Sunday, November 20, 2016

KÄTHE KOLLWITZ

Käthe Kollwitz (1867-1945).
8. juli: Henda dag í 1867 var tað listarliga multi-talentið og tann engageraða javnaðarkvinnan, KÄTHE KOLLWITZ fødd í Kønigsberg (nú Kaliningrad) í tí táverandi Eystur-Preussen. Longu tíðliga í skúlaárunum vísti Käthe eitt heilt óvanligt talent fyri tekning, skulpturering og alskyns formning, og teknilærarar hjá henni vóru hugtiknir av, hvussu gott eyga og handalag, hon hevði. Teir hildu, at hon átti at fáa hægri kunstneriska undirvísing, men tá í tíðini vóru tey allarflestu kunst-akademi afturlatin fyri yngri kvinnum.
Pápi hennara, Karl Schmidt var eldhugaður socialdemokratur við emanciperaðum sjónarmiðum um útbúgving av kvinnum.
Hann hevði sum ungur lisið jura, men kundi ikki fáa nakað embæti, tí preussiska stjórnin og fregnartænastan vistu um hansara liberalu áskoðanir í studentartíðini. Men Karl var hegnigur maður, og valdi tí at blíva múrarameistari í staðin fyri. Hann gjørdist skjótt fíggjarliga óheftur. og var tí førur fyri at senda dóttir sína til hollari undirvísing. Tá ið hon var fylt 12 ár, sendi hann hana fyrst til privatundirvísingar í Kønigsberg.
Käthe Schmidt teknaði alskyns arbeiðsfólk, sum komu í handilin hjá pápanum, serliga bøndur og sjómenn. Hesar myndir hjá Käthe imponeraðu kunstlæraran, so at hann saman við pápa Käthe fekk sent hana víðari til tann meira kenda listarmannin Rudolf Mauer, sum eftir kvalificeraðum viðmæli játtaði at taka Käthe sum privatan næming hjá sær.
Í 1886, tá ið hon var blivin 19 ára gomul, fór hon til Berlin, har hon slapp inn á "Damenakademie des Vereins der Berliner Künstlerinnen". Tað var sjálvandi ein heilt privatur skúli fyri relativt emanciperaðar kvinnur. Men lærararnir har vóru allir kendir og dugnaligir listarmenn, sum lærdu Käthe fleiri aðrar listargreinir enn tekning. T.d. fekk hon áhuga fyri bæði grafikki, leir-skulpturering, koparmynding, plastikki og myndahøgging. Tann lærarin, sum hevði størst ávirkan á hana, var Max Klinger, sum var internationalt kendur grafikari og plastikari.
Eftir ta fruktagóðu lestrartíðina í Berlin, fór hon aftur til Kønigsberg og gjørdist lærari eitt stutt skifti á kunstakademiinum har. Men longu árið eftir fór hon avstað aftur til München, har hon var sloppin inn á "Münchner Damenakademie für Kunst".
Eftir ráðum frá kønum lærarum Í München kom hon til tað erkennilsið, at hon vildi uppgeva málaralistina og heldur brúka sína orku uppá reina tekning, grafikk, litografi og skulpturering.
Líka síðani hon var 17 ára gomul, hevði hon verið trúlovað við Karli Kollwitz, sum las medicin í Berlin. Í 1891 var Karl blivin lækni, og tey blivu gift. Tey fingu tveir synir.
Karl setti seg niður sum lækni í býarpartinum Prenzlauer Berg, sum tá var eitt av teimum fátækastu arbeiðara-økjunum í Berlin.
Hetta fekk ómetaligan týdning fyri Käthe og hennara list. Hon teknaði og lýsti við sterkum tekningum, hvussu vánaliga proletariatið livdi í risabýnum, og teknaði ta stálsettu slitmannafjøldina í øllum gerandis-arbeiði. Hon var góð við arbeiðarastættina, men hon velur sjáldan nakað optimistiskt tema, tí korini vóru ómennislkjanslig og forargilig.
Myndirnar eru merktar av nívandi sorg, vónloysi, desperatión, deyða, fíggjarligum sundurknúsilsi og ruin.
Sjálv búði hon í hábærsligum læknabýli, men hon var stórliga hugtikin av, hvussu stórt dirvi, andiliga styrki og yvirlivilsis-vilja, tær forstríddu arbeiðarakonurnar vístu í síni materiellu armóð og vónloysi. - (Í dag er tað gamla Prenzlauer Berg við at blíva eitt mondænt miðalklassaøki við moderniseraðum húsum og sorgleysum pulserandi café-lívi).
Ta fyrstu tíðina var kunstur hennara engagerað socialrealisma, men so við og við gjørdist listin rein ekspressionisma.
Käthe kann tí av sonnum sigast at vera tann FYRSTI KVINNULIGI EKSPRESSIONISTURIN.
Myndir hennara blivu skjótt kendar um alt Týskland, og sjálvt Keisarin Wilhelm fekk eyga á tær og bleiv rættuliga skelkaður av teimum hørðu eksistens-korum, sum partar av arbeidarafjøldini hevði.
