Sunday, November 20, 2016

TANN KRISTNA FEIGDARNÀTTIN 29. MEI 1453

TANN KRISTNA FEIGDARNÀTTIN 29. MEI 1453
29. mei: Henda dag í árinum 1453 hendi ein tann størsti sorgarleikur fyri alla européiska og kristna civilisatión. ´Tað var ta náttina, tá ið tann aldargamli býurin Konstantinopel ella Miklagarður, sum norðbúgvar nevndu hann, varð tikin av einum osmanniskum heri undir sultaninum Mehmet II. Okkara mentan og áræði hevur ongantíð loftað sær heilt eftir hesa hending, sum tí ofta verður søguliga fortrongd ella bagatelliserað.
Býurin er aldargamal og liggur á markinum millum Europa og Asien, men hann hevur altíð verið roknaður sum ein européiskur staður. Hann æt upprunaliga Byzantion ella Byzans, men eftir at keisarin Konstantin tann Stóri í fjórðu øld gav býnum næstan somu rættindi, sum Rom hevði, fekk hann navn eftir keisaranum og kom at eita Konstantinopel, sum hann æt heilt inn í okkara tíð, men ´aftaná Fyrsta Verðinskríggj góvu turkarar honum tað avskeplaða greska navnið Istanbul, sum merkir "inn í býin".
Býurin, sum liggur við Tað gylta Hornið var tiltikin fyri vakurleika og var sum Rom bygdur á sjey heyggjum. Hann lá strategiskt væl fyri og hevði stóran týdning fyri allan handil í Miðalhavsøkinum. Serliga Egyptaland og teir italiensku býirnir Venezia og Genova høvdu nógvan handil við Konstantinopel. Býurin fekk næstan sama status, sum Rom og bleiv eisini høvuðsstaður í Tí eysturromarska ríkinum við egnum senati og kristnum patriarki, Man bygdi glæsiligar bygningar, t.d. tað føgru Hagia Sofia kirkjuna, sum varð hildin at vera tann mest stórbæra kirkjan í øllum Europa tá í tíðini. Býurin hevði ein genialan plan og arkitekt-teknaði hús. Har var góð vatnveiting (aquaduktir sum í sjálvum Rom), baðihøllir (termir) og ein tiltikin stórfingin "Hippo-dromur" (rossaskáli) til undirhald og skemtingar.
Longu í 5. øld segðist býurin hava yvir 1/2 million íbúgvar.
Men í 7. øld tá ið arabararnir høvdu tikið ræðið í Egyptalandi og nógvastaðni í Miðeystri minkaði kornhandilin kortini nógv millum Alexandria og Konstantinopel, sum misti týdning
Arabarar royndu fleiri ferðir at herja á Konstantinopel, serliga í 7. og 9. øld, men býurin var óvanliga væl vardur við alskyns skansum og sterkum býarmúrum, so býurin fekk hvørja ferð sligið fíggindan. Havnaleiðina til býin høvdu teir tryggjað við, at teir høvdu smíðjað eina sterku ketu, sum varð spent tvørtur um innsiglingina til sjálvan býin, og hon kundi spennast við rættiliga stuttari freist, so einki fíggindaskip slapp inn í havnina.
Aftaná tað stóra "skismaið" millum Pávan og Patriarkin í 1054, altso millum ta romarsku kirkjuna og ta greskt-ortodoksu í Konstantinopel, misti býuirn bæði týdning og íbúgvar, og forfall so við og við.
Tey stoltu skansavirkini og býarmúrarnir vóru illa hildin við líka og nógva staðni vóru veikleikar.
Um tað mundið, tá ið krossferðirnar komu í lag - tað er síðst í 11. øld, var íbúgvaratalið helst komið undir 100.000, men kortini imponeraði býurin krossfarararnar, sum ikki vóru vanir við so vælskipaðan infrastruktur í einum stórbýi.
Hinvegin fegnaðust Keisarin og býarfólkið avgjørt ikki um sínar vitjandi, sum tey hildu vera rættiliga ráar og óciviliseraðar, hóast teir kallaðu seg fyri "galantar" og høviskar(chevalereskar) riddarar.
Fleiri ferðir í miðøldini, serliga í 12. og 13. øld royndu turkarar, t.e. osmannarar at yvirmanna býin, men tað lukkaðist teimum ikki, tí býarverjan var aftur blivin munandi styrkt og forbetrað av dugnaligum militér-arkitektum, m.a. úr Venezia,, og hesir ingeniørar útbygdu og raffineraðu alsamt tey imponerandi verjuvirkini um býin.
