Sunday, November 20, 2016

GEORGES EUGÈNE HAUSSMANN

Haussmann, ca. 1860.

27. mars: Henda dag í 1809 var tann geniali, men kompromisleysi býarplanleggjarin, GEORGES EUGÈNE HAUSSMANN føddur í Paris. Hann var av týskari ætt, og familjan kom upprunaliga úr Alsace, har gerandismálið var týskt, hóast landsparturin formelt hoyrdi undir Frankaríki.
Hann var gløggur skúlanæmingur og slapp lættliga inn á elituskúlan "Collège Henri IV" í Paris og síðani á tann viðgitna lærustovnin "Lysée Condorcet", haðani hann tók studentsprógv. Stutt eftir fór hann at lesa jura, men afturvið gekk hann á musikk-konservatorium, og hann tók tí longu í 1831 eitt sjáldsamt akademiskt prógv sum bæði juristur og virtuost tónakønur instrumentalistur.
Sama árið fekk hann starv sum hjálpar-prefektur (analogt við ein amtmann) nærhendis Poitiers, og hann fekk eftir rættiliga fáum árum munandi mætari embætir í størri og størri departementum (amtum), tí hann hevði fingið tað umdømið, at hann var ein óvanliga effektivur administrator.
Tað gingu frásagnir um, at Haussmann fekk sjáldsama nógv av skafti; men hann var avgjørt ikki demokratur. Hann tímdi ikki drúgva debatt; hann skar ígjøgnum, kveistraði ofta andstøðumenn til viks við harðari hond; setti fíggjarligan trumf á og loysti tí tey allarflestu lokalu trætumál; - hann handlaði, stutt sagt, meira, enn hann prátaði!
Napoleon tann Triðji, sum lat seg krýna til keisara í 1851, hevði leingi stríðst við at renovera, reformera og modernisera Paris, sum var ein øgiliga tættbygdur, gamal og trongur miðaldarbýur. Tað hevði eydnast Keisaranum at útvega Paris meira av grønum økjum, t.d. parkina Bois de Boulogne í tí norðara býarpartinum, og hann royndi at fáa beinari ferðslulinjur líka frá Hotel de Ville (Ráðhúsinum) til Louvre, men tað gekk ógvuliga striltið. Tí allir teir prefektar og borgmeistarar, sum hann arbeiddi saman við, høvdu næstan uppgivið at loysa málið um sanering av býnum, tí borgaraklagur, konservativt politiskt kegl og ekspropriatiónir tarnaðu og steðgaðu næstan øllum framburði. Keisarin og hansara embætismenn sóknaðust tí eftir einum virkisfúsum og ráðaríkum undangongumanni, sum kundi taka um endan.
Ein trúgvur embætismaður hjá Napoleon III gjørdi hann varan við tann víðakenda Georges Haussmann, sum so í 1853 bleiv útnevndur til prefekt í Paris-departementinum við sera víttgangandi heimildum og myndugleika. Hann fekk sum uppgávu at gera býin opnari, sunnari og stórbærari. Man vildi kanska eisini fáa meira tamarhald á býnum militert, við at beina fyri nógvum av teimum trongastu gøtunum.
Henda dúgliga greipan, Keisarin og tann ósentimentali Høvuðkamburin fóru nú undir eitt risa-projekt við at venda einum stórum parti av Paris heilt á ranguna. Teir settu meira enn 10.000 mans í arbeiði við at forbetra vatnleiðingar, saniterar installatiónir og projektera stórar ferðslu-vegir, tær sonevndu boulevardirnar (les grands boulevards) og eisini ´"avenuir". Boulevardirnar vóru bara viðhvørt plantaðar við trøum, meðan tær longu avenuirnar næstan altíð vóru tað. Hesi bæði fronsku gøtu-heitini eru tikin upp í nógv onnur mál síðani. Avenuirbnar lógu ofta ytri og gingu aloftast móti forstøðum, meðan boulevardirnar vóru langar gøtur inni í sjálvum býnum.
Keisarin og ígongdsetarin hittust á fundi hvønn dag, har teir debatteraðu býarætlanina og ta djørdu gøturevolutiónina..
