Sunday, November 20, 2016

GEORGY ANTONOVICH GAMOW

Georg Gamow (1904-68)

4. mars: Henda dag í 1904 var tann internationalt kendi fysikarin, kosmologurin og eminenti natúrvitskapligi frásøgumaðurin GEORGY ANTONOVICH GAMOW føddur í Odessa í Ruslandi. Pápi hansara var lærari í russiskum litteraturi og máli, og mamman undirvísti á einum eliterum gentuskúla.
Hon lærdi Georg franskt mál. Týskt lærdi hann væl og virðiliga í realskúlanum; seinni lærdi hann eisini eingilskt, so hann var málsliga sera væl fyri. Longu í barnaskúla-árunum í Odessa var Georg hugfangaður av natúrvitskapi, tí hann hevði ógvuliga engageraðar og kønar lærarar í hesum fakum. Hann tók studentareksamiu 1922 og bleiv beint eftir immatrikuleraður við Novorossiya universitetið í Odessa, har hann las fysikk og matematikk, men árið eftir slapp hann inn á universitetið í Leningrad (núv. Skt. Petersburg), har hann heldur vildi lesa, tí har arbeiddu teir fremstu russisku avant-garde fysikararnir um tað mundið, t.d. kosmologurin Alexander Friedmann.
Hann fekk endaligt prógv í fysikk 1927 og gjørdist natúrvitskapligur doktari í Leningrad longu árið eftir. Hansara høvuðsinteressa í fysikk hevði verið rúmdarfysikk, astronomi og kosmologi, men hann vildi fegin seta seg meira inn í teoretiska atomfysikk og kvantemekanikk.
Fyri at fáa grundigari innlit í ta avanceraðu kvantemekanikkina fór hann beint eftir sína doktararitgerð eina studiu-ferð til Gøttingen universitet í Týsklandi, har hann las eitt semestur hjá MAX BORN, sum roknast fyri ein av gigantunum í eksperimentellari atomteori og kvantemekanikk.
Hesa tíðina lukkaðist tað teimum báðum at ávísa fyribrigdið "tunneleffekt" í kvantemekaniskum royndum. Kvantemekanisk "tunnellering" bleiv longu bæði postulerað og dokumenterað av øðrum fysikarum nakað frammanundan, men serliga Gamow og eisini Born hava ofta fingið æruna av henni, tí teirra royndir við radioaktivum alfa-falli vóru avgjørt slóðbrótandi í kvantemekaniskum erkennilsi.
"Tunneleffekt" verður brúkt um ein partikkul, sum í stríð vid ta gitnu óvissu-relatiónina hjá Heisenberg, orkar at treingja gjøgnum ella upp um ta klassisku Coulomb-blokaduna, sum hann smb. ta klassisku fysikkina ikki átti at kunna. Partikkulin finnur sær altso eina kvantemekaniska tunnell ella eina kvante-smogu at sleppa ígjøgnum.
Eftir Gøttingen-tíðina hevði Gamow rættiliga fingið hug til natúrvitskapligar dannilsis- og lestrarferðir, so tá ið tað stutt eftir bleiv høvi hjá einum russiskum fysikara at fáa eitt lestrarpláss hjá sjálvum NIELS BOHR á Tí fysiska Instituttinum á Blegdamsvegnum í Kjøpinhavn, meldaði Gamow seg beinanvegin.
Tann beinasami Niels Bohr hjálpti Gamow við at fáa eitt privat verilsi hjá eini fryntligari vertindu beint við Triangulin á Eystarubrúgv. Ta hugnaligu tíðina í hesum beskedna býli hevur Gamow seinni skrivað fleiri skemtiligar anekdotur um. Hann arbeiddi hjá Niels Bohr líka til 1931, so varð hann kallaður heimaftur til Sovjett-samveldið.
Honum longdist eftir útlendskum lestrarferðum, men hann var blivin giftur í 1931, og myndugleikarnir vildu ikki sleppa honum at ferðast við konuni. Niels Bohr beyð honum annars fleiri ferðir aftur til Kjøpinhavnar, og hann gleddi seg at fara, men vildi ikki koma, tí konan ikki fekk visum.
