Sunday, November 20, 2016

IVAN PETROVICH PAVLOV


26. september: Henda dag í 1849 var tann verðinskendi fysiologurin IVAN PETROVICH PAVLOV føddur í tí russiska býnum Ryazan, sum liggur einar 200 km í ein landssynning úr Moskva. Hann var sonur ein rættiliga tunglyntan prest og vaks upp í sera strongum religiøsum umhvørvi, sum elstur av ellivu systkjum.
Hann var avgjørdur individualistur og spældi sjáldan við aðrar dreingir, men luttók heldur saman við teimum vaksnu í gerandis-arbeiði, t.d. røktaði hann havan, ansaði eftir sínum yngri systkjum, vaskaði upp fyri mammu sína og hjálpti henni við nógvum øðrum húsarhalds-uppgávum, sum javnaldrar ikki tímdu.
Hann dyrkaði eisini ymsar individuellar ítróttargreinir, so sum svimjing, cykling, renning, fimleik og róður.
Hann skuldi annars akkurát fara í skúla, tá ið hann datt av einum høgum múri niður á eitt steinsett tún. Hann fekk so stóran skaða av fallinum, at hann mátti fáa heimaundirvísing, líka til hann var 11 ára gamal, tá ið hann bleiv innskrivaður á kirkjuskúlan í Ryazan, har hann las og var komin so væl fyri seg aftur, at hann eisini luttók dúgliga í atletikki.
Hann tók studentsprógv frá kirkjuskúlanum og fór í eini tvey ár á eitt presta-seminarium, har hann skuldi lesa teologi, men í 1870 rýmdi hann úr prestalæruni,. uttan nakað prógv og lat seg innskriva á tað natúrvitskapliga fakultetið við universitetið í Skt. Petersborg, har hann vildi lesa matematikk, kemi og fysikk. Tá ið hann helt seg vera nóg kønan í hesum basalu fakum, fór hann at fylgja medicinskum fyrilestrum í fysiologi og biokemi.
Í 1875 gjørdist hann natúrvitskapligur kandidatur.
Men hann helt á fram við at lesa fysiologi og anatomi á tí medicinska akademiinum, og stutt eftir fór hann undir systematiskar laboratoriumsroyndir á tí veterinæra universitets-stovninum í Skt. Petersborg.
Í 1879 tók hann aftur prógv sum doktari í medicinskari gransking við gullmedalju fyri sítt kliniska arbeiði.
Eftir hetta bragdið eggjaðu fleiri yrkis-felagar honum at studera víðari sum kliniskur granskari av nervalagnum hjá bæði djórum og menniskjum. sum hann hevði specialiserað seg í..
Hetta førdi við sær, at hann fekk hug og fíggjarligan stuðul til at fara til Tysklands at studera.
Hann kom fyrst til Leipzig í 1883, har hann las hjá tí kenda professaranum í fysiologi, Carl Ludwig.
Árið aftir kom hann til tað viðgitna Heidenhain laboratorium í Breslau, har hann las og granskaði í tvey ár.
Professarin Rudolf Haidenhain roknadist tá fyri ein tann størsti européiski autoritetur í anatomi og fysiologi.
Hjá Heidenhain høvdu granskarar leingi studerað fordoyilsið hjá hundum in vitro, men Pavlov suppleraði granskingina við eisini at gera maga-royndir við hundum in vivo.
Áðrenn hann fór heim aftur, fór hann eina stutta lestrarferð til Frankaríkis. Tá ið hann árið eftir kom til Skt. Petersborgar, søkti hann eitt professorat í fysiologi, sum hann tó ikki fekk.
Hann beliv vónsvikin, og man beyð honum í staðin fyri eitt professorat í farmakologi við Tomsk universitetið í Sibirien ella eitt starv í Warzawa í Polen.
Hann vrakaði bæði tilboðini, so ikki fyrr enn í 1890 fekk hann eitt professorat í farmakologi við Tað militer-medicinska Akademiið í Skt. Petersborg. Árið eftir fekk hann eisini eitt leiðandi starv við Tann keisarliga stovnin fyri eksperimental-medicin.