Samstundis máttu teir ofta í rættarsalum og bløðum verja seg móti bæði forargaðum politikarum, fornfrøðingum, søgumonnum og vanligum húsaeigarum, sum næstan føldu seg ruineraðar av kommunalpolitiskum yvirgangi. Haussmann svaraði ofta aftur við at lancera ekstremt liberalar ekspropriatiónslógir, sum hann við politiskum intrigum ella kvetti fekk gjøgnum tað franska Nationaltingið.
Haussmann lat skræða sjálvt søguligar bygningar niður við harðari hond. Hann rættaði skeivar gøtur, breiðkaði smogur og opnaði skot, so ljósið slapp til. Hann var bergtikin av geometri, og skar næstan kirurgiskt gjøgnum býin líka frá Louvre og niðan til Triumf-bogan á Stjørnuplássinum ( Place de l´Étoile). Hann reiv bygningar niður, rættaði næstan hvørt stræti og hvønn krók eftir snórabeinum linjum. Hann var heilt besettur av cirklum, røttum vinklum og diagonalum. Túsundir av familjum blivu heimleysar og máttu flyta til forstaðirnar. Tey luksusbýli, sum vórðu bygd við tær moderniseraðu gøturnar vóru ikki ætlað til at hýsa smáfólki. Nógvir grundeigarar fingu endiliga so lítið av samsýning fyri ekspropriatiónir, at teir fóru á húsagang.
Men afturfyri lat hann byggja monumentalar bygningar, sum skuldu prýða býin. Ein av teimum kendastu er operain, sum hann lat arkitektin GARNIER fáa næstan fríar hendur til, so tað bleiv ein tann mest stórsligni bygningur í Europa, men Garnier-operain bleiv astronomiskt dýr.
Projektini, sum fevndu um næstan 60 % av tí gamla býnum kostaðu milliónir av francum, og bæði departementið og kommunan fingu so risastóra skuld, at skattaborgararnir slett ikki orkaðu at betala.
So sjálvt um Haussmann hevði fullan stuðul frá teknokratum og fleiri embætismonnum, fekk hann eftirhondini fjøldina av íbúgvarunum móti sær.
Men tær breiðu boulevardirnar gjørdu Paris til ein tann mest stórbæra, vakra og luftiga stórbýin í allari verðini. Tær elegantu ferðsluæðrarnar, sum blivu prýddar við grønum trøum, imponeraðu turistar og onnur vitjandi, so tær skjótt blivu eitt kent og beundrað fyribrigdi í býarplanlegging í nógvum øðrum stórbýum.
Í 1857 heiðraði keisarin Napoleon III sín trúgva tænara Haussmann við aðalsheiti, so hann kundi kalla seg barón.
Haussmann brúkti 17 ár um alt projektið, og tað segðist, at hann eina tíð hevði 20 % av øllum býar-arbeiðarum í sínum breyði. Hann fekk eina ta mest glæsiligu gøtuna kallaða upp eftir sær. Hon eitur heilt snøgt "Boulevard Haussmann", og er serliga kend fyri tær stóru mótabúðirnar "La Fayette" og "Magasin Le Printemps".
Í 1867 fekk Haussmann so nógvar ábreiðslur, at tað fekk politiskar avleiðingar. Í Nationalsamkomuni kravdi ein meiriluti, at tað bleiv innført strangt parlamentariskt eftirlit við øllum projektunum hjá Haussmann, men hann kláraði kortini at fáa arbeiðsfrið tvey ár afturat, og tey brúkti hann við febrilskum aktiviteti og fekk bygt ein hóp, men í 1869 varð hann frákoyrdur og fór til Korsika, har hann sat og smálúnaði, inntil hann gjørdist korsikanskur umboðsmaður í Paris.
Fáur, um nakar býarplanleggjari hevur avrikað so nógv uppá so stutta tíð, sum Haussmann gjørdi, men tað kundi bara lata seg gera, tí hann hevði ein keisara aftanfyri seg. Men býurin Paris fekk eina stásiliga arkitektoniska revolutión undir Haussmann, sum eingin annar býur hevur fingið uppá so stutta tíð, síðani tað forna Romararíkið, har tað eisini vóru keisarar, ið ráddu.
Tey síðstu árini, Haussmann livdi, skrivaði hann sína ævisøgu, og hann legði ikki fingrarnar ímillum. Hann doyði 82 ára gamal í 1891 og liggur grivin í Père Lachaise kirkjugarðinum í Paris.

1 comment:

  1. Tað var spennandi at spáka saman við Virgari í Paris og fáa sagt frá um Haussmann. Ein minnilig ferð.

    ReplyDelete