Sunday, November 20, 2016

KURT ALDER

 Kurt Alder (1902-1958).

10. juli: Henda dag í 1902 var tann kendi kemikarin og Nobelprísmóttakarin KURT ALDER føddur í Kønigshütte í tí táverandi týska landspartinum Schlesien, sum í dag hoyrir undir Polen.
Í 1922, tá ið Schlesien kom undir Polen, rýmdi Kurt við familjuni til Berlin, har hann immatrikuleraði seg á universitetinum sum kemi-lesandi.
Seinni flytti hann til tann holsteinska býin Kiel, har hann tók endaligt kemiprógv á Kiel universiteti í 1926.
Um sama mundið skrivaði hann saman við sínum dugnaliga lærara og kollega, Otto DIELS eina imponerandi ritgerð um organiska kemi, sum æt "Über die Ursachen und Verlauf des azoester-reaktionen". Bæði lærari og næmingur vóru hugtiknir av fyribrigdinum, syntesu av organiskum bindingum, sum kundi gera stóra nyttu bæði í ídnaði og og í gerandisbrúki.
Teir vóru slóðbrótarar í framleiðslu av syntetiskum gummi, sum fekk ovurstóran industriellan og militeran týdning. Fyri teoretiskar avleidingar av hesum pionerarbeiði í organiskari kemi fingu teir nógv seinni Nobelprísin í kemi.
Í 1930 bleiv Kurt docentur í kemi við Kiel universitet, og í 1934 bleiv hann sum bara 32 ára gamal hjálparprofessari í kemi. Sjálvandi fekk hann arbeitt við vitskapligari kemi, afturvið undirvísingini, men hann vildi heldur fáast við reina gransking, og fekk tí í 1936 arbeiði á tí internationalt kendu kemisku risafyritøkuni, "I. G. Farben Industrie" í Leverkusen, har hann sjálvandi arbeiddi við industriellari innovatión av syntetiskari gummi-framleiðslu.
Í 1939 bleiv hann valdur inn í tann nógv umhildna "Leopoldina"-felagskapin.
Í 1940 vendi hann aftur til universitetsverðina og bleiv útnevndur til professara í eksperimentellari kemi við tað stóra universitetið í Køln.
Undir øllum krígnum slapp hann at arbeiða við reinari eksperimental-kemi, og hann útgav yvir 150 ritgerðir um organiska kemi, sum vóru relevantar fyri eitthvørt kemiskt laboratorium. Við tað, at hansara gransking var karakteriserað sum "neutral" og basal vitskaplig kanning, fekk hann ikki nógvar politiskar trupulleikar undir krígnum, men eftir kríggið kundi heldur eingin skuldseta hann fyri nakað nazistiskt virksemi. Hann arbeiddi sum vitskapsmaður og hevði eingi politisk ørindi ella nakrar politiskar ambitiónir.
Kurt Alder fekk nógvar internationalar heiðursprísir fyri sítt innovativa laboratoriums-arbeiði.
Bæði hann og lærarin, Otto Diel vórðu nógv konsulteraðir og eftirspurdir aftaná kríggið av vitskapsmonnum um alla verðina.
Tad førdi til, at teir, sum nevnt, fingu Nobelprísin í kemi í 1950 fyri "Dien-syntesuna" ella ta sonevndu "Diels-Alder-Reaktionina", sum í stuttum sigur, at man undir hóskandi laboratoriums-viðurskiftum skapar ein umsetning, so ein ringur av seks kolatomum verður skipaður, so at eitt konjugerað DIEN og eitt substituerað ALKEN verða samanbundin. Hetta ljóðar kanska einfalt í dag, men tá í tíðini var tað eitt sensationelt framlop í organiskari kemi.
Í 1955 bleiv Kurt Alder heiðurslimur í "Bayerischen Akademie der Wissenschafte", hóast hann stórt sæð aldrin hevði arbeitt í Bayern.
Hóast allan tann virak og heiður, sum honum varð sýndur, fekk hann eina tunga lagnu.
Hann bleiv funnin deyður í sínum býli í Køln 1958, stutt fyri sín 56 ára fø´lsdag.
Tað var nógvur mystikkur um, hvussu Kurt Alder kom av døgum. Tað hendi jú mitt undir Tí kalda Krígnum, har stórveldini, Sovjettsamveldið og USA kappaðust um vitskapliga og industriella spionagu á nógvum européiskum universitetum og størri fyritøkum.
Við síni stóru fakligu vitan, KUNDI Kurt Alder væl vera eitt militér-politiskt málobjekt fyri bæði russarar og amerikanarar, men tað er ongantíð prógvad nakad, og málið var politiskt niðurprioriterað og næstan myrkalagt av politivaldinum.
Fáír journalistar hættaðu sær at kanna, hvussu og hví Alder doyði.
Hann bleiv seint í lívinum giftur við Gertrud Bitzer, men hjúnini búðu kortini ikki saman. Konan, sum hevði vitjað hann, stutt áðrenn hann var funnin deyður, fortaldi, at hon kendist slett ikki við hansara meðferð. Vanliga var hann flegmatiskur, - róligur og blíður, men tá virkaði hann sera fjarur og ógvuliga tankaplágaður, so hon fekk illa prátað við hann.
Hann válaði nervøsur runt í stovuni, blaðaði midleyst í ymiskum kompendia ella skrivaði ymisk kemisk data og formlar niður á blokkar og seðlar.
Hann var slett ikki andiliga "nærverandi". Tað var, sum um hann var óvanliga stressaður, stúrin og upptikin av onkrum máli, sum hann ikki vildi ella kundi fortelja henni nakað nærri um.
Tað skal tó skoytast uppí, at sjálvt um eingin hevdð hoyrt um , at hann var sjúkur um hetta mundið, so hevði hann fyrr havt trega av hjartanum.
Eitt kent insekticid, (t.e. gift móti insektum ), sum verður framleitt gjøgnum eina Diels-Alder reaktión, er uppkallað eftir honum - tað eitur "ALDRIN".
Á Mánanum er Kurt Alder eisini heidraður við, at eitt mána-kratur er uppkallað eftir honum í 1979.

No comments:

Post a Comment