Í dag er Løgtings-bumbudagur, og loysingarmenn hava timburmenn aftaná
sítt 14.september-flipp í vikuskiftinum í Dansifrøi, við almennum
loysingarkaku-áti síðsta mikudag.
Tað hevði klætt teimum at brúkt
meira orku uppá at "sorgarhalda" HENDA feigdardagin í 1945, enn tann
stupida atkvøðuleikin, sum var tann 14. september árið eftir, men hann
fara teir helst at grenja um og gráta krokodillutár afturvið í minst
tretivu ár afturat.
Í sektini var annars nógv meira
(glymur)dansur enn frøi! í vikuskiftinum. Tann fráboðaði stemningurin
minti mest um almenna lúning og infantilt fornermilsi.
Høvdu tey í
(hjálpar)loysingarliðinum nyttað nakað, so kundi onkur av teimum
goggandi valkyrjunum úr tí høgnesiska høsnargarðinum baka eina
bumbukaku, sum tær skóru út til indoktrineraðar tjóðveldis-óvitar. Bara
fyri at vísa sítt vulgera politiska smakkloysi.
Ikki sørt av
"balkanskari muru" í loysingarfólki - serbarar "hátídarhalda" jú eisini
framvegis ein ræduligan ósigur, teir høvdu í 1380´unum í Kosovo.
Tapsdagurin er nærmast heiligdagur (sic) hjá teimum, og tað verður
skipað fyri gráti í hvørjum túni!
No comments:
Post a Comment