Sunday, November 20, 2016

ROBERT BOSCH




23. september: Henda dag í 1861 var ingeniørurin, uppfinnarin og vinnulívsmaðurin ROBERT BOSCH føddur í bygdini Albeck, nærhendis tí sudutýska býnum, Ulm. Longu sum smádrongur var Robert óvanliga uppfinnsamur og tekniskt snildur. Hann eksperimenteraði við alskyns elektriskum og mekaniskum projektum. Pápi hansara var fíggjarliga væl fyri og legði øgiligan dent á, at børnini skuldu fáa holla teoretiska undirvísing. Hóast barnaflokkurin var stórur, og Robert var næstyngstur av tólv systkjum, so slapp hann í realskúla í Ulm, har hann valdi eina serliga tekniska linju. Hann var miðvísur í síni trá eftir at gerast industriellur uppfinnari, so aftaná realprógvið valdi hann ta praktisku leiðina og fór í læru sum fínmekanikari.
Eftir sveinaprógvið, arbeiddi hann í meira enn sjey ár í ymsum stórum industri-fyritøkum, bæði í Týsklandi og í USA fyri at fáa tær neyðugu erfaringar til sjálvur at grundleggja sína egnu industri-fyritøku.

Um heystið 1886 lat hann sína fyrstu verksmiðju upp í Stuttgart; - hon æt "Werkstätte für Feinmechanik und Elektrotechnik" (í dag Robert Bosch GmbH).
Ein annar uppfinnari, sum æt Deutz arbeiddi um hetta mundið við eini magnetiskari tendring, sum Robert Bosch stutt eftir forbetraði og gjørdi hana meira funktionella. Endamálið var at skapa ein precisan elektriskan neista, sum kundi tendra brenni-blandingina í einum motori.
Hetta førdi til tað verðinskenda patentið og uppfinnilsið av tendri-proppinum, sum gjørdi fyritøkuna hjá Bosch til eina multinationala fyritøku við kolossalari eksport og licens-fabrikatión í nógvum londum. Bosch gjørdist høvuðríkur maður, og hansara fyritøka gjørdist ein av teimum leiðandi í alskyns elektro-mekanikki. Fyritøkan ger næstan alt elektriskt tilfar, líka frá uppvaskimaskinum. til atom-missilir.
Sjálvur var hann við autodidaktiskum áræði blivin ingeniørur og hann studeraði alt lívið avanceraða fysikk, sosum atomfysikk og kvantemekanikk, og hann førdi ofta debattir við leiðandi týskar fysikarar.
Sum arbeiðsgevari og industri-magnatur var hann ein mynsturbrótari, tí hann roknaði seg sum javnaðarmann, og hann hevði tí alsamt tætt samband við oddamenn í tí týska socialdemokratiska flokkinum, SPD.
Bosch var ein av teimum fyrstu í verðini, sum innførdi 8 tíma arbeiðsdag á sínum fyritøkum. Hann skipaði eisini fyri nógvum socialum tiltøkum og vælferð fyri sítt arbeiðsfólk. Hann syrgdi fyri heilsutiltøkum og fíggjaði fleiri modernaði hospital í Týsklandi.
Politiskt arbeiddi hann nógv fyri friði og royndi at fáa semju millum serliga franskmenn og týskarar, men tá ið nazistarnir 1933 komu til valdið í Týsklandi, uppgav hann allan politiskan aktivitet, og noyddist at lata sína egnu fyritøku blíva stórframleiðara av krígs-tilfari hjá Adolf Hitler.
Kortini fekk hann í sínum testamenti skrivað, at meginparturin av hansara ogn skuldi fara til social tiltøk og hjálp fyri neyðstaddar landsmenn.
Hann doyði í 1942, sum ein sera vónbrotin maður.

No comments:

Post a Comment