Sunday, November 20, 2016

PETER LAURITS JENSEN

Peter Laurits Jensen (1886-1961)

"Tann sonevndi danski Edison", sum uppfann hátalaran!
16. mei: Henda dag í 1886 var tann internationalt kendi danski uppfinnarin, radioteknikarin og ingeniørurin, PETER LAURITS JENSEN føddur við ta lítlu útróðrar-bygdina Hesnæs í Åstrup sókni á Eystur-Falster, einar 12 km frá Stubbekøbing.
Pápin var ein fátækur, men rættiliga (con amore) belisin loðsur, sum hevði stóran horisont og avgjørt meiri enn miðalvitan.
Hóast Peter Laurits kom frá sera beskednum korum, gjørdist hann kortini socialur mynsturbrótari, tí hann hevði so góð evnir, at nógv skilagóð lokal fólk syrgdu fyri, at drongurin slapp í Nørre Alslev realskúla, hað. ani hann tók præliminæreksamiu 1902.Tað var avgjørt ikki hvønnsmansføri tá í tíðini.
Sjálvur var Peter Jensen óvanliga ambitiøsur. Hann bar orð fyri at vera øgiliga arbeiðssamur, miðvísur og óvanliga treiskur. Hann gavst ikki, hvis hann hevði fingið varhugan av, at nakað kundi bera til. Hann var passioneraður radioamatørur og gjørdist seinni radioteknikari.
Eftir præliminærprógvið 1902, kom hann í læru hjá sjálvum tí kenda uppfinnaranum og ingeniørinum, Valdemar Poulsen.
Tann kendi Poulsen hevð uppfunnið bandupptakaran og arbeiddi við radiosendarum, m.a Lyngby radio.
Á verksmiðjuni hjá Poulsen gjørdist Peter Laurits teknikum-ingeniørur 1908. Á teirra laboratorium har eksperimenteraðu teir báðir við tráðleysum telefonsambandi.
Jensen arbeiddi nøkur ár sum assistentur á tí viðgitna Lyngby Radio, sum Valdemar Poulsen hevði etablerað.
Firmaið hjá Valdemar Poulsen hevði sína egnu deild í USA, har teir m.a. bygdu smár radiostøðir eftir modelli frá teimum praktisku radiosendarum hjá Valdemari í Danmark; - annars seldu teir ymsar elektróniskar vørur, sum allar vóru patenteraðar av fa. Valdemari Poulsen.
Hagar yvir til California varð Peter Jensen sendur í 1909. Stutt eftir møtti hann Edwin Pridham, sum átók sær at læra tann tekniskt køna Peter Jensen eingilskt mál. Teir stovnadu stutt eftir í felag fyritøkuna "Commercial Wireless and Development Company", sum lá í California. Longu í 1911 fekk Peter Jensen patent uppá ein elektrodynamiskan tráðleysan telefonmóttakara, og fyritøkan vaks skjótt.
Á hesi fyritøkuni gjørdi Jensen í 1915 sítt viðgitna og slóðbrótandi uppfinnilsi, HÀTALARIN, sum hann fekk verðins-patent uppá.
! 1917 skifti fyritøkan navn til "Magnavox Company", sum bleiv eitt stórt firma, har Jensen gjørdist leiðandi ingeniørur. Hetta árið fekk hann eisini patent uppá ta fyrstu mikrofonina, sum næstan elimineraði óljóð og annan órógvandi gang.
Tey fylgjandi árini fekk Jensen patent uppá ein hóp av øðrum elektróniskum uppfinnilsum og forbetringum av eksisterandi tólum.
Hátalarin og mikrofonin hjá Jensen gjørdi tað møguligt hjá stórum fjøldum av fólki at hoyra røður og upplestrar heilt týðuliga á úti-fundum.
Wilson, presidentur brúkti, sum tann fyrsti politikarin hátalarin og mikrofonina hjá Peter Jensen við frálíkum úrsliti. Á fólkafundum við út ímóti 100.000 fólkum kundi mikrofon og hátalari bera ljóðið til tey allarytstu í eini mannamúgvu. Tað var eitt kolossalt framlop fyri alla kommunikatión.
Í 1925 fór Jensen frá sum stjóri í sínum egna firma og stovnaði í 1927 aftur eina nýggja fyritøku, sum fekk navnið "Jensen Manufacturing Company". Har var hann leiðandi stjóri líka til 1940, og tað eydnaðist eisini har at fáa fleiri patent viðurkend.
Jensen bleiv ikki giftur, fyrr enn í 1929, tá ið hann festi sær Malvinu Opliger úr Minnesota. Hon var eftir øllum at døma av norrønari ætt. Tey fingu ein son, sum eisini bleiv radioteknikari.
Undir krígnum sat Jensen í tí amerikansku nevndini, sum arbeiddi við og eksperimenteraði við Radar-navigatión.
Líka so genialur Jensen var til alt tekniskt apparatur, líka so eiðasørur var hann sum økonomur. Hóast hann hevði eitt ótal av patentum, og fyritøkur hansara framleiddu nógvar elektróniskar vørur, gjørdist hann ongantíð serliga ríkur maður.. Hann dugdi hvørki at handla ella at investera, so tað vóru altið aðrir menn, sum blivu ríkir av hansara patentum.
Hann fekk tó nógvar heiðursprísir. Hann fekk danska riddarakrossin aftaná kríggid, og hann bleiv heiðurslimur í tí danska ingeniør-felagnum í 1950´unum.
Í USA og serliga í California er hann vælkendur, og verður ofta nevndur "The danisk Edison"; men burtursæð frá fakmonnum og ættarfólki á Falster, eru ikki nógvir danskarar, sum hava hoyrt um Peter Lauritz Jensen í dag.
Hann doyði 1961 í Western Springs, Illinois, har hann eisini er grivin.

No comments:

Post a Comment