Tað
er eisini hann, sum fyrstu ferð vísir á ta skeiklaðu rørsluna hjá einum
snurrandi likami, sum ferðast gjøgnum ymiskar veskur, alt eftir ferð,
snurring og viscositeti í veskuni. Man kennir eisini fyribrigdið hjá tí
síðu-kurvu sum ein sligin ella sparkaður bóltur fær, tá ið hann
ferðast gjøgnum luftina. Hetta hevur eisini týdning í ballistikki
fyri kanónkúlur. Effektin verður heilt einfalt kallað "Magnus-effektin".
Magnus var ein tann ídnasti royndar-kemikrarin nakrantíð. Hann arbeiddi samfull 45 ár við laboratoriums-royndum.
Sum eldri maður fekk hann ta uppgávu at skipa fyri, at Preussen fór yvir til ta fronsku metur-skipanina. Hann var eisini við til at stovna tað fyrsta týska meginfelagið fyri kemikarar.
Hann doyði í 1870 og liggur grivin á Dorothéen- Friedhof í tí centrala Berlin.

No comments:
Post a Comment