Sunday, November 20, 2016

LEONARDO da VINCI

Leonardo di ser Piero da Vinci (1452-1519)
Verðins størsti og kendasti POLYHISTOR.
15. apríl: Henda dag í 1452 var málarin, arkitekturin, myndahøggarin, anatomurin, botanikarin, sangarin, ítróttarmaðurin, uppfinnarin og ingeniørurin LEONARDO da VINCI føddur í tí lítlu bygdini Vinci, nærhendis Firenze í Italien.
Tað sigst, at hann var sonevnt leysingarbarn hjá einum ríkum jarðadrotti og eini arbeiðskonu.
Pápin viðgekk paternitetin og hýsti dronginum allan barndómin, sjálvt um Leonardo samdist illa við síni hálvsystkin.
Hann slapp altso at veksa upp í húsarhaldinum hjá tí ríka góðseigaranum; - slíkt var heilt sjáldsamt tá á døgum.
Leonardo fekk ongantíð nakra hægri akademiska útbúgving, og hann manglaði nógva vitan í latíni og matematikk, sum vóru fundamentið undir allari læru tá á døgum. Men hann var ein heilt sjáldsama hegnigur maður, sum empiriskt lærdi seg ófatuliga nógvan teknikk í alskyns praktiskum fakum.
Í 1469 flytti familjan til Firenze, har Leonardo kom í læru sum kunstmálari og stoypari hjá Andrea del Verrocchio, sum tá roknaðist fyri ein av teimum mest talentfullu listarfólkunum í Firenze.
Á verkstaðinum hjá Verrocchio arbeiddi Leonardo sum lærlingur saman við fleiri øðrum kendum málarum, sum t.d. Botticelli, og har lærdi hann kunstfakið og teknikkin út í æsir.
Verkstaðið hevði nógvar ymiskar aktivitetir, eitt nú eitt stórt stoyparí, har man stoypti skulpturar úr bronzu.
Firenze var ein hektiskur býur við alskyns tiltøkum, og Leonardo luttók dúgliga í tí sociala meldrinum. Hann skipaði t.d. fyri litføgrum skrúðgongum, sum tann ríka Medici-familjan fíggjaði.
Í 1482 varð hann biðin at koma til Milano at arbeiða fyri tann ríka hertogan, Ludovico Sforza, sum hevði frætt um tann talentfulla listarmannin. Hertogin útvegaði Leonardo sítt egna verkstað við lærlingum og sveinum.
Tey fyrstu árini í Milano fekk Leonardo skapt ein hóp av málningum; eitt nú málaði hann eina av teimum myndunum, sum hann er serliga víðagitin fyri. - Tað er "Tann síðsti náttverðin", sum varð skapt sum veggjaprýði í kirkjuni "Santa Maria delle Grazie".
Líka frá barnsbeini hevði Leonardo verið hugtikin av fuglum og flúgving. Hann eygleiddi, teknaði og studeraði fuglar alt lívið.
Ta síðstu tíðina í Milano gjørdi hann fleiri flúgvara-modellir, ein helikoptara og eitt svevi-plan. Í 1496 sigst hann at hava eksperimenterað við einari flúgvara-konstruktión, sum datt niður, men hevði kunnað flogið, hvis hon hevði havt motor.
Hann teknaði eisini ein undirvatnsbát, sum vist ongantíð var nakran royndartúr, men eftirtíðin hevur mett, at konstruktiónin hevði verið brúkilig. Hann eksperimenteraði eisini við einum pansaravogni, og hvussu hann kundi verjast móti kanónkúlum. Hann visti væl, at kúlur ferðast eftir einum parabli og ikki eini rættari linju, men hann hevði ikki nóg stóra matematiskt/fysiska vitan til at gera ballistiskar kanningar. Tað bleiv landsmaðurin Galileo Galilei, sum loysti tað problemið góðar tveir mansaldrar seinni.
Tað er kuriøst, at Leonardo eisini var góður svimjari og dugdi væl at kava. Tað var avgjørt ikki vanligt tá á døgum.
Leonardo stoypti nógvar skulpturar í Milano, men teir kravdu bronzu, sum gjørdist mangulvøra, tá ið kríggj brast á millum Frankaríki og Norðuritalien í 1490´unum, so hertogin Sforza mátti flýggja.
Uttan nakran mæcen og politiskan verja treivst Leonardo ikki í Milano, so í 1499 flýddi hann, fyrst til Mantova og síðani til Venezia, har hann arbeiddi eina stutta tíð við ymsum fyrifallandi arbeiði. M.a. luttók hann í bygging av neyðugum vatndembingum og ymsum skansabyggingum, sum skuldu tryggja býin móti álopi.
Hann støðaðist og treivst kortini ikki; - hann hevði jú einki formelt prógv sum konstruktørur, og tí lurtaðu menn ikki serliga nógv eftir hansara ofta skilagóðu uppskotum.
Í árinum 1500 fer hann so aftur til Firenze, og har noyddist hann at fáa sær starv hjá sjálvum Cesare Borgia, sum flestøll vita, var eitt satt bølmenni og hartil beinleiðis drápsmaður.
Men Leonardo hevði ikki ráð til moralskar skruplar, so hann var sera fegin við boðið.
Hjá Borgia slapp hann, sjálvt um hann var leikmaður at baksa sum bæði arkitektur og ingeniørur, tí menn sóu, at hann var tekniskt uppfinnsamur og sera byggikønur.