Í 1934 var hildin ein av teimum viðgitnu Solvay-fundunum* í Bruxelles, har atomfysikarar úr allari verðini vórðu bodnir við. Gamow varð sjálvandi boðin, men myndugleikarnir vildu hava konuna eftir sum gíðsla, og Gamow noktaði at fara, uttan at konan slapp við.
Tað bleiv ein longri tvídráttur millum sovjettrussiskar myndugleikar og universitetsfólk frá fleiri londum, har m.a. atomfysikarin Madame CURIE royndi at samráðast við og mýkja teir forstokkaðu sovjettmyndugleikarnar.
Um tað var hennara internationali autoritetur, sum fekk Sovjett at dvína, er óvist, men knappliga lukkaðist tað at fáa visum til bæði tvey.
Gamow fór ongantíð heimaftur. Politiskt "hoppaði hann av"!
Aftaná Solvay-konferencuna arbeiddi hann ymsastaðni í Vestur-europa, m.a. hjá Marie Curie í Paris eina tíð, men hann var blivin nakað paranoidur og ræddist KGB, so tá ið hann bæði fekk tilboð og ráð, so flýddi hann til USA, har hann skjótt fekk arbeiði á fleiri amerikanskum universitetum. Men tað endaliga arbeiðsplássið hjá honum bleiv á Colorado universiteti í Boulder, har hann arbeiddi, líka til hann doyði.
Siðst í 1930´unum arbeiddi hann saman við Teller. Teir gjørdu royndir, sum førdu til slóðbrótandi atom-teoretiskt erkennilsi av radioaktivum beta-falli.
Undir krígnum fór hann aftur at fáast við astronomi og kosmologi, og tað er tá, hann kemur við sínum djarva og sensationella tanka um "Tað stóra Brakið" (The Big Bang), sum byggir beinleiðis á teir astronomisku tankarnar hjá tí lítillatna, men geniala belgiska fysikaranum LEMAITRE.
Gamow er eisini tann fyrsti, sum postulerar, at Sólin fær alla sína orku frá nuklearum processum inni í sjálvari stjørnuni (altso fusión).
Endiliga má nevnast, at hann eisini vágaði sær inn í tann biologiska vitskapin, har hann kom við fruktagóðum intellektuellum íkasti til DNA-problematikkin. Við síni kvantemekanisku vitan kundi hann supplera biologina við slóðbrótandi erkennilsi.
Tann hektiskt virkisfúsi Georg Gamow var beinleiðis eitt arbeiðsgrev. Hann náddi tað ótrúliga afturvið sínum vitskapliga arbeiði. Alla ta tíðina, hann arbeiddi við natúrvitskapligum avant-garde problematikki, fekst hann eisini við krevjandi undirvísing, populerar fyrilestrar og skriving. Hansara populeru bøkur um natúrvitskap roknast fyri at vera millum tær bestu og mest seriøst formidlandi vitskapsbøkur yvirhøvur. Hann fekk eisini nógvar prísir og annan heiður fyri sítt óføra formidlandi journalistiska virksemi.
Hann hevur skrivað bøkur sum greiða ólærdum fólki frá relativitetsteori, atomfysikk, kvantemekanikki og kosmologi.
Tað hevur ofta verið debatterað millum fakmenn, hví Gamow ikki fekk Nobel-prísin, og enn hevur eingin givið nakra rationella forkláring. Var hon stórpolitisk? Tað hevur verið illgitt um tað! Ella var Colorado universitet ikki nóg væl renommerað? Nógvir fakmenn undraðust, tí Niels Bohr helt Gamow vera eitt sera innovativt og originalt flogvit.
Georg Gamow bleiv bara 64 ár og liggur grivin í Boulder, tætt við sítt universitet.
* Solvay-konferencurnar vóru fíggjadar av tí belgiska kemikaranum og ríkmanninum Solvay og luttakarar vóru kemikarar og fysikarar úr tí internationalu avant-garde-elituni.

No comments:

Post a Comment