Undir hansara kønu leiðslu førdi hetta til eina eksplosiva framgongd í russiskari fysiologi og medicinskari gransking.
Í 1895 gjørdist hann endiliga professari í fysiologi við Tað militermedicinska akademiið. men tá var hann langt síðani blivin verðinskendur fyri sínar fysiologisku refleks-royndir. Hann sat í hesum starvi í meira enn eitt mannaminni.
Tað var á hesum stovni, at hann gjørdi sínar viðgitnu refleksroyndir við hundum.
Tað klassiska eksperimentið hjá Pavlov var, at hann kannaði og analyseraði, hvussu fordoyilsis-kertlar arbeiddu. Hann kannaði maga-funktiónir hjá hundum og seinni hjá børnum og setti tær í samband við slevi- og spýtt-funktiónirnar. Hann kannaði spýtt-kertlarnar hjá hundum in vitro og mátaði, hvussu teir samarbeiddu við luktisansi, smakksansi og sjónini, tá ið hundarnir´vóru fóðraðir. Hoyrisansin stimuleraði hann við ringiklokkum.
Hann varnaðist, at hundarnir slevaðu, áðrenn teir fingu at eta, og hann var tann fyrsti, sum fysiologiskt kannaði hesa "psykisku sekretión".
Í dag kunnu hesar royndir tykjast banalar, men eingin hevði kannað, hvussu fordoyilsis-mekanismurnar høvdu samband við psykologiskar processir, fyrr enn Pavlov gjørdi tað. -
Tað er um hetta mundið, at hann lancerar heitið "treytaðir refleksir", sum nú á døgum verður nógv brúkt í psykologi.
Pavlov er ein av teimum allarfyrstu vitskapsmonnum, sum vísti á sambandið millum tey stimuli, sum umhvørvið gevur og tann atburð, sum tey føra við sær.
Hetta kann brúkast konstruktivt í undirvísing og destruktivt í politiskari manipulatión.
Nú á døgum verða royndirnar hjá Pavlov fult so nógv umrøddar í psykologi sum í fysiologi.
Fyri sínar slóðbrótandi hundaroyndir, fekk Pavlov Nobelprísin í medicini í 1904.
Hóast Pavlov var høgt mettur av teimum sovjettisku myndug-leikunum, vildi hann ongantíð góðkenna tað kommunistiska stýrislagið.
Hann skammaðist við, hvussu nógvir russiskir system-kritikarar vóru viðfarnir av kommunistunum, og í 1927 skrivaði hann eitt ógvuliga álvarsamt bræv til Stalin um forfylgilsi av intellektuellum lands-monnum.
Kortini fekk hann sjálvur arbeiðsfrið; - hann var so internationalt kendur, at eingin tordi at gera honum nakað.
Tá ið tann gløggi ingeniørurin og polibureau-limurin, Sergei Kirov í 1934 loyvdi sær at fílast á ta brutalu tvingsuls-kollektiviseringina og stutt eftir varð myrdur, allarhelst eftir boðum frá sjálvum Stalin, skrivaði Pavlov aftur eitt sera hvast mótmælisskriv til Molotov, har hann bað um, at politisk sakarmál móti fleiri av akademisku kenningum hansara vóru uppgivin ella tikin uppaftur.
Tá ið hann var blivin 86 ár, fekk hann lungabruna í bæði lungur, og hann visti, at hann fór at doyggja, men hann var so sálarsterkur, at hann fekk ein av sínum bestu studentum til at sita og gera kliniskar mátingar og eygleiðingar av øllum hansara likams-funktiónum, líka til tað allarsíðsta, soleiðis at hesar kanningar kundu brúkast til seinni granskingar av deyðsprocessini.
Sjálvt um hann hevði kritiserað tað sovjettiska stýrið bæði harðmælt og opinlýst, fekk hann í 1936 eina tað størstu stats-jarðarferð, sum nakar russari hevur fingið í Sovjet-tíðini.

No comments:

Post a Comment