Sunday, November 20, 2016

GIOACHINO ROSSINI



KOMPONISTURIN, SUM PLAGIERADI SEG SJÁLVAN!
29. FEBRUAR: Henda serliga kalendaradag í 1792 var tann fólkakæri GIOACHINO ROSSINI føddur í býnum Pesaro, sum liggur við Adriatarhavið, ca. 50 km frá San Marino. Gioachino hevði gott í at breðga, tí pápin var musikantur, og mamman var solo-sangarinna.
Hann fekk longu frá barnsbeini undirvísing í alskyns instrumentum, líka frá munnharpu til cembalo og klaver, so hann var ógvuliga rutineraður i tónafakinum, longu áðrenn hann fór í skúla.
Hann komponeraði strúki-sonatur sum bara tíggju ára gamal. Longu á hesum unga aldri var hann heilt bergtikin av týskum/eysturríkskum musikki, serliga Haydn og Mozart, men eisini Bach og Beethoven hugfangaðu hann. Henda germanska inspiratiónin vardi alla hansara ævi, og í Bologna kallaðu fólk hann tí fyri "tann lítla týskarin".
Um alt Italien bleiv hann seinni kendur sum "Tann italienski Mozart".
Cioachino var annars bara fýra ár, tá ið pápi hansara eitt stutt skifti varð fongslaður, tí hann hevði hildið við og fagnað Napoleon, tá ið tann franski keisarin hersetti Norður-Italien. Hetta førdi við sær, at mamman flýddi við Gioachino norður til tann størra og meira liberala býin Bologna at búgva.
So skjótt sum pápin slapp leysur, flytti hann aftaná teimum til tað intellektuella og toleranta Bologna.
Gioachino Rossini luttók í alskyns tónalívi í Bologna. Hann sang í kirkjukórum, spældi í ymsum orkestrum, komponeraði og gekk fleiri ár til teoretiska musikkundirvísing, har hann m.a. fekk hollan kunnleika til kontrapunktiska kompositión. Hann skrivaði sína fyrstu opera, "Demetrio e Polibio" (Demetrius og Polybios) sum 13 ára gamal, men hættaði sær ikki við henni á almennan pall, fyrr enn sjey ár seinni, tá ið hann hevði fingið bæði musikk-prísir og almenna viðurkenning fyri mong onnur tónaverk.
Tá ið hann var blivin 18 ár, fekk hann fyrstu ferð eina opera á pall, men tað var í Venezia. Tey fylgjandi trý árini fekk hann eina opera fyri og aðra eftir spælda í Bologna, Rom og Milano, t.d. "Il signor Bruschino" við síni elegantu ouverturu, og ta tragisku "Tancredi", sum var bygd yvir eina tragediu hjá Voltaire; í hesi opera finst tann kenda arian: "Di tanti palpiti...".
Eftir hesar sigrar bleiv hann fyrst landskendur sum 21 ára gamal í Italien og stutt eftir internationalt sum nýskapandi operakomponistur.
Fáur, um nakar komponistur hevur verið so fólksliga fagnaður av øllum stættum sum Rossini. Áhoyrararnir leikaðu viðhvørt so ógvisliga í, at summi hildu, at musikkurin hjá Rossini var hættisliga rúsandi, so fólk mistu tamarhaldið ella ávirkaði tey euforiskt sum brúsandi champagna.
Hann var ein meistari til at byggja upp ljóðeffektir frá teskandi fleyri til beinleidis kolandi storm.
Rivaliserandi komponistar góvu honum afturfyri eyknevnið "SIGNOR CRESCENDO"!
Tá ið man skapar so nógv í so stutta tíð, sum Rossini gjørdi, kann man koma til at endurtaka seg sjálvan. Rossini brúkti fleiri ferðir tema og sangløg frá fyrrkomponeraðum stykkjum í sínum seinnu verkum. Hann "plagieraði" altso seg sjálvan, men tað má vera legitimt. - Tað var hann avgjørt heldur ikki einsamalur um.
Nú hann var blivin operakongur, føldi hann seg so suverænan, at hann verður citeraður fyri at hava sagt: "Gevið mær bara ein pappírslepa við nøvnum á vaskiklæðum á, so skal eg lættliga seta musikk til hann!"