Annars var Keisarin avgjørt ikki fegin um eksperimenterandi kunst, og honum dámdi slett ikki ekspressionismu.
Á tí stóru "Berliner Kunstausstellung" í 1898 bleiv hon kend um alt Europa, og serliga Í Norðanlondum, Hollandi og Frankaríki blivu myndirnar hjá Käthe Kollwitz nógv debatteraðar og eisini brúktar í politiskari propaganda. Eftir hesa sýning vóru fleiri intellektuellir týskarar, sum vildu geva henni gull-medalju fyri sítt arbeiði, men tað segðist, at Keisarin skuldi andøva ímóti, og tá í tíðini skuldi hann kontrasignera heiðursskjalið um medaljuna. So hon fekk hana ikki!
Käthe sjálv var socialistur, men hon var avgjørt ikki agitator. Hon vildi bara heilt realistiskt lýsa tað harða breyðstríðið hjá arbeiðarastættini, sum hon hevði stóran alsk til og virðing fyri.
Í 1906 fekk hon Villa-Romana-prísin, sum er tann elsta heiðurslønin, sum ein kunstnari kann fáa í Týsklandi.´
Stutt fyri Tað fyrsta Verdinskríggið fór hon av álvara undir myndahøgging, sum hon annars mest hevði fingist við sum studium ella hjáputur. Men hon arbeiddi samstundis eisini við bæði træskurði, litografi, grafikki, koparmyndum og tekningum.
Í arkitekturi var hon hugfangað av fyritøkuni "BAUHAUS" og samstarvaði í áravís við fleiri av teirra djørvu og innovativu teoretikarum í innandura-prýði og stíl-broytingum.
Undir Fyrsta Verdinskríggi fall tann eini sonur hennara. Tað førdi við sær, at hon gjørdist pacifistur og helt seg til tankarnar hjá Karli Liebknecht og Rosu Luxembourg.
Tá ið Karl Liebknecht bleiv myrdur, gjørdi hon ein kendan træskurð til hansara æru og eftirmæli. Hesa tíðina var hon við at skifta frá sínum socialdemokratiska barndómi til kommunismuna, men bleiv kortini ongantíð limur har.
Seinni í 1920´unum arbeiddi hon nógv fyri og fylktist við teimum, sum vildu hava eina politiska fusión millum javnaðarflokkin, SPD og kommunistaflokkin, KPD. Men tað lukkaðist av góðum grundum aldrin!
Í 1919 bleiv hon so kunstneriskt viðurkend, at hon gjørdist tann fyrsti kvinnuligi limur av og professari við Kunstakademiið í Berlin, og har sat hon, líka til nazistarnir koyrdu hana frá í 1933.
Í 1929 fekk hon eisini sum tann allarfyrsta kvinnan tann umhildna preussiska prísin "Pour la Mérité", sum bleiv givin fyri serligan dugnaskap í vitskapi og list.
Í tretivunum livdu hon og maðurin rættiliga anonymt, tí tey vóru hildin at vera politiskt suspekt. Hann passaði sítt læknastarv, og hon teknaði, høgdi og skar á sínum privata verkstaði.
Men í 1936 fingu hon og maðurin vitjan av Gestapo, sum hótti tey við koncentrations-legu fyri teirra politisku áskoðanir.
Men tey søgdu bart út, at so valdu tey heldur at beina fyri sær. Tey vóru somikið internationalt kend, at nazistarnir tordu ikki at risikera eitt skandaløst og verðinskent kunstnara-martyrium, so tey fingu frið, og teir komu ikki aftur!
Longu árið eftir, t.e. í 1937 fylti Käthe 70 ár, og tá komu meira enn 150 telegram frá intellektuellum fólki úr allari verðini til Týsklands, og tey fagnaðu henni sum eitt av teimum fremstu og djarvastu kvinnuligu listarfólkum nakrantíð.
Maður hennara doyði 1940, og tvey ár seinni undir Øðrum Verðinskríggi misti hon hin sonin á vígvølli í Belgien. Tað førdi til eina langa og drúgva depressión hjá Käthe, men hon loftaði sær og fór aftur at arbeiða.
Men so vóru hús og verkstaður hjá henni rakt av einum av teimum mongu bumbuálopunum á Berlin, so Käthe valdi at flýggja til Sachsen, har hon búsetti seg í Moritzburg nærhendis Dresden.
Undir bumbingini fóru fleiri hundrað skulpturar, litografiir og tekningar fyri skeytið.
Men somikið er kortini varðveitt, at man útgav hennara dagbøkur 1948 og lat upp eitt "Käthe Kollwitz museum" fyrst í Køln 1985, og longu eitt afturat árið eftir í Fasanenstrasse í Berlin.
Í Prenzlauer Berg er eitt lítið pláss, nærhendis teirra læknabýli uppkallað eftir Käthe..
Í rúmdini hevur ein asteroida eisini fingið hennara navn.
Käthe Kollwitz doyði 22. apríl 1945 í Moritzburg, beint áðrenn Kríggið endaði. Hon er grivin á Zentral Friedhof Friedrichsfelde við Berlin, har nógvir politiskir martyrar hvíla.


No comments:

Post a Comment