Sunday, November 20, 2016

MAX WEBER

Max Weber (1864-1920)

Grundleggjarin av sociologiini:
21. apríl: Henda dag í 1864 var nationaløkonomurin, filosoffurin, debattørurin og sociologurin MAX WEBER føddur í tí søguliga spennandi býnum Erfurt Í Miðtýsklandi. Hann var elstur av átta systkjum og fekk sum bara tvey ára gamal ta herviligu meningitis-sjúkuna. Síðani tá hjúklaði mamman serliga kerligt um hann, so hann fekk rættiliga fríar ræsur sum smádrongur.
Heimið var annars ógvuliga konservativt, disciplinerað og stórborgarligt , men tann ungi Weber slapp at lesa alt, hann kundi finna av lesnaði, og hann fekk tí longu í óvitaárum tambað sær tann intellektuella sjónarringin av alskyns avanceraðum filosofiskum tilfari.
Hann bleiv fyrst og fremst interesseraður í samfelagsspurningum, og politiskt gjørdist hann sera liberalur, umenn eisini nógv ávirkaður av tankunum hjá so ymiskum monnum sum Friedrich Nietsche, Karl Marx, Friedrich Hegel og Immanuel Kant.
Hann tók studentsprógv í Charlottenburg 1882 og fór at lesa jura og nationaløkonomi við universitetini í Heidelberg, Gøttingen og seinni Berlin. Hann bleiv kandidatur í jura og økonomi í 1886.
Àtta ár seinni gjørdist hann professari í økonomi við universitetið í Freiburg, og í 1996 bleiv hann professari í Heidelberg.
Hann er ein av teimum fyrstu, sum kannar, hvussu einstaklingurin ber seg at og loftar sær fíggjarliga og socialt, og hvussu avleiðingar og treytir verða fyri individið, mótvegis Marx, sum forkláraði samfelagid sum eitt stríð millum stættir og bólkar, meðan einstaklingurin næstan varð lopin um.
Weber roknast tí fyri at vera grundleggjarin av fakinum SOCIOLOGI, men bæði Karl Marx og franskmaðurin Emile Durkheim hava eisini lagt sterkar lunnar undir hetta rættiliga nýggja fakið.
Weber var sjáldsama grundigur. Hann skapti metodur til at kanna interaktión millum individir allastaðni, har menniskjur ferðast:
Í hjúnarbondum, í familjum, í feløgum, í bygdum, í býum og sjálvandi í samfeløgum. Hesar analysur vóru krevjandi; og tær flestu aktiónir (handlingar) skuldu alloftast loftast av alskyns reaktiónum, so tað var eitt ógvuliga komplekst arbeiði, men hesar subtilu analysur gagna sociologum enn tann dag í dag.
Í bókini "Die protestantische Ethik und der Geist des Kapitalismus" frá 1904 framsetir Weber tesuna um, at tann relativt asketiska protestantisman førdi til sterka og skjóta uppsparing, sum skuldi vera eitt sterkt incitament til kapitalistiska succes, tí man akkumuleraði kapital til víðari investering, meðan teir meira sorgleysu katolikkarnir brúktu og forbrúktu, so uppsparingin bleiv nógv meira beskeðin.
Ì reformertum puritanskum samfeløgum, sum Schweiz og Hollandi riggaði teoriin sera væl. Dogmatiskir calvinistar roknaðu luksus og allan materialistiskan vællevnað sum grova ótilgeviliga synd.
Kortini skal man ikki halda, at allir katolikkar søplaðu ríkidømi burtur. Teir dugdu sanniliga eisini at akkumulera kapital. t.d FUGGER-familjan og sjálvt Vatikanið - um enn teir kanska arbeiddu meira stillisliga og diskret.
Summir puritanarar trúðu uppá prædestinatión (forút-avgerð), og tí vildu "tey sonevnt frelstu" fáa fíggjarligan undanvind longu her á foldum, meðan tey, sum ikki sluppu um himmiríkis gátt eisini vildu fáa mótgongd og fíggjarligt mótrák longu her í hesi tilveruni (í jammurdalinum). Tað var eitt øgiligt incitament til at taka seg saman og kýta seg.
Kapitalisman er sum skræddaraseymað til protestantismuna helt Weber, men hann gloymdi, at í Fugger-familjuni, sum var ein tann ríkasta í Europa, vóru øll katolikkar, og søgdust at grundleggja kapitalismuna longu, áðrenn Reformatiónina.
Analysan hjá Weber er full av stuttligum eygleiðingum, men er meira ein undirhaldandi kronikkur, enn ein fíggjarlig teori.
Max Weber heldur, at andin í kapitalismuni við fanatiskum sparsemi og moralskum dygdum reelt er religiøsur og hartil moralskur ella beinleiðis "moraliserandi".
Kona Weber æt Marianna, og hon var ein borgarliga emanciperað kvinna, sum stríddist midvíst fyri javnrætti millum kynini. Weber styðjaði hana eftir førimuni.
Sjálvt um Weber viðhvørt tók feil, hevði hann ógvuliga eksaktar eygleiðingar av sociologiskum problematikki, og hann dugir væl at argumentera fyri individuellum orsøkum til, at fólk stemba eftir lukku og betri korum, og hvussu tey gera tað, mótvegis teimum sterotypu klassa-teoriunum hjá kommunistunum.
Hann trýr meira uppá vilja, psykologi og motivatión hjá fólki enn bara socialar og fíggjarligar umstøður. Ein social handling kann saktans smb. Weber vera, uttan nakað økonomiskt innihald, sjálvt um hon fær sociøkonomiskar konsekvensir.
Eitt stutt skifti arbeiddi hann í Wien, men tey allar síðstu árini arbeiddi hann í München, og hann var valdur til at leggja lag á grundlógar-struktur og juridiskt innihald í Weimar-republikkini, men hann doyði av tí ræduligu sponsku sjúkuni í 1920, áðrenn grundlógin bleiv heilt liðug. Hann gjørdist bara 56 ára gamal.
Hann var ein gløggur og fabulerandi eygleiðari, men sum nógvir humanistar arbeiddi hann eftir sonevndum hermeneutiskum princippum, sum teir flestu natúrvitskapsmenn hava eitt sindur striltið við at góðkenna sum aannað enn skilagóðar hugleiðingar.
Hann liggur grivin í sínum kæra Heidelberg, har hann átti nógv spor.

No comments:

Post a Comment