Sunday, November 20, 2016

KURT FRIEDRICH GØDEL

Kurt Friederich Goedel (1906-78)
28. apríl: Henda dag í 1906 var tann mæti matematikarin, logikarin og filosoffurin KURT FRIEDRICH GØDEL føddur í Brünn í tí sonevnda Sudeterlandi, sum var partur av tí táverandi keisararíkinum Eysturríki/Ungarn. Býurin Brünn eitur í dag "Brno" og er nú sum alt Sudeterland ein partur av Tí tjekkisku Republikkini.
Tá var meginparturin av hesum partinum av Tjekkalandi týskttalandi, og Gødel-familjan vildi slett ikki vita av tjekkiskum máli ella kulturi. Man gekk í týskar barnahavar, týskar skúlar og týsk gymnasia, og sudetaratýskarar vórðu sagdir at vera meira týskir ella eysturríkis-sinnaðir enn teir, sum búðu í sjálvum Týsklandi ella Eysturríki.
Pápi Kurt, Rudolf Gødel var ein ríkur klædnavøru-fabrikantur, og mamman, Marianna var ein hámentað kvinna við hollari almennari útbúgving.
Pápin var katolikkur, meðan mamman var ambitiøsur og stálsettur protestantur og kravdi øgiliga nógv av sínum børnum. Familjan luttók dúgliga í øllum kulturaktivitetum í Brünn, sum alsamt fekk vitjan av mætum listarfólkum úr Týsklandi.
Mamman meldaði Kurt inn í tann lutheranskt-protestantiska "Evangelische Volksschule" sum 6 ára gamlan og síðani slapp hann á "Deutsches Staats Realgymnasium", haðani hann bleiv studentur í 1924.
Kurt hevði ikki góða heilsu, og sum skúladrongur fekk hann ta herviligu sjúkuna giktfepur, sum ofta kundi geva børnum hjartaskaða. Tað fekk hann ikki, men hann leið kortini alt lívið av tí tvangstanka, at hann hevði fingið eitt hjartabrek, so hann gjørdist neurotikari og trúði ongantíð, at hann fór at trívast serliga væl ella leingi.
Men í skúlanum skaraði hann heilt framúr. Hann var óvanliga kønur í bæði málum og matematikk, men hann hevði eisini stóra interessu fyri søgu og religión. Hann las Immanuel Kant og aðrar filosoffar longu sum óviti. Bæði lærarar og næmingar eyknevndu hann "Herr WARUM" (Harra HVÌ), tí hann tráspurdi og fregnaðist um eitthvørt evni so leingi, at tey fægstu kundu svara honum.
Seinni gjørdist hann eisini ein sjáldsama slóðbrótandi tonkjari, kanska ein av teimum allarmest originalu í allari tjúgundu øld.
Eftir Fyrsta Verdinskríggj Í 1918, tá ið Kurt var blivin 12 ára gamal, bleiv alt Sudeterland partur av einum nýggjum stati, nevniliga Tjekkoslovakíinum, og harvið gjørdist Gødel-familjan borgarar í Tjekkalandi, og tað skapti identitetskrisu hjá teimum flestu sudetarafólkunum, sum føldu seg sum eysturríkarar og einki vildu hava við slaviskan kultur at gera.
Gødel-familjan føldi seg tessvegna útlagin, sum tey flestu sudetarafólk.
Í 1924 fór Kurt til Wien at studera matematikk, filosofi og teoretiska fysikk, men í tí sofistikeraða akademiska umhvørvinum í Wien, har tað uddi við matematiskum flogvitum, fekk hann ein passioneraðan áhuga fyri basalari matematikk og logikki.
Hann studeraði logikarar líka frá Gottlob Frege og Bertrand Russell til David Hilbert, og sum hann sjálvur málbar seg: Matematiskur logikkur er "ein vitskapur, sum er frammanundan øllum øðrum fakum og sum fevnir um tankar og princippir, sum eru treytirnar fyri øllum øðrum vitskapi".
Longu í síni studentartíð var hann hugfangaður av "aksiomum" og teirra logisku avmarkingum. Aksiomir eru fundamentalar og innlýsandi viðtøkur, sum ikki kunnu prógvast!
Bók hansara (1931): "Über formal unentscheidbare Sätze der «Principia Mathematica» und verwandter Systeme" beinleiðis revolutioneraði logikkina og setti skjøtil á heilt nýggj matematisk perspektiv í sambandi við logiska filosofi, tí Gødel vísti týðuliga á, at tann deduktiva metodan hevur nakrar absoluttar avmarkingar, sum ikki slepst uttanum. Hesi subtilu fakta fingu ikki bara matematiskan týdning, men roknast fyri at vera av álstórum týdningi fyri alt filosofiskt erkennilsi.
Gødel supplerar og økir tað logiska erkennilsið longri og djúpri enn bæði Kant og Russell vágaðu sær at konkludera um HVAT og HVUSSU menniskju kunnu hugsa filosofiskt, og hvar markið fyri øllum erkennilsi er.
Tá ið Kurt var blivin 23 ár, fekk hann aftur rættin til at vera eysturríkskur statsborgari. og sama árið gjørdist hann doktari í matematiskum logikki
Í 1932 fekk hann formelt prógv, hóast hann longu árið fyri var blivin internationalt kendur vitskapsmaður fyri sínar teoriir um tað "ófullkomna paradoksið" í øllum "logiskum skipanum". Árið eftir fekk hann arbeiði sum universitetslærari í Wien."
Hansara viðgitnu tesur vóru:
Fyrsti setningur um tað ófullkomna: "Í einihvørjari andsagnarfríari matematiskari skipan, har man roknar við heilum tølum, finnast tað SANNIR matematiskir setningar (aksiomir), sum ALDRIN kunnu prógvast".
Annar setningur um tað ófullkomna: "Í einihvørjari innlýsandi andsagnarfríari prógv-skipan, sum roknar við heilum tølum, er tað við teimum metodum, sum skipanin brúkar ÓMØGULIGT AT PRÒGVA, at skipanin (systemið) er andsagnarfrí"..
Tesa nr. tvey er reelt ein konsekvensur av tí fyrru.
Við fantastiska gløggari argumentatión dokumenterar hann, at tað má vera, sum hann postulerar.
Tann strangi matematiski logikkur, sum Gødel arbeiðir fram ímóti, er ikki fyri novicur. Tað krevur eitt sjáldsama høgt abstraktións-niveau hjá tí studerandi.
Ein av Gødels mest respekteraðu matematikklærarum bleiv myrdur av einum nazistiskum lesandi í 1936. Tað skelkaði Gødel, so nervarnir versnaðu, og hann bleiv enn meira paranoidur og gjørdist næstan heilt óarbeiðsførur eina tíð. Hann hevði annars leingi stríðst við fobiir og aðrar neurosur, m.a. ta paranoia, at onkur í tí akademiska umhvørvinum vildi forgifta hann, og tí er tað heilt ófatuligt, at hