20. oktober: Henda dag í 1616 var tann danski læknin, anatomurin,
matematikarin og teologurin THOMAS BARTHOLIN føddur í Kjøpinhavn. Hann
hevði altso fylt 400 ár í dag.
Pápi hansara, Caspar Bartholin,
sum sjálvur var ein kendur lækni, var føddur í Malmø í Skåne, sum tá var
ein integreraður partur av Danmark. Hann bleiv professari í medicini
við universitetið í Kjøpinhavn 1613.
Í Bartholin-ættini vóru
ikki færri enn 12 akademiskir skilamenn, sum í fleiri ættarlið blivu
universitets-professorar á Frúu Plássi.
Tá ið Caspar Bartholin
doyði í 1629, bleiv Thomas uppfostraður hjá módurfamiljuni, sum taldi
fleiri mætar intellektuellar úrmælingar, m.a. rúnologin og læknan Ole
Worm. Tað intellektuella umhvørvið stimuleraði hann so nógv, at hann
longu sum 16 ára gamal bleiv immatrikuleraður við universitetið í
Kjøpinhavn, har hann koncentreraði seg um matematikk og medicin. Hann
fekk sítt universitetsprógv í 1637.
Síðani fór hann fleiri
studiu-ferðir í Europa. Hann las við universitetini í Leiden, Paris,
Padua og til siðst í Basel, har hann í 1645 gjørdist dr. med.
Hann kom aftur til Danmarkar 1647 og bleiv skjótt útnevndur til
professara í matematikk. Tað kann tykjast løgið, at ein medicinari
gjørdist natúrvitskapligur leiðari, men tá í tíðini var tann akademiska
gjógvin millum fakultetini ikki so stór, sum nú á døgum. Oftast valdu
sjálvt natúrvitskapsmenn eisini at lesa teologi.
Meðan Bartholin
studeraði í Padua, vitjaði hann tann kenda medicinska granskarin Marco
Severino í Neapel, sum demonstreraði og fortaldi um frysting við kava og
ísi sum anæstetiskari metodu til smærri operatiónir. Tað vóru verðins
fyrstu royndir við lokalbedøvilsi. Men Severino hevur, eftir hvat menn
vita, ongantíð sjálvur skrivað um fyribrigdið.
Bartholin
forbetraði metoduna nógv, tá ið hann kom aftur til Danmarkar, og tað er
hann, sum fyrstu ferð beskrivar "frysting" í einum av sínum bókum, men
sigast skal, at hann gevur Severino allan heiðurin fyri uppfinnilsið.
Í december mánaði 1652 útgav Thomas Bartholin sítt verðinskenda
uppdagilsi og beskrivilsi av lymfukørum hjá menniskjum, og hvussu tann
lymfatiska skipanin er innrættað. Hann fastlegði akkurát, hvussu allar
tær kompliceraðu lymfuleidirnar liggja. Tað var eitt bragd, tí
mikroskopini vóru ógvuliga nýggj og primitiv tá - hartil vóru tey dýr at
framleiða.
Fimm ár frammanundan hevði franskmaðurin Jean Pecquet
tó gjørt eitt analogt beskrivilsi av lymfukar-systeminum hjá djórum.
Hetta kann allarhelst hava inspirerað Bartholin.
Men tað bleiv
eitt drúgt og pínligt akademiskt eljustríð tá ið svenskarin Olof Rudbeck
í 1653 kom við einum analogum beskrivilsi av lymfukørum, sum hann segði
seg hava umrøtt í einum fyrilestri við Tað svenska Hovið longu um várið
í 1652.
Thomas Bartholin er tann fyrsti, sum nágreiniliga
beskrivar sjúkuna Bartholin-Patau syndrom, sum er eitt sjáldsamt
líðilsi, har fostrið verður føtt við vanskeplaðum høvdi ella limum og
oftast mentalum defektum.
Bartholin hevði mistanka um, at tað var eitt arviligt fyribrigdi, og í dag veit man, at tað skyldast einum kromosom-feili.
Í 1663 var Bartholin so mikið múgvandi maður, at hann keypti sær
harragarðin HAGESTEDGAARD, sum liggur einar 14 km í útnyrðing av Holbæk.
Har treivst hann og dvaldist nógv, sjálvt um hann vitjaði inn á
universitetið til fundir, dissektiónir og fyrilestrar, men í 1670, bert
sjey ár eftir keypið brendi tann hábærsligi garðurin við bókasavni og
nógvum virðismiklum manuskriptum. Bartholin var so illa skjølaður av
tapinum, at kongurin Christian tann Fimti royndi at ugga Thomas við at
útnevna hann til tað vællønta starvið sum kongsins lívlækna. Samstundis
játtaði kongur Thomasi skattafrælsi í fleiri ár, meðan góðsið varð bygt
uppaftur.
Í 1611, fimm ár, áðrenn Thomas varð føddur, hevði
Caspar, pápi hansara útgivið eitt stórt medicinskt verk, sum umrøddi
alla ta tá kendu anatomiina. Thomas átók sær at revidera og ajour-føra
verkið hjá pápanum. Tað bleiv eisini illustrerað við heilt nýggjum
myndatilfari. Tað bókaverkið var leingi ein tann mest brúkta anatomiin
við universitetini í Nordureuropa.
Tann óivað allarkendasti
næmingurin hjá Bartholin var NIELS STEENSEN, sum sjálvur gjørdist
verðinskendur vitskapsmaður, bæði sum lækni, fysikari og geologur.
Ein lítil gøta í Kjøpinhavn, sum flestu útisetar kenna væl, eitur
Bartholinsgade. Hon gongur úr Øster Søgade framvið tí gamla
kommunuhospitalinum til Nansensgade .
"Bartholin-instituttet" er
ein medicinskur granskingar-stovnur, sum er uppkallaður eftir Thomasi
Bartholin. Hann liggur í dag beinleiðis undir patologi-deildini hjá Tí
danska Ríkishospitalinum.
Í 1680 fór heilsan at bila hjá
Bartholini, sum leingi hevði liðið av nýrasteins-anføllum. Hann visti
væl, hvat feilti sær og hevði eisini sínar kompetentu teoriir um, hví
hann var blivin sjúkur.
Hann gjørdi av at selja tann stóra garðin og flytti aftur til Kjøpinhavnar, har hann doyði í december mánaði 1680.
Thomas Bartholin er grivin í Frúu kirkju, sum liggur beint yvir av hansara gamla arbeiðsplássi.
No comments:
Post a Comment