Sunday, November 20, 2016

ROBERT HAVEMANN

Robert Havemann, kemikari.

11. mars: Henda dag í 1910 var tann geniali kemikarin og treiski politiski systemkritikarin ROBERT HAVEMANN føddur í München. Foreldrini vóru intellektuell og politiskt engageraði; mamma Robert var kunstmálari, og pápi hansara var lærari og blaðstjóri á einum progressivum blaði, men sonurin hevði meira hug til natúrvitskap. ,
Hann tók matematiskt/fysiska studentareksamiu 1929, og sama árið bleiv hann immatrikuleraður við München universitet, har hann las kemi sum høvuðsfak.
Í 1931 fór hann til Berlin, har hann las á Friedrich Wilhelm universiteti. Hann tók endaligt prógv sum kemikari 1935 og sama heystið bleiv hann doktari í elektrokemi.
Havemann var so uppfinnsamur eksperimentalkemikari, at tað eydnaðist honum at fáa eitt kemiskt verðinspatent, áðrenn hann var liðugur at lesa. Hetta gav honum so mikið stóra inntøkur, at hann var fíggjarliga óheftur og hevði ráð til at ferðast á motorcyklu víða hvar í Europa.
Havemann var sum so mangur týskur studerandi politiskt indifferentur og koncentreraði seg í fyrstuni næstan bara um sítt fak og sítt studíum, men í 1931 var hann blivin trúlovaður við Antje Hasenclever, sum var av jødiskari ætt, og hon var avgjørt ikki politiskt neutral. Hon var reyðgløðandi kommunistur og limur av KPD, og tað fekk stóran ideologiskan týdning fyri Havemann..
Hann gjørdist kommunistur og meldaði seg inn í KPD, men noyddist at ganga stillisliga við hurðunum í sínum akademiska umhvørvi.
Sum vitskapligur laborant-granskari hoyrdi hann avgjørt til ta kemisku elituna í Europa. Longu í studentartíðini skrivaði hann "Ideale und reale Eiweissløsungen", sum var ein innovativ ritgerð um proteinir.
Sjálvt um høvuðsgreinin hjá honum var elektrokemi, setti hann seg grundiga inn í biokemi, fysiologi og ta organisku kemiina í tí menniskjansliga blóðrenslinum. Hann útviklaði nógvar nýggjar biokemiskar analysumetodur og instrument til kemiskar mátingar.
Beint áðrenn nazistarnir tóku valdið í 1933, fylktist Havemann á fundum í "Neu Beginnen", eini antinazistiskari loyndar-fylking av KPD og SPD-limum, sum royndu at sameina kommunistar og socialdemokratar. Eftir at tann bulgarski kommunisturin Dimitroff var lagdur undir Ríkisdagsbrandin, bjargaði og hýsti Havemann einum av teimum eftirlýstu partamonnunum hjá Dimitroff.
Mitt í 1930´unum bleiv hann arbeiðsleysur, tí tað kemiska instituttið við universitetið í Berlin, har hann hevði arbeitt, var fyribils niðurlagt av nazistunum, men í 1937 komu boð eftir honum frá tí kemisku deildini hjá Wehrmacht.
Teir vistu, at Havemann hevði so stóra kemiska ekspertisu, at teir settu hann sum oddamann fyri einum projekti, sum skuldi rationalisera, effektivisera og útbyggja giftgass-framleiðslu saman við fleiri kendum týskum kemikarum, sum antin vildu arbeiða og granska fyri militerið ella eisini blíva skotnir.
Í 1943 skipaði Robert Havemann aftur fyri eini mótstøðu-fylking, sum æt "Europæische Union". Hesin felagsskapurin hevði loyniligt samband við viðgitnar kommunistiskar njósnarar, sum arbeiddu beinleiðis fyri verðins størstu fregnartænastu, tann legendariska kommunistiska spión-ringin, ROTE KAPELLE, sum Gestapo mátti brúka 12 ár og ótrúliga manning fyri at basa.
Onkrir søgumenn halda, at teir allieraðu høvdu tapt Annað Verðinskríggj, uttan Rote Kapelle, sum útvegaði substantiellar upplýsingar um alt tað týska militerið til Sovjettsamveldið og USA.
Men Gestapo fekk frænir av hesum aktiviteti og tann 5. september 1943 var Robert Havemann settur í Brandenburger Zuchthaus í Berlin. Har sótu næstan bara politiskir fangar, t.d. sat Erich Honecker har samstundis sum Havemann. Stutt eftir var Havemann deyðadømdur fyri landasvik, men fleiri fakbrøður og eisini toppnazistar gingu í forbøn fyri hann, og tað varð av høgt kvalificeraðum fólki váttað, at man hevði brúk fyri hansara vitskapliga kapaciteti.
Gestapo royndi fleiri ferðir at fáa beint fyri honum, men tað komu alsamt kontra-ordrar úr erva, so at enda varð hann undir strongum eftirliti settur at stjórna einum kemi-laboratorium í fongslinum, har eisini aðrir talentfullir fangar sótu. Tá ið Tann Reyði Herurin tann 27. apríl 1945 kom og bjargaði honum, hevði hann faktiskt slept allari vón um, at hann nakrantíð slapp livandi úr fangaskapinum.
