór hann at arbeiða við immunologi hjá farmakologinum Carl Binz í Bonn, og haðani fór hann á universitetslaboratoriið hjá tí viðgitna bakteriologinum Robert Koch, har hann studeraði bakteriologi, serumsterapi og immunologi.
Teir brúktu t.d. ross og seyð at framleiða serum við, mest móti stívkrampa og kolera.
Í 1890 fór hann at arbeiða saman við tí japanska immunologinum, SHIBASABURO KITASATO, sum studeradi ´medicin í Týsklandi, og teir skrivaðu í felag eina verðinskenda ritgerð um serumterapi, sum æt „Über das Zustandekommen der Diphtherieimmunität und der Tetanusimmunität bei Thieren“.
Tann grundleggjandi tankin hjá Behring og hansara samstarvsmonnum í Berlin var, at man skuldi lekja við antitoksinum, sum kroppurin sjálvur kundi framleiða, heldu enn at brúka kemikalia..
Hann vísti á, at serum frá immuniseraðum dýrum kundi virka lekjandi í dýrum, sum ikki vóru immuniserað. Hann varnaðist altso, at ein organisma sjálv kann framleiða mótgift (antitoksin) móti bakteriellari gift
Hesi uppdagilsir hjá Emil von Behring løgdu grundina undir immunitetslæruna, og ta modernaðu viðgerðina við vaccinu og serum.
Í 1894 lukkaðist tað Behring saman við immunologinum PAUL EHRLICH at fáa framleitt so mikið nógv av difteritis-serum, at man bjargaði teimum flestu européisku difteritis-sjúklingum, og teir flestu vóru smábørn..Tað var ein sensatión, og Behring gjørdist beinleiðis heilsuhetja í Europa.
Í 1895 bleiv hann professari í tí "nýggja" fakinum "hygiejnu" við universitetið í Marburg.
Difteritis var ein øgiliga álvarsom sjúka, sum herjaði nógv millum børn í meginpartinum av Europa, so Behring fekk tilnavnið "BARNABJARGARIN", og soleiðis var hann kendur langt inn í tjúgundu øld av mínum foreldra-ættarliði.
Líka fram ímóti Tí Fyrsta Verðinskrígnum ræddust fólk difteritis næstan verri enn tuberklar.
Fáir læknar hava verið so populerir, so idealiseraðir og so nógv umrøddir sum Emil von Behring var líka fram til Annað Verdðnskríggj.
Tað er heldur eingin ivi um, at difteritis var so farlig sjúka, at Behring hevur bjargad milliónum av børnum.
Hann bleiv høvuðríkur madur og fekk nógv heiðursmerki fyri sítt arbeiði. Hann undirvísti, skrivaði og luttók á læknafundum við febrilskari energi, men inn ímillum var hann so móður, at hann viðhvørt slepti øllum vitskapsarbeiði og bara hvíldi seg eina tíð í sínum hábærsliga luksusvilla í Italien. Hann var heldur ikki fysiskt sterkur og hevur allarhelst slitið seg upp.
Hann skrivaði, sum nevnt nógvar bøkur, og nevnast kunnu t.d. "Die Geschichte der Diphteri" (1893), "Die Bekämpfung der Infektionskrankheiten" (1894) og "Theorie der Infektions-krankheiten" 1898), sum allar vóru tilráddur og næstan obligatoriskur litteraturur hjá læknalesandi langt inn í tjúgundu øld..
Ta síðstu tíðina, hann livdi, var hann í ferð við at granska møguleikarnar fyri eini vaccinu móti tuberklum, men hann doyði mitt í sínum arbeið í 1917i, sum bara 63 ára gamal.
Tað bleiv franskmaðurin Albert CALMETTE frá Pasteur-instituttinum í Paris, sum ein mansaldur seinni framleiddi tuberklavaccinuna, men hann bygdi avgjørt á úrslitini og granskingina hjá Behring.
Í dag er Emil von Behring næstan gloymdur, uttan millum fakfólk sum serumslæknar, farmakologar og laborantar.
Men tað var kortini hann, sum legði grundina undir toksikologiina, og tí fekk hann sum tann fyrsti læknin Nobel-prísin í 1901.
Hann liggur grivin í einum pompøsum mausoleum í Marburg..

No comments:

Post a Comment