Sunday, November 20, 2016

SIMÉON DENIS POISSON

21. juni: Henda dag í 1781 var tann intelligenti matematikarin og fysikarin SIMÉON DENIS POISSON føddur í bygdini Pithiviet, sum liggur ca. 50 km norðanfyri Orléans. Pápi hansara var soldátur í tí franska herinum, men hann vamlaðist við tað harða disciplinið í militerinum og loyvdi sær eisini at kritisera teir arrogantu yvirmenninar.
Tað fekk so alvarsligar fylgjur fyri hann, at hann valdi at desertera, men almannakunngjørdi sínar beisku royndir við jarnhørðum disciplini í tí franska herinum. Heilt stutt eftir kom Tann franska Revolutiónin, so pápi Siméon slapp undan bæði tiltalu og revsing.
Sonurin beundraði pápan, sum ikki respekteraði autoritetir, tá ið teir tóku órímuligar ella irrationellar avgerðir.
Men pápin sjálvur var kortini ikki sørt autoriterur yvirfyri soninum, tí hann kravdi av Siméon, at hann skuldi blíva lækni, hóast drongurin slett ikki hevði hug til ta læruna.
Men pápin setti sín vilja ígjøgnum og sendi sonin til ein skyldmann í Fontainebleu, sum var rættiliga umhildin kirurgur, og hjá honum skuldi Siméon venja seg við praktiskt læknaarbeiði, áðrenn hann fór at lesa medicinska teori á einum universiteti.
Men tað gekst ógvuliga illa hjá Siméon at venja seg við næsablóð, kolikk og blóðigar forbindingar av særdum fólki, so hann rýmdi úr læru og lat seg í 1796 innskriva í ein realskúla í Fontainebleu.
Har fekk hann ein dugnaligan lærara, sum beinanvegin sá, at Siméon hevði heilt óvanliga góð matematisk evni, og hesin skilagóði lærarin setti sær fyri at stimulera drongin, so langt, sum lærarin kundi og sjálvur helt seg hava forútsetningar fyri.
Í frítíðini studeraði Siméon Denis alsamt matematikk, sum ágrýtin autodidaktur.
Longu tvey ár seinni, í árinum 1798 syrgdi tann ágrýtni lærarin fyri, at Siméon bleiv upptikin á tann viðgitna "L´École Polytechnique" í Paris, har so mætir matematiskir úrmælingar sum Fourier, Lagrange og Laplace vóru professorar.
Har fekk Siméon eina sjáldsama lagnu. Hann var so matematiskt kønur, at hansara ekstremt kvalificeradu professarar og instruktørar skjótt góvu Siméon sjálvstøðugar uppgávur sum undirvísingar-assistentur, tí teir sóu, at hann var eitt natúrtalent við heilt sjáldsomum matematiskum begávilsi.
Hann hevði bara studerað har í tvey ár, tá ið hann í árinum 1800 útgav tvey stórverk í matematikk, m.a. eina avanceraða ritgerð um differential-líkningar.
Hetta førdi við sær, at hann gjørdist meira granskari enn studerandi á Tí polytekniska Stovninum, og í árinum 1802 var hann sensationelt útnevndur til professara í matematikk. Hann var tá bara 21 ára gamal, og sigst vera ein tann yngsti natúrvitskapligi professarin í øllum Europa.
Men tað var ikki nóg mikið við tað. Í 1806 yvirtók hann tann leiðandi professarastólin eftir sjálvan Joseph Fourier, og í 1809 gjørdist hann professari í mekanikki við tann nógv umtókta fysikk-stovnin "Faculté des Sciences".
Nógv "undurbørn" eru ikki góðir formidlarar av síni stóru vitan, men soleiðis var ikki við Poisson. Hann skuldi vera ein formidabul lærari, sum studentarnir fylktust um.
Hann arbeiddi við ótrúliga fjøllbroyttum pørtum av matematikkini. Hann var innovativur og nýskapandi í integralrokning, Fourier-rekkju-rokning, møguleikarokning og matematiskari fysikk, t.d. celestiskari mekanikk (rúmdar-matematikk) og bylgjuteori. Hann kannaði og beskrivaði rættiliga eksakt, hvussu planetirnar ferðast við alskyns perturbatiónum - har bygdi hann á tað, sum Lagrange longu hevði sett skjøtul á.
Poisson gjørdi eisini stórar týðandi kanningar og uppdagilsir í elektriciteti og magnetismu, sum André M. Ampère seinni brúkti í sínum arbeiði.
Í 1822 uppstillaði hann ta kenda lógina, "Poissons lóg" í termodynamikki um broytingar í trýsti og temperaturi í einari luftmongd, sum er adiabatisk.
"Adiabatiskt" verður brúkt um eina process, har eingin varmi verður útskiftur við umhvørvið av eini skipan. Tað. er eitt system, sum hvørki lekur ella tekur.
Men tann setningur, sum Poisson helst er mest kendur fyri, er tann legendariska "Poisson-fordeilingin", sum flestallir matematiskt/fysiskt lesandi studentar minnast væl frá fysikk-royndum, har teir skuldu rokna ta matematisku óvissuna út aftaná meira og minni væleydnaðar fysikk-royndir.
So brúkti man konsekvent Poisson-fordeiling. Hon verður brúkt í statistikki og møguleikarokning av tilvildarligum tal-tilfari, eitt nú fysikkroyndum, men eisini í minking ella niðurfalli av radioaktivum evnum.
Av mongu bókum hansara kunnu nevnast:
"Traité de mécanique" (1811), "Mémoires sur la Theorie des ondes" (1826), "Théorie nouvelle de l'action capillaire" (1831), "Théorie mathématique de la chaleur". (1835), og "Recherches sur la probabilité des jugements en matière criminelle et en matière civile". (1837).
Umframt øll síni matematiskt/fysisku høvuðsverk skrivaði hann meira enn 300 greinir og ritgerðir um tey natúrvitskapligu fakini.
Hann gjørdist heiðurslimur í alskyns vitskapligum feløgum og stovnum, bæði í Frankaríki og í nógvum øðrum européiskum londum.
Hann doyði í býnum Sceaux, beint sunnanfyri Paris longu í 1840, bert 58 ára gamal, og liggur grivin á Père Lachaise kirkjugarðinum í Paris.
Á mánanum er eitt kratur uppkallað eftir Poisson.

No comments:

Post a Comment