Hann var sjálvandi ótrúliga takksamur móti teimum russisku soldatunum, og skjótt settu teir russisku myndugleikarnir Havemann sum stjóra á Kaiser Wilhelms Kemiska Stovni, sum liggur í tí partinum av Berlin, sum seinni bleiv tann amerikanski sektorurin av Vestur-Berlin.
Eftir heilt stuttari tíð fekk Havemann tann vitskapliga stovnin aftur á føtur, og studentarnir fylktust til hansara kønu fyrilestrar. Men politiskt hevði hann ilt vid at finna seg til rættis.
Hann hevði havt eitt fruktagott samstarv við socialdemokratar í "Neu Beginnen" undir krígnum, og var tí ikki so freistaður av spontanum limaskapi í KPD, sum hann helt vera eitt sindur dogmatiskt.
Men hann var eisini í andstøðu til vestanveldini, serliga amerikanararnar, og hann vamlaðist vid tíðindini um ta hysterisku og paranoidu jagstranina av kommunistum, sum begynti í USA longu beint aftaná Kríggið.
Robert Havemann var pacifistur um ein háls, og tíðindini um, at man í USA ætlaði at framleiða brintbumbur, skelkaði hann sum bæði borgara og faklærdan kemikara. Hann ávaraði bæði í skrivt og talu móti arrogantum amerikonskum maktpolitikki.
Amerikanarar dámdu hvørki meiningar ella skrivng hjá Havemann, so teir fingu hann noyddan burtur úr sínum starvi á Kaiser Wilhelm - stovninum, men hann slapp kortini at arbeiða sum meinigur eksperimentator í universitetslaboratoriinum inntil januar 1950, tá ið man fekk hann blakaðan á dyr með alla. - So fór hann til Eystur-Berlin
Stutt eftir fekk Havemann arbeiði á Humboldt universitetinum, sum liggur í Eystur-Berlin, og´tá meldaði hann seg inn í SED, sum var ein fusión av KPD og SPD., sum socialdemokratar blivu tvingaðir til.
Havemann bleiv aldrin nakar ókritiskur kommunsitur. Hóast Stasi-menn og aðrir SED-menn royndu at fáa hann at njósnast fyri teir, hildu teir hann ongantíð vera nóg álítandi.
Tvørturímóti hildu teir, at hansara filosofisku tankar um natúrvitskap vóru alt for liberalir og ikki í samsvar við teirra marxistisku ideologi. Líka fram til 1963 var Havemann ein strævin flokkslimur hjá SED, og hann úttalaði seg ofta rættiliga ambivalent til vesturtýsk bløð og útvarp, soleidis at hann varð skýrdur systemkritikari.
Tann stovulærdi akademikarin hevði eisini fingið sær tann vesturtýska sangaran, Wolf Biermann sum vinmann, og teir báðir blivu ein løgin, men populér greipa hjá andstøðufólki í øllum DDR, serliga ungdómi. Vesturtýskt TV dámdi væl at gera sendingar um hesar undarligu kammirátar, og eisini eysturberlinarar sóu jú vesturberlinskt TV, sjálvt um tað officielt var forboðið.
Tann intellektuelli humanisturin og heldur verðinsfjari natúrvitskapsmaðurin bleiv via samrøðurnar við tann ógvisligt radikala og hart larmandi guitaristin Wolf Biermann ein fólkahetja og eitt idol. Tad var ein óvand rolla fyri hann, men hann tóktist at dáma hana væl, tí hann fekk knappliga sín boðskap út til eina stóra opinión.
Úrslitið bleiv, at hann eina ferð enn varð koyrdur frá sum vitskapligur leiðari og universitetsmaður.
DDR tordi ikki at lata Robert Havemann blíva sitandi á Universitetinum, har vandi var fyri, at hann við meiningum og orðum niðurbreyt ta dogmatisku marxismuna.
Í átjan ár stongdi man henda intelligenta, men treiska granskaran úti úr tí akademisku verðini, bara tí at hann ikki vildi lúta fyri vitskapligari kúging og meiningstyranni, tað verið seg eystan- ella vestanífrá.
Hann legði seg út við bæði Super-veldini, USA og Sovjettsamveldið, og tí bleiv hann eitt "stórpolitiskt problem", hóast hann sum ungur var hildin at vera politiskt rættiliga líkaglaður. Hann hevur skrivað nógv fak-tilfar, men eisini fleiri politiskar bøkur, t.d. " Warum ich Stalinist war und Antistalinist wurde. - Texte eines Unbequemes", sum kom posthumt í 1990, tá ið Berlin-múrurin var fallin.
Millum fakmenn er rættiliga stór semja um, at tann einasta grundin til, at Nobelkomitéin ikki gav tí gløgga kemikaranum Robert Havemann heiðursprísin í kemi, er tann, at hann hevði lagt seg út við bæði Stórveldini, USA og Sovjettsamveldið, og so hevur man næstan ongan góðan!
Men man varðveitir sína sjálvrespekt. Robert Havemann boygdi seg ikki, men "doyði standandi" í 1982, uttan at krúpa fyri maktmonnum og kyniskum stórpolitikki.

No comments:

Post a Comment