Tað er um hetta mundið (ca. 1503), at hann fer undir sín kanska allarmest kenda málning, "Mona Lisu", sum hann brúkti rættiliga langa tíð um.
Bros hennara er sera gátuført og hevur hugfangað fólk í øldir.
Hvør Mona Lisa var, eru nógvar mytur um, men tann klassiska teoriin er, at hon æt Lisa del Giocondo og var dóttir ein ríkan keypmann.
Tessvegna tosa italienarar um tað legendariska "Giocondo-brosið".
Ein heilt onnur teori um Mona Lisu er, at hon bara er eitt allegoriskt móðir-symbol hjá Leonardo, sum ongantíð bleiv giftur.
Tá ið eg gekk í skúla, var onkur lærari, sum helt fyri, at eingin maður hevði kunnað avrikað so nógv, sum Leonardo, hvis hann eisini skuldi verið giftur.
Tað eru bæði pikantar og ótespiligar frásagnir um privatlívið hjá Leonardo. Tær citeri eg ikki her, men nógv hava verið hugfangaði av tí eventuella kærleikslívinum hjá Leonardo.
Kanska var hann aseksuellur og sublimeraði ella kompenseraði við sínum øgiliga arbeiðssemi fyri, at hann livdi einsamallur alt lívið.
Men factum est, at hann var so mikið nógv øðrvísi enn tey allarflestu, at tað hevði kravt nógv av einum hjúnarfelaga at skulla hildið hann út.
Sum nógv innovativ fólk hevði hann sjáldan frið á sær, var ógvuliga hektiskur, unti sær illa matnádir og gloymdi ofta tíð og stað, hvis hann var upptikin av einari uppgávu. Hann var eisini fanatiskur vegetarur. Hann svav sjáldan, gjørdi nátt til dag, og arbeiddi ofta púra febrilskt fleiri nætur á tamb.
Longu hjá sínum fyrsta lærumeistara, Verrocchio hevði Leonardo fingið eina passioneraða, næstan fanatiska interessu fyri anatomi, ikki bara í manna-likaminum, men hjá nógvum øðrum organismum og teirra kompliceraða bygningi.
Hann slapp at luttaka í obduktiónum og fekk loyvi at dissekera lík á "Santa Maria Nuova"-hospitalinum í Firenze, og seinni eisini á øðrum hospitalum í bæði Milano og Rom.
Hann sat oftast um náttina í lík-kapellum og teknaði við kertustubba-ljósi. Tilsamans gjørdi hann yvir 240 stórar tekningar, har hann gav næstan øllum anatomiskum lutum navn, hvis teir ikki høvdu tað frammanundan. Tekningarnar eru næstan líka so eksaktar sum fotomyndir.
Hann teknaði beinagrindina topografiskt við hvørjum muskli, hvørjari sinu, hvørt organ og hvørt lið í mannalikaminum. Hann teknaði eisini eitt fostur í móðirlívi. Endiliga varnaðist hann og skrivaði sum medicinskur pionerur um ymsar abnormitetir.
Hann defineraði sum tann fyrsti líðilsið æðrakálking (arteriosclerosu) og tødnilivur (livra-cirrhosu). Hann kendi ikki orsøkirnar, men hann sá og visti, at fyribrigdini avgjørt ikki vóru normal,
Við tað, at hann var lámur og skrivaði eitt slag av speglskrivt frá høgru til vinstru, var tað strævið at týða ta skrivtina, sum fylgdi við tekningunum.
Men øll skjøl eftir Leonardo vórðu goymd, og tað eydnaðist so við og við langt eftir hansara deyða at fáa alt tilfarið dechiffrerað og útgivið.
Í 1512 fór Leonardo eitt skifti til Rom, har bæði Rafael og Michelangelo arbeiddu. Teir vóru væl yngri, men eftir hvat søgur siga, so dámdi Michelangelo slett ikki Leonardo og vildi treyðugt hitta hann, men Rafael sigst hava tosað við tann gamla meistaran.
Professionell øvundsjúka skuldi vera sera vanlig millum renæssancu-kunstnarar, sum ofta føldu seg sum beinleiðis kunst-kongar.
Í 1516 hersetti tann franski kongurin, Frans tann Fyrsti býin Milano fyri aðru ferð, og hann sendi beinanvegin boð eftir Leonardo, sum kongurin beundraði, serliga sum málara.
Teir samdust um, at Leonardo skuldi flyta til Frankaríkis, har kongurin gav honum tað hábærsliga slottið, CLOS LUCÉ í tí idylliska Loire-býnum AMBOISE at búgva og arbeiða í.
Har búði Leonardo, líka til hann andaðist 2. mei 1519 í ørmunum á kongi. Tann flogvitugu úrmælingurin var tá nýliga fyltur 67 ár.
Við sær til Frankaríkis hevði Leonardo sjálvandi sín yndismálning, "Mona Lisu".
Tessvegna gjørdist málningurin fronsk ogn og kann enn tann dag í dag síggjast í Louvre í Paris, har so nógvir dýrgripar eru á goymslu.
Hvussu ein einstakur maður kundi vera so kønur og vitandi á so mongum økjum, er framvegis ein óloyst gáta, og hann verður tí ofta nevndur tann síðsti polyhistor.

No comments:

Post a Comment