Sunday, November 20, 2016

KONRAD LORENZ, alias Der GÄNSEVATER



7. november: Henda dag í 1903 var læknin, etologurin, zoologurin og ornitologurin KONRAD ZACHARIAS LORENZ føddur í Altenberg, nærhendis Wien í Eysturriki.
Pápi hansara var eisini lækni, og eftirsum Konrad var sein-føðingur við gomlum foreldrum, fekk hann nógva umsorgan og stóran intellektuellan stimulans í barnaárunum.
Foreldrini góvu honum eisini sera fríar ræsur, og sjálvt um tey hildu tað vera ógvuliga løgið, so sluppu tey honum at hava eitt ótal av dýrum sum kelidýr, bæði til eygleiðingar og fysilogiskt studium. Hann helt alskyns kríatúr, líka frá fiskum og fugla-pisum til eina kapucinara-apu. Hann studeraði teirra atburð gjølla og skrivaði líka frá barnsbeini alt upp, sum hann varnaðist og helt vera forvitnisligt ella løgið. Hann var helst ein tann allaryngsti atburðar-psykologur, sum man veit um.
Seinni bleiv hann kendur fyri at vera grundleggjarin av tí vitskapligu disciplin, sum kallast ETOLOGI = eygleiðing av atburði og reaktiónsmynstri hjá dýrum.
Tad vóru gæs og gásaflokkar, sum vóru hansara mest brúktu etologisku granskingar-dýr, og hann hevur sjálvur fortalt, at hann fekk sín áhuga fyri gæsnum úr bókaheiminum, tí mamma hansara fleiri ferðir hevði lisið skaldsøguna hjá Selmu Lagerløf um "Nils Holgerssons underbara resa gennom Sverige", har pilturin Nils ríður og flýgur á eini gás gjøgnum alt landið.
Søgan førdi til, at Konrad bleiv bergtikin av villum gásum og teirra miðvíst navigeraðu ferðum.
Lorenz fór í fólkaskúla sum seks ára gamal og kom seinni á tann kenda real- og studentaskúlan, Schottengymnasium í 1915, tá ið hann var fyltur 11 ár.
Men umframt dýrini hevði hann eisini eina aðra hobby ella dagdvølju. Hann var passioneraður motorcyklu-entusiastur, og hann hevði so mekaniskt hegni, at hann longu sum hálvvaksin kláraði allar umvælingar av motori og øllum øðrum cyklufunktiónum.
Í dreingjaárunum vóru hann og tann fagnaði økonomifilosoffurin Karl POPPER skúlakammirátar. Teir vóru javnaldrar.og vinmenn og millum teir bestu næmingarnar alla skúlatíðina.
Lorenz tók studentareksamiu 1921 við frálíkum úrsliti.
Pápi hansara, sum sjálvur hevði studerað uttanlands, eggjaði honum til at fara til New York á Columbia University, har hann var eitt ár frá 1922 til 1923.
So kom hann aftur til Wien at lesa og fekk medicinska embætiseksamiu 1928; hann gjørdist medicinskur doktari sama árið og fekk arbeiði sum granskari á "Anatomische Institut" við universitetið í Wien, har hann arbeiddi til 1935.
Í 1933 fekk hann prógv sum zoologur og fekk stutt eftir phD-heiti í zoologi. Hann gjørdi serligar analysur av grágásum og róka-fuglum.
-
Lorenz eygleiddi grágæs, og teirra instinktiva atburðar-mynstur, líka frá tí, tær komu úr eggi og til tær vóru tilkomnir fuglar í stórum gásaflokkum. Hann samanbar villgæs við tamar gæs og teirra hybridir. Serliga bleiv hann verðinskendur fyri at beskriva fyribrigdið "prägung", t-e- prenting, stempling ella eyðmerking.
Henda merking vísir seg við, at gásarungin upp til fáar tímar eftir, at hann er komin úr eggi, bindur seg til ta fyrstu livandi organismuna ella annan dynamiskan stimulus, sum hann sær og fer at elta hann.
