Sunday, November 20, 2016

KARLAMAGNUS ( CAROLUS MAGNUS alias CHARLEMAGNE)

2. apríl: Henda dag í 747 var KARLAMAGNUS ( CAROLUS MAGNUS alias CHARLEMAGNE) føddur.
Pápi hansara var kongurin PIPPIN LíTLI, og tann víðagitni høvdingurin KARL MARTEL var abbi hansara. Mamma Karl æt Bertra og var týsk høvdingadóttir frá økinum við Rhinen-ánna.
Fø´lsdagin hjá Karli tí Stóra kenna søgumenn væl, og man veit eisini ógvuliga nógv um hann sum hálvvaksnan og tilkomnan mann og, at hann doyði í 814, men keldurnar um HVAT árstal og akkurát HVAR hann varð føddur, eru rættiliga ymiskar og ógreiðar.
Árstølini variera frá 742 og 744 til 747, men eftirsum foreldur hansara blivu gift ár 744 í Quierzy, verður árið 747 av teimum flestu hildið at vera tað rætta. Orsøkin til, at menn eisini nevna sjálvt hjúnarbandsárið 744, er, at ein treisk søgn sigur, at Karl skuldi vera fyltur 70, áðrenn hann doyði, men um so var, skuldi Karl verið sonevnt leysingabarn, og tað er valla hugsandi.
Fleiri býir, sum allir liggja antin í tí núverandi Týsklandi ella landnyrdingspartinum av Frankaríki verða nevndir sum møguligir føðistadir hjá Karli, sosum Ingelheim, Mürlenbach og Aachen í Týsklandi, Liège í Belgien og Quierzy í Frankaríki. Teir liggja allir innanfyri ein radius uppá ca. 200 km frá Aachen, har Karlamagnus helt til meginpartin av sínum lívi, og har liggur hann eisini grivin.
Karl bleiv krýndur sum kristin kongur saman við beiggja sínum í 768, men bróðurin doyði longu trý ár eftir, so Karl bleiv einaráðandi kongur í 771.
Ættin hjá fedgunum, Pippin og Karli verdur nevnd tad karolingiska dynastiid. Tídin eftir Karl verdur tí ofta nevnd tann karolingiska renaissansan.
Franskmenn rokna hann sum franskmann, men hann var germanskur FRANKARI, og teir tosaðu týskt við tað franska hovið í meira enn eina øld.
Karl var fyrst og fremst sigrandi stríðsmaður, og luttók ofta sjálvur í territorialum bardøgum í meginpartinum av Europa.
Risastór heiðin øki vórðu "kristnaði" við brutalum yvirgangi, har man noyddi fólk til dópin.
Táverandi pávin í Rom bað Karl hjálpa sær móti hóttandi fólkabólkum í Norður-Italien, m.a. longobardunum, sum Karl sjálvandi bardi niður við harðari hond.
Karl var kristnaður vesturgermanskur frankari, men hann vendi sær eisini eystureftir móti saksarum og øðrum eysturgermanskum fólkum, sum enn ikki vóru kristnaði. Bardagin móti saksarunum var drúgvur og karráur. Hvørgin parturin vildi lúta
Hann kom heilt framat donskum landaøki, og tað sigst, at áin Eider sum mark móti Norðanlondum er sett av Karli tí Stóra.
Seinni vendi hann sær móti Spanien, har hann herjaði nógv og leingi, men at enda rendi hann seg fastan móti arabarum (maurarum), sum høvdu hersett ein stóran part av suðursponskum lendi;
Karl og hansara herur bardust manniliga i nógv ár, men so við og við mátti hann erkenna, at áin Ebro í Mið-Spanien bleiv tað spanska og "religiøsa" markið millum muslimskar maurarar og kristnar frankarar. Politiskt fekk hann heldur ongantíð lagt alt suður-Italien undir seg.
Á einum av teimum mongu herferðum í Spanien sigur søgnin, at baskarar skuldu leypa á eina elitu-herdeild hjá Karlamagnusi, har m.a. tann víðagitna fylkingin av Tólvjavningum við tí reysta Rólanti á odda mátti dvína og varð høgd niður av teimum vælmannaðu baskarunum, sum fullu frankarunum í ryggin.
Hesin tilburður skal søguliga hava verið á skarðinum við Runtsival (Roncesvalles) í Pyrenæarafjøllunum í árinum 777 ella 778.
Tann litterera og ævintýrliga søgnin um hesa hending er rættiliga ævinliggjørd í "Chanson de Roland" og "Karlamagnussarkvæðum", sum føroyingar kvøða enn tann dag í dag. Flestøll munnu kenna niðurlagið úr hesum oldfranska kvæði: i
"Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum drós í sað´l,
blás í hornið Ólivant
í Runtsival."
Fjallaríkið Andorra sigst at verða stovnað akkurát um hetta mundið av Karlamagnussi og hansara monnum.
Andorranarar nevna eisini Karlamagnus beinleiðis í teirra nationalsangi.
Tað gekst so mikið væl uttanríkispolitiskt hjá tí sigurssæla Karlamagnussi, at umleið 780 var Ríkið hjá honum eftirhondini blivið næstan líka so stórt sum Tað Vesturromarska Ríkið hevði verið í sínari tíð.
Ríkið hjá Karli fevndi um ein stóran part av tí vestasta Týsklandi, Belgien, Hollandi, tað mesta av Frankaríki. Harumframt stórar partar av Bayern, Eysturríki og Italien.
Men so gjørdu teir óstýrligu saksararnir millum Elben og Rhinen uppreistur og noktaðu at viðurkenna Karl sum teirra valdsharra. Karl stormaði beinanvegin eystureftir og sum frá leid lukkadist tad honum at knúsa tær saksisku herdeildirnar, og so blóðtystur var hann, at hann sunnanfyri Bremen í árinum 782 í bygdini VERDEN (útt. "Ferden") am Aller, hevndi seg við at lata 4500 menn drepa afturfyri uppreisturin.
Hetta blóðbaðið skuldi ræða og styggja allar aðrar, sum pønsaðu uppá uppreistur móti tí maktsjúka Karlamagnusi.
At ein so ráur maður sum Karlamagnus seinni er glorificeraður sum eitt óført stórmenni, bæði í kvæðum og sagnum, er helst tí, at hann av kristnum søguskribentum og Pávavaldinum er róstur sum tann stóri bjargarin av kristindóminum í Norðureuropa.
Endilga má pointerast, at nógvir av mótstøðumonnum hansara vóru somu bølmenni og avgjørt ikki sentimentalir humanistar.
Karl fekk doypt í túsundatali av heidningum, sum sluppu at velja millum at verða hálshøgdir ella doyptir. Teir allarflestu valdu dópin!
Men sum politiskur sigrari og kristin umboðsmadur var Karl avgjørt heppin, miðvísur og effektivur.
Tað er lítil ivi um, at stjórnin og umsitingin hjá honum hevur verið tann frægasta og skilabesta í fleiri øldir, tá ið hann fyrst hevði fingið tey ymsu fólkasløgini í øllum sínum kúgaða landaøki til at makka rætt og binda frið!
Áðrenn Karlamagnus var lítið skil á umsiting og embætisvaldi í Norðureuropa, sum tá í tíðini á flestu økjum var langt aftanfyri Suðureuropa, har arvurin eftir ta romarsku civilisatiónina framvegis var grundarlagið undir umsitingini.
Men Karl setti sær fyri at bøta um hesi viðurskifti. Hann fekk sær mætar og kønar menn rundan um seg, og teir hjálptu honum bæði við at modernisera og reformera alt Ríkið. Hann dugnaði landbrúki og handverki, og beitti sendimenn út í allar krókar av Ríkinum. Teir vóru ikki bara ráðgevarar fyri fólkid, men skuldu eisini eygleiða og fortelja Karli, hvussu standurin var.
Hann innkallaði nógv mentarfólk, bæði retorikarar, litteratar, dramatikarar, sangarar og søgumenn til hovið hjá sær, og honum dámdi væl, at fólk tosaðu høviskt og retoriskt korrekt.
Sjálvt um meginparturin av tí elsta landaøkinum hjá Karli var franskt, so tosaði hann, sum aðrir frankarar týskt, men teir brúktu nógv latín í skrivligari umsiting.
Ein treisk søgn fortelur, at Karl ikki lærdi seg at lesa og skriva, fyrr enn hann var vaksin maður, men onnur tíðindi siga, at hann longu sum smádrongur varð settur í klosturskúla sum so mong onnur aðalsbørn, allarhelst í Saint Denis norðanfyri Paris.
Har skuldi hann hava lært bæði skrivi- og roknikynstur umframt administrativt latín. Eftirsum hann var kongssonur, er lítið hugsandi, at hann skal hava verið tilkomin analfabetur.
Faktum er, íð hvussu so er, at hann seinni var øgiliga upptikin av lærdómi og undirvísníngi. Hann skipaði fyri skúlagongd til eina fjøld av smádreingjum hjá bæði aðals- og borgara-stættarfólki. Hann ynskti og kravdi høgt alment dannilsi og víðan sjónarring av øllum, sum vóru í hansara nærmasta umhvørvi.
Tad verður ofta fortalt, at Karlamagnus í Rom "lat seg krýna" til romarskan keisara sjálvan jólaaftan í árinum 800.
Men eftir hvat tær mest álítandi keldur siga, so var tað pávin, sum setti krónuna á høvdið á Karli, meðan hann knelaði, uttan at Karl hevði ætlað tað.
Karlamagnus vildi fegin vera keisari, men honum dámdi einki, at tað skuldi vera pávin, sum avgjørdi tað. Longu tá sást, at tað klassiska maktstríðið fór at standa hvast millum keisara og páva. Tað kom eisini at dominera alt politiskt lív tær komandi øldirnar.
Teir flestu keisarar í miðøldini vóru týskarar, og teir vildu ikki finna seg í romarskum pávavaldi sunnan fyri Alpurnar.
Tey síðstu árini brúkti Karlamagnus uppá at herja eystanfyri Elben, har hann grundlegði nógv bispasæti, sum seinni blivu til kendar týskar býir, men teir treisku eysturgermanararnir hveptu seg leingi við at lata seg doypa, og nógvir blivu ikki kristnaðir fyrr enn um somu tíð, sum Norðanlondini tóku við tí kristnu trúnni.
Karl tann Stóri var realpolitikari og skapti eitt ótrúliga modernað Ríki, sum fekk avgerandi kulturpolitiskan týdning fyri alt Norðureuropa.
Men Karl var ikki bara politiskt stórur; hann var eisini kroppsliga stórur. Man veit, at hann hevur verið tætt við tveir metrar høgur og hartil prúður, men hann skuldi kortini vera sera klænmæltur og heldur eingin oratorikari.
Karlamagnus doyði í 814, og hann liggur grivin í tí hábærsligu dómkirkjuni í høvuðssæti sínum, AACHEN.
Hann lat sjálvur byggja hesa føgru kirkju í sínum kæra býi, og hon er tessvegna elsti katedralur í øllum Norðureuropa.
Aachen, sum var skansin hjá Karlamagnussi er ein sjáldsama vælhildin, nossligur og vakur býur, hagar ein rættiliga fjølmentur skari av turistum vitjar á hvørjum ári.

No comments:

Post a Comment