Sum 23 ára gamal kundi hann nú næstan velja og vraka millum størv, og frá 1815 til 1822 fekk hann starv í Napoli sum stjóri á tveimum sjónleikarhúsum, har hann fekk góð lønarkor, men afturfyri bant seg til at komponera minst eina opera um árið til hvørt sjónleikarhúsið. Meðan hann búði í Napoli, ferðaðist hann eisini til aðrar italienskar býir.
Í 1816 publiceraði hann í Rom sína mest kendu opera "Rakarin í Sevilla", sum var bygd yvir ein sjónleik hjá Beaumarchais, og sum longu var gjørdur til opera av einum øðrum komponisti.
Versiónin hjá Rossini fekk ikki góða móttøku beinanvegin, tí áhoyrararnir kendust ikki við ta nýggju handlingina. Men sum frá leið, vandust fólk við Stykkið hjá Rossini, og eftir rættiliga stutta tíð, bleiv hon tann mest spælda opera í øllum Europa.
Hesa tíðina skrivadi Rossini ørgrynni av musikk-verkum, t.d. ta kendu operaina "La gazza ladra" (Tann tjóvska skadakrákan), men eisini fleiri og fjøllbroytt smáverk, sum t.d. ta kendu Kettu-duettina: "Mjav, mjav", sum fleiri siga, at hann hevur plagierað.
Aftaná Napoli-tíðina fór Rossini til Wien, har hann varð stórliga fagnaður og hitti sjálvan Beethoven vis-à-vis..
Í 1824 fór hann til Paris, har hann fekk fast starv sum operakomponistur, og tá ið hann búsetti seg har og fór at komponera til ta fronsku scenuna, segðist, at alt Europa fekk Rossini-fepur.
Frá hesi tíðini kann t.d. nevnast "Guillaume Tell" (Wilhelm Tell), sum hevur eina ta mest populeru og oftast spældu ouverturu í klassiskum musikki..
Rossini dámdi sjáldsama væl í Paris, og har bleiv hann eisini meginpartin av sínum lívi, hóast hann onkuntíð var aftur í Bologna. Líka so febrilskt aktivur hann var tey fyrstu fimm árini í Paris, líka so bráddliga steðgaði hann í 1829 við næstan allari kompositión. Tað er framvegis ein gáta millum musikk-kønar søgumenn, hví hann tey siðstu 40 árini av sínum lívi bleiv so kunstneriskt passivur. Hann hevði tá komponerað 39 operastykkir, men hann gjørdi ikki fleiri. Tað sindrið, sum kom frá honum eftir hetta, vóru mest sangløg og smá klaverstykkir umframt nakað av religøsum messumusikki.
Rossini var epikuræari og lívsnjótari um ein háls, og hann kundi loyva sær tað, tí hann hevði risamiklar inntøkur av sínum musikki, meðan hann livdi.
Hann var matfegin maður og tiltikin gourmet og harafturat eldhugaður dyrkari av franskari gastronomi. Summir rættir eita beinleiðis eftir honum, t.d. "Tournedos de Rossini". Hann gjørdi eisini av sínum eintingum eina kókibók vid sera dýrum og sofistikeraðum rættum..
Hann leið av ymsum fysiskum sjúkum og eisini depressión viðhvørt, men annars var hann í Paris kendur sum tann ovurkáti skemtarin og fastur gestur á kendum restauratiónum, caféum og cabaret-hølum í Paris.
Nú á døgum vildu nógv fólk um okkara leiðir hildið, at nógvir italienskir komponistar´, líka frá Vivaldi til Verdi eru meira kendir enn Rossini, men tosar man við italienarar sjálvar, halda teir flestu framvegis, at Giaochino Rossini var tóna-kongurin fram um allar teirra landsmenn..
Rossini doyði í Paris 1868, sum 76 ára gamal. Hann varð upprunaliga eisini grivin har á Pére Lachaise kirkjugarðinum, men í 1887 samdust tann franska og italienska stjórnin um, at hann skuldi flytast til Italien.
Tí stendur grøvin við minnismerki yvir Rossini púra tóm á Pére Lachaise kirkjugardinum í Paris, og tónaskaldið er flytt til Firenze at hvíla.

No comments:

Post a Comment