Men býurin misti kortini framvegis handil og kulturellan týdning, eftir at osmannararnir høvdu sett seg fast og tungt á meginpartin av landaøkinum, bæði eystan- og sunnanfyri Konstantinopel.
Tann turkiski vandin ella "hóttanin" fekk nógv fólk at flýggja, so man meinar, at íbúgvaratalið fyrst í 15. øld var komið heilt niður um 50.000.
Miðskeiðis í 1400-talinum kom ein sultanur, sum æt MEHMET II*, til valdið í Tí osmanniska Ríkinum, og hann hevði sett sær fyri, at NÙ skuldi Konstantinopel takast.
Hann gjørdi øgiligar fyrireikingar og longu á vári 1453 fór hann við einum veldigum heri uppá 160.000 mans móti Konstantinopel, Hann ruddaði alt burtur rundan um býin, bæði sjóvegis og móti innlandinum. Hann bygdi atsóknarborgir og slóðaði fyri einum militerum stormi, sum heilt skuldi avmakta og knúsa býin. Sjálv atsóknin vardi fleiri vikur við herviligari bumbing, men býurin, sum hevði fingið modernaðar kanónir, svaraði væl aftur.
Tað var ein tragedia, at vestureuropéarar ikki hjálptu, men bæði Pávin og tann sterki flotabýurin Venezia stillaðu harðar treytir móti teimum greskt-ortodoksu og vóru ófatuliga smáligir móti útsendum diplomatum úr Konstantinopel, so eystur-romararnir fingu næstan onga hjálp, burtursæð frá nøkrum Genova-skipum, sum stillaðu við nøkrum hundrað soldátum. Serliga ússaligt var, at hvørki tann franski ella eingilski kongurin og heldur ikki tann týski keisarin lótust um vón.
Tey gomlu krossfararafólkini vóru altso skammleysir og passivir eygleiðarar til, at tann stolti Konstantinopel bleiv svikin, eyðrændur og slaktaður.
Kríggið harðnaði, og turkararnir mistu nógv fólk, so sultanurin ótolnaðist, men so lovaði hann sínum muslimsku soldátum, at teir skuldu fáa tríggjar dagar, har teir kundu drepa, neyðtaka og eyðræna býarfólkið heilt uttan nakað fyrilit.
So tann 29. mei 1453 kom tann allarsíðsta og blóðigasta atsóknin, har turkararnir stormaðu við ógvisligari megi,
Moralurin í býnum var stálsettur og næstan hvørt mansbarn vildi hjálpa til. Býurin brynjað seg og var klárur at taka ímóti álopinum, men so vísti tað seg, at eitt lítið portur av eini heilt ókendari grund skuldi vera gloymt, so tað stóð og gloppaði, og HAR sluppu turkararnir inn, og teir fóru ikki fram við mýkindum.
Eftir hvat eygnavitni hava fortalt, skuldi tað blíva eitt satt blóðbað móti øllum kristnum, meðan jødar og teir fáu muslimar, sum búðu í býnum, sluppu. Bæði yngri og eldri kvinnur, sum ikki vórðu dripnar, vórðu píndar og neyðtiklnar við ótrúligum brutaliteti.
Tá ið teir tríggir dagarnir vóru gingnir, og sultanurin sá, hvat hansara menn høvdu gjørt, sigst, at hann skuldi gráta sáran og stutt eftir fara inn í eina kirkju at biðja um fyrigeving.
Henda náttin bleiv endabresturin fyri Tað eysturromarska Ríkið og fyri ta kristnu civilisatiónina í tí sonevnda Lítla-Asien. Tann stolta Hagia Sofia kirkjan varð umgjørd til eina moské, sum hon er enn tann dag í dag.
Seinni pønsaðu fleiri sultanar at koma heilt til Rom ella Wien, og í 17. øld lukkaðist tað turkum at koma heilt fram til Wien, men so tók Europa seg endiliga saman, so bæði katolikkar og protetantar bardust í felag móti turkum, sum tí máttu lúta.
Tann eysturríkski rithøvundurin Stefan Zweig hevur skrivað eina sera hugtakandi og spennandi stuttsøgu um hesa syndarligu lagnunáttina, har Vestureuropa dyggiliga sveik sínar eystur-romarsku vinir.
* MEHMET er tað turkiska orðið fyri Muhammed.

No comments:

Post a Comment