Sunday, November 20, 2016

FRIEDRICK AUGUST KEKULÉ


7. september: Henda dag í 1829 var tann navnframi og geniali týski kemikarin FRIEDRICK AUGUST KEKULÉ føddur í Darmstadt í Hessen. August var sonur ein embætismann og fekk sera góða skúlagongd í real- og studentaskúla í tí stolta og ríka býnum, Darmstadt, sum longu tá var ein mentarbýur og høvuðsstaður í Hessen. Býurin hevur eisini verið feriu-tilhald hjá tí russisku zar-familjuni, sum bygdi sær prýðilig patriciara-hús har.
Í dag er Darmstadt centrum fyri týska og européiska gransking í teoretiskari atomfysikk. Kekulé fekk sítt studentsprógv har í býnum 1847.
Sama árið fór hann á universitetið í Giessen, har hann ætlaði at lesa arkitektur, men akkurát um tað mundið hevði tann viðgitni kemikarin Justus von Liebig eina entusiastiska fyrilestrarrøð um teoretiska organiska kemi í Giessen, og tað hugfangaði August so nógv, at hann valdi at skifta studium og fór heldur at lesa kemi. Hann tók prógv við organiskari kemi sum aðalgrein í 1851.
Summarið 1852 fekk hann doktaraheiti í kemi við Giessen universitet. Hann var fleiri styttri uttanlandaferðir, fyrst í Paris, síðani í Schweiz og síðst í Englandi, har hann eisini lærdi seg eingilskt mál. ´
Í 1856 fekk Kekulé starv sum docentur við universitetið í Heidelberg. Hann gjørdist eitt skifti professari í Ghent, men í 1867 kom hann til universitetið í Bonn, har hann arbeiddi restina av sínari ævi.
Longu í 1857 sló Kekulé fast, at kol-atomir altíð eru tetravalent; - tey kunnu altso binda 4 brint-atomir afturat sær. Hann legði eisini dent á, at kol-atomir høvdu serligan tendens til at binda seg saman í longum ketu-bindingum.
Árið eftir kom tann slóðbrótandi kemi-bókin: „Über die Konstitution und die Metamorphosen der chemischen Verbindungen und über die chemische Natur des Kohlenstoffs“.
Áðrenn 1858 var valensteoriin ikki alment viðurkend, men í organiskari kemi fekk hon serliga stóran týdning, og við hjálp av teimum greiðu struktur- ella konstitutiónformlum, sum Kekulé skjeyt upp, blivu nógv fyribrigdi í bæði organiskari og ó-organiskari kemi nógv lættari at forklára og arbeiða við.. Kekulé kallaði valens fyri ”Verwandtschaft”.
Tá hevði man ikki røntgen-spektrografi, so formlarnir hjá Kekulé vóru empiriskir og ikki prógvaðir, men teir loystu tær allarflestu uppgávur í laboratoriums-arbeiði, so allir kemikarar vóru ovurfegnir um metodurnar hjá Kekulé.
Hetta førdi til eina eksplosiva framgongd fyri ta organisku kemiina. Hesi praktisku teoretisku amboð lættu ótrúliga nógv um í øllum kemi-laboratoria, bæði við analytiskari kemi og arbeiði við syntetiskum stoffum.
Tað størsta bragdið hjá Kekulé var, tá ið hann í 1865 loysti spurningin um strukturin av teimum sonevndu aromatisku stoffunum, sum leingi høvdu undrað kemikarar, tí teir fingu tey ikki til at passa inn í vanligan kemiskan struktur.
Hann arbeiddi við tí kenda benzen-stoffinum, sum leingi hevði fascinerad, men eisini argað nógvar laborantar og teoretiskar kemikarar.
Kekulé loysti málið við at placera konstitutiónsformulin í eina sonevnda cykliska binding (ein ring). Man hevði jú leingi kent tann empiriska formulin fyri benzen, men ikki kunnað fingið hann at harmonera við nakran strukturformul.
Kekulé skjeyt upp, at man placeraði kol-atomini í einum ringi, har tað vóru skiftivís dupultar og einkultar bindingar, - annars kundi hann ikki fáa valens-teoriina at halda. Hann forkláraði fyribrigdið sum sveiggingar í atominum millum ymisk energi-niveau.
Hetta er seinni forklárað í kvantemekanikkini sum resonans-fyribrigdi.
Konstituitónsformulin fyri benzen var ein genial "ad hoc-loysn" hjá Kekulé, men samstundis eitt praktiskt columbus-egg, og hann rationaliseradi gerandisarbeiði í øllum laboratoria.
Í praksis var tað ein verðins-sensatión millum fakmenn í organiskari kemi.
Í 1890, tá ið 25 ár vóru liðin, síðani Kekulé kom við síni teori um tær aromatisku cyklisku bindingarnar, skipaði Tað Týska Kemi Felagið fyri einum fagnaðar-symposium fyri Kekulé. À hesi stevnu fortaldi hann, at hann, meðan hann stríddist við struktur-problemið í benzen-molekylinum hevði ein afturvendandi dreym um eina slangu, sum ferðaðist í einum ringi og át sín egna hala.
Hann kallaði tað OUROBOROS, sum er navnið á eini mytiskari slangu, sum sigst at eta sín egna hala.
Hann var annars eisini citeraður fyri í dreymi at hava sæð ”atomir” dansað í einum villum runddansi, har tey skiftivís hildu fast í hvønnannan og so sleptu við skiftandi positiónum, akkurát sum tær skiftandi atomaru einkult- og dupultbindingar.
August Kekulé bleiv aðalsútnevndur av Wilhelmi, keisara í 1895 og eftir tað fekk August sær heitið von Stradonitz og strikaði samstundis ta l´accent aigu, sum hann hevði havt yvir tí síðsta "e´inum" í eftirnavninum Kekule.
Hann doyði 66 ára gamal í Bonn 1895,
Uttanfyri universitetið í Bonn stendur ein risastór standmynd av August Kekulé. Hon verður hvørt ár prýdd av teimum kemistuderandi og øðrum studentum við.
Hevði Kekulé bara livað seks ár afturat, hevði hann verið millum teir fyrstu kandidatar til Nobelprísin í kemi. Fleiri av hansara kemi-studentum, fingu seinni Nobelprísin.

No comments:

Post a Comment