Sunday, November 20, 2016

FEODOR FELIX KONRAD LYNEN

Feodor Lynen (1911-1979).

UPPHAVSmaðurin til ta legendarisku KOLESTEROL-teoriina.
6. apríl: Henda dag í 1911 var tann verðinskendi biokemikarin og nobelprístakarin FEODOR FELIX KONRAD LYNEN føddur í München. Pápi hansara var professari í maskinbygging, men tann vitugi sonurin fór heilt aðrar leiðir og vildi heldur lesa kemi.
Feodor gekk á Luipold studentaskúlanum í ´München, haðani hann bleiv studentur í 1930, og sama árið var hann immatrikuleraður við universitetið í føðibýnum og tók prógv sum biokemikari í 1937. Hann hevdi specialiserað seg í toksinum og enzymum. Endaliga ritgerðin til kemi-prógvið var "Um toksinir (gift-evni) í flugusvampi (amanita)".
Hann arbeiddi hjá og varð undirvístur av Heinrich WIELAND, sum sjálvur fekk nobelprísin í kemi 1927.
Tey fyrstu árini eftir prógvið, arbeiddi Feodor í tí kemiska laboratoriinum hjá tí vælrenommeraða felagsskapinum "BAYERISCHEN AKADEMIE für der WISSENSCHAFTEN".
Í 1942 bleiv hann docentur og deildarleiðari av tí biokemisku deildini á statslaboratoriinum við universitetið í München, og í 1947 bleiv hann útnevndur til professara í biokemi við universitetið.
Í 1954 gjørdist hann harumframt stjóri á "Institut für Zellchemie". Hesin lítli medicinski stovnur fyri cellu-kemi var í 1956 umgjørdur til eina heilt sjálvstøðuga deild av tí viðgitna Max Planck-stovninum, har man setti LYNEN sum vitskapligan leiðara.
Í 1959 gjørdist hann limur í tí nógv umtókta og elitera klubbanum "Leopoldina", sum liggur í Halle í Sachsen.
Leopoldina er tann elsti eksisterandi medicin-vitskapligi ekspertbólkur av akademikarum, sum longu bleiv stovnaður í 1652 av fýra serkønum týskum fysiologum og botanikarum.
Í sínum vitskapliga arbeiði var LYNEN serliga upptikin av stoffskifti, fosfat-umsetningi, terpenum, tí sonevndu Pasteur-effektini, og annars generellari enzym-kemi.
Pasteur-effektin, sum verður gjølliga beskrivað í 1800-talinum av Louis Pasteur, er, at enzymið "pressu-ger" krevur eksponentielt vaksandi mongdir av sukri fyri at "ganga", tá ið tað kemiska miljøið gerst anaerobiskt (ilt-fátækt).
Hann arbeiddi samstundis sum ein annar týskur kemikari, Konrad Bloch uppá at finna tær eventuellu mekanismurnar millum kolesterolmongdir í blóðrensli og feitt-sýru-stoffskifti (metabolismu).
Tað var óvanliga tíðarkrevjandi kliniskt granskingararbeiði, sum næstan bara kundi gerast av ekstremt tolnum perfektionistum, og tað vóru teir báðir.
Teir vóru sjáldan við hús, men næstan fjøtraðir til sítt laboratorium.
Við minutiøsari variatión og subtilari regulering av kolesteroli gjøgnum drúgvar laboratoriums-kanningar í 1950´unum, lukkaðist tað Lynen og stutt eftir Bloch at dokumentera eitt relevant biokemiskt samband.
Hetta kemiska megin-arbeiði fekk ovurstóran mikrobiologiskan týdning, tí metabolisman av sterolum og feitum sýrum kundi avdúka, hvørjar avleiðingar kolesterol kundi hava fyri hjartasjúkur, blóðproppar, diabetes v.m..
Báðir funnu út av, hvussu evnið squalen verður umgjørt til kolesterol. Squalen er annars eitt heilsugott evni, ið fyrikemur í nógvum matoljum, t.d. olivinolju. Lynen ávísti, at acetat (salt av edikasýru), sum fyrst er aktiverað av einum ávísum enzymi (coenzym A), er neyðugt í tí biokemiska mijønum fyri at fáa processina frá squalen til kolesterol í gongd.
Hann uppdagaði og ávísti tann kemiska strukturin av coenzymi A, sum var neyðugt fyri at kunna kortleggja tær kompliceraðu biokemisku ruturnar. Hann fann eisini út av, at biotin, ella sonevnt B-vitamin 7, eisini er lívsneyðugt í processini.
Longu 1951 uppdagaði og isoleraði hann coenzym A, men ikki fyrr enn í 1958 varnaðist hann, at Isopentenylpyro-fosfat, sum hann kendi væl, var ein essentiellur byggisteinur á vegnum til terpenir og kolesterolir.
So tað var ein long leið, áðrenn hann fekk allar teir vitskapligu "endarnar" at røkka saman.
Men í 1964 fekk hann so Nobelprísin fyri sítt tolsama, strævna og drúgva arbeiði við tí mikrobiologiska problematikki, sum hevur fingið so kolossalan týdning í medicinskum vitskapi, í allari fysiologi og øllum matkulturi í meira enn eina hálva øld.
Nobel-fyrilestur hansara æt, eitt sindur ironiskt: "Leiðin frá aktiveraðari edikasýru til terpenir og feittsýrur."
Hann bleiv giftur við dóttir kemiprofessaran Wieland, og elsta dóttir í hjúnarbandinum bleiv eisini ein víðagitin kemikari.
Feodor Felix Konrad Lynen var 68 ár og 4 mánaðir, tá ið hann doyði í 1979. Hann var eitt innovativt arbeiðsgrev, sum óivað sleit seg upp.
Hann liggur grivin við tað vakra vatnið Starnberger See, sum liggur einar 25 km vestanfyri München.
Fleiri skúlar og stovnar, umframt eitt ótal av gøtum í Týsklandi eru uppkallaði eftir LYNEN.
Lynen var heiðurslimur í nógvum týskum og útlendskum vitskapligum feløgum og stovnum.
Um okkara leiðir er ofta hervilig kolesterol-debatt, men fá fólk nevna nakrantíð LYNEN, sum var tann stóri ígongdsetarin.

No comments:

Post a Comment