Sunday, November 20, 2016

HERBERT von KARAJAN

5. apríl: Henda dag í 1908 var ein tann mætasti, kendasti og mest kontroversielli dirigenturin, HERBERT von KARAJAN føddur í Salzburg í Eysturríki.
Familjan kom upprunaliga úr Makedonien á svørðsíðu og úr Slovenien á spunasíðu.
Í hesum balkanlondum var vanligt at fara til Eysturríkis ella Týsklands at fáa sær bæði praktiska og teoretiska útbúgving.
Langabbi hansara, Georg Karagiannis var longu komin til Týsklands í 1700-talinum, har hann hevði upparbeitt eina stóra fyritøku, sum handlaði við bummull..
Eftirkomarar hansara blivu so múgvandi menn, at familjan fekk aðalsheiti frá tí saksiska kurfürstanum miðskeiðis í 1800-talinum. Tað gav familjuni rættin til at skriva seg við "von" frammanfyri eftirnavninum, sum so samstundis bleiv stytt og justerað til KARAJAN.
Longu sum smádrongur var Herbert víðagitin sum "undurbarn" við klaverið. Hann spældi tey mest krevjandi klaverstykkir uttanat, áðrenn hann fór í skúla.
Hann var átta ára gamal, tá ið hann slapp inn á Mozarteum í Salzburg at studera musikkteori. Fleiri av hansara lærarum eggjaðu honum til at blíva dirigentur, og í 1929, tá ið hann bara var 21 ára gamal dirigeraði hann "Salome" eftir Richard Strauss í tí kenda "Festspielhaus" í Salzburg. Hetta førdi við sær, at hann tey næstu fimm árini fekk starv sum kapellmeistari (dirigentur) í Ulm.
Hann slapp at dirigera Wienar filharmonikararnar fyri fyrstu ferð í 1934. Tað var í Salzburg, men seinni kom hann sjálvandi at dirigera teimum í sjálvum Wien.
Hann bleiv skjótt kendur sum sjáldsamur perfektionistur, sum stillaði øgiliga hørð krøv bæði til musikarar, sangarar og seg sjálvan; og óansæð um hann dirigeraði operair ella stórar symfoniir, so lukkaðist næstan alt fyri hann.
Í 1933 var Karajan blivin limur av tí nazistiska flokkinum í Týsklandi, og tað politiska stemplið mátti hann berjast við restina av sínari ævi. Tað setti hann í søguligan skugga, og hann gjørdist beiskur og ikki sørt arrogantur.
Hann kendi væl sítt egna virði sum kunstnari, og visti, at hann var genialur orkesturleiðari.
At hann hevði snávað politiskt, kommenteraði hann treyðugt og sjáldan.
Tað er eisini nógv, sum bendir á, at hann sum blaðungur dirigentur fyrst í tretivunum, hevur erkent, at hann fyri karrieruna skyld, mátti melda seg inn í nazistaflokkin. Tað var hann avgjørt ikki einsamallur um.
Í 1941 gjørdist hann leiðari av Berliner Statsoper. Men av tí, at hann hevði dirigerað "Die Meistersinger in Nürnberg" hjá Richard Wagner uppá ein slíkan máta, at nakrar passagur í tekstini vóru farnar fyri skeyti, (m.a. tí, at ein tenorur skuldi hava havt kenning og viltist í tekstini), ja, so noktaði Adolf Hitler honum nakrantíð at sleppa at dirigera í sjálvum Bayreuth.
Tað nívdi Karajan, tí hann helt seg vera serkønan í akkurát Wagner. Tann neurotiski asketurin Hitler dugdi næstan hvønnn nóta og hvørt stavilsi hjá Wagner, so hann fylgdi væl við í partiturinum.
Men sjálvt um Hitleri ikki dámdi Karajan, hevði hann ein sterkan viðhaldsmann og mæcen í Herman Gøring, sum opinlýst stuðlaði honum.
Tað bleiv sjálvandi førd ein øgilig hetz móti Karajan aftaná Kríggið, so tey fyrstu tvey árini hoyrdist lítið til hansara, men frá 1947 slapp hann aftur at dirigera Wienar-filharmonikararnar, og hann ferðaðist við teimum um alt Europa, og fagnaðurin var euforiskur hjá øllum, bæði ummælarum og áskoðarum.
Í 1951 slapp hann fyri fyrstu ferð at dirigera Wagner í sjálvum Bayreuth, og í 1955 bleiv hann útnevndur sum leiðari av Berliner-filharmonikarunum fyri lívstíð.
Tá ið hann fyrstu ferð varð biðin um at dirigera í New York í 1955 vóru øgiligar kravgongur móti honum, tí hann hevði verið nazistur, men tá ið hann fyrst hevði tikið takstokkin og fingið orkestrið at ljóma, tagnaði allur kritikkur, og ummælarar vóru fulkomuliga bergtiklnir av tí musiska gandakallinum.
So diktatoriskir og dominerandi dirigentar sum Herbert von Karajan finnast valla í dag, men afturfyri skapti hann slíkar innspælingar, at tær verða standandi sum nakað av tí fínasta, sum nakrantíð er innspælt av klassiskum musikki.
Hann gjørdi yvir 700 innspælingar, og tað er allarhelst eisini rekord í klassiskum musikki.
Eftirmæli hansara er, at hann kundi fáa ein subliman magiskan klang og eitt sublimt ´vakurt ljóð fram í næstan hvørjum orkestri, bara hann slapp at belæra tey og arbeiða við teimum eina heilt stutta tíð, men hann var altið heilt kompromisleysur í sínum kravi til kvalitet.
Hann var alkønur í øllum týskt/eysturríkskum musikki, líka frá frá Mozarti til Mahler og heimavandur í stórt sæð øllum operamusikki.
Hann doyði sum 88 ára gamal av hjartaslagi.

No comments:

Post a Comment