Lorenz fekk altso gásarungar til at elta seg, sum um hann var mamma teirra ella teirra empatiska verja.
Vanliga er hetta instinkt ein evolutionerur fyrimunur, tí ungin sjáldan sær nakran annan enn mammu sína sum ta fyrstu organismuna, men Lorenz breyt hetta atferðarmynstrið ella bandið millum bøgu og unga við at skilja móður og unga at.
Tann eini gásarungin bleiv so fast bundin til Lorenz, at hann sum fullvaksin gás fór stetlandi hvørt kvøld heilt uppá loftið hjá Konradi og upp í songina til hansara at fáa sær ugga og umsorgan. Tað dámdi konuni ógvuliga lítið.
Lorenz var ofta avmyndaður í vikubløðum, har man sá hann spáka við eini rúgvu av gásarungum, sum eltu hann, hvar hann fór. Hann fekk tí tilnavnið "Der Gänsevater".
Lorenz vildi ikki gera royndir í laboratoria við dýrum. Tey skuldu vera í sínum natúrliga umhvørvi og so "livdi" hann saman við teimum í dagavís og stillaði teimum "biologiskar spurningar", sum hann málbar seg.
Í 1936 var ein internationalur fundur fyri etologiskar instinkt-granskarar, og har hittust Konrad Lorenz og Nicolaus Tinbergen, sum eisini var dýrapsykologur. Teir vóru forrestin báðir "gása-granskarar. Teir komu til ta konklusión, at tamar gæs degenereraðu óvanliga skjótt við ovurfiti og viknandi áræði og øðrum fysiskum defektum, og at tað var aðal-eyðkenni fyri nógv húsdýr, at tey mistu natúrlig social instinktir.
Hesa eygleiðing gjørdi Lorenz serliga hjá hybridum millum villar og tamar gæs.
Lorenz gjørdi analogiir frá dýrum til menniskju og fryktaði fyri, at analogar processir av forfalli eisini kundu raka mannaættina, hvis ymiskar racur blandaðust og skaptu menniskjansligar hybridir. Hann helt seg kunna ávísa dysgenetiskar avleiðingar í arvatilfarinum hjá dýrum.
Hetta bleiv uppfatað sum racu-eugenetikk, og vakti øgiliga politiska øsing, men nógvir vitskapsmenn styðjaðu Lorenz, sum knappliga kom í andglettin og lagdur undir at agitera fyri racu-hygiejnu, hvat hann ongantíð hevði ætlað ella skrivað..
Hann føldi seg provokeraðan bæði úti og heima, men hann var ikki limur av nakrari politiskari fylking tá.
Hann fekk vitskapligt viðhald um næstan alla verðina, men samstundis so stóra politiska mótstøðu, at hann 1938 nærmast í sinnismuni meldaði seg inn í tann nazistiska flokkin.
Tað er ongantíð prógvað, at hann lanceraði sínar teoriir fyri at tekkjast nazistunum. Heldur tykist tað, sum um hann gjørdist nazistur av treiskni, og tí teirra ideologi av tilvild harmoneraði við ta teori, sum hann helt seg hava dokumenterað við vitskapligum etologiskum kanningum, langt áðrenn tað eysturríkska "Anschluss" til Týsklands.
Men hetta kontroversiella mál hava fakmenn stríðst um í nógv ár, bæði undir og og serliga aftaná Annað Verðinskríggj.
Í 1940 fekk hann starv sum professari í psykologi við universitetið í Kønigsberg, men longu árið eftir bleiv hann innkallaður til militértænastu í "Wehrmacht" og ætlaði sær at arbeiða sum mekanikari, men tað slapp hann ikki.
Hann bleiv settur at arbeiða sum psykologur í hersettum økjum, har hann kann hava verið noyddur til at luttaka í pseudo-vitskapligum eksperimentum, har man sorteraði fólk eftir sonevndum racuhygiejniskum normum.
Men tað eru ongantíð funnin nøkur skjøl, sum beinleiðis kompro-mittera hann, og eftirsum nazistarnir registreraðu, journaliseraðu og noteraðu stórt sæð alt, sum teir funnu uppá av vitleysum og ómenniskjansligum eksperimentum, er tað mystiskt, at einki beinleiðis kriminelt er ávíst ella nevnt um Lorenz
Akkurát hvat, hann hevur skullað gjørt ella hevur verið noyddur til, er framvegis ógreitt. Man veit frá øðrum økjum, at alternativið hjá intellektuellum vitnum til at mótmæla brotsgerðir var stórt sæð altið, at hesi vitni sjálvi blivu ákærd og dripin.
Lorenz bleiv tikin til fanga av russarunum í 1944 og longu tá skrivaði hann um, hvussu chokeraður hann var um ta óetisku og inhumanu framferð, sum nazistarnir høvdu havt í okkuperaðum lendi, har hann og aðrir viðhvørt høvdu verið maktarleysir og passivir áskoðarar. Hann sat í russiskari fangalegu líka til 1948, har hann slapp at arbeiða sum lækni og slapp at halda kelidýr, sum eygleiðara-objekt.
Eftir Annað Verðinskríggj gjørdist ein øgiligur polemikkur fyri og ímóti Konrad Lorenz, men tann intellektuelli meirilutin av fakmonnum heiðraðu Lorenz sum vitskapsmann og vildu ikki lata hansara politisku fortíð ávirka ta fakliga eftirmælið.
Men hann arbeiddi, skrivaði og granskaði og lat seg ikki nerva av kritikki.
Í 1949 útgav hann bókina "Er redete mit dem Vieh, den Vøgeln und den Fischen", og í 1963 kom bókin "Das sogenannte Bøse", har hann argumenterar fyri, at aggressivur atburður er genetiskt treytaður.Tað dámdi ikki marxstum og naivum humanistum.
Ein meiriluti av fakmonnum helt kortini, at arbeiðið hjá Lorenz var so etologiskt slóðbrótandi og týðandi fyri analysur av instinktivum atburði í zoologiini, at hann í 1969 bleiv innstillaður sum tann fyrsti til tann hábærsliga prísin "Prix mondial Cino del Duca".
Men sín størsta sigur fekk hann, tá ið hann í 1973 bleiv nomineraður til NOBELPRÌSIN í fysiologi og medicini, sum hann fekk saman við Nikolaus Tinbergen og Karl Frisch.
Lorenz fekk sín part av prísinum fyri "Uppdagilsir í individuellum og socialum atferðar-mynstrum".
Hann er tí framvegis ein av teimum mest citerað zoologum, biologum og psykologum í verðini, bæði í tíðarritum og lærubókum. Hann skrivaði í alskyns tíðarritum og útgav eisini egnar bøkur, líka síðani fyrst í 1930´unum.
Í 1958 opnaði tann umhildni Max Planck stovnurin eina serliga Lorenz-deild fyri atburðar-psykologi, har Konrad Lorenz sjálvur gjørdist leiðari. Hann var tiltikin formidlari og skrivaði eisini populerar bøkur um vitskaplig evni, bæði fyri vaksin og børn.
Hann skrivaði m.a. "Hier bin ich, wo bist du?" og ta meira kontroversiellu "Über die Aggression".
Hann gavst at arbeiða á sínum vitskapsstovni í 1973, men helt áfram at skriva og granska í sínum sethúsi í Altenberg. Sama árið gav hann bókina "Die Rückseite der Spiegel" út.
Tá ið skúlavinurin, Karl Popper fylti 80 ár, blivu teir báðir einigir um, at teir vildu skriva eina bók saman.
Hon kom nøkur ár seinni og æt "Die Zukunft ist offen".
Konrad Lorenz doyði tann 27. februar 1989 í Altenberg, 85 ára gamal. Hann er grivin nærhendis Altenberg.

No comments:

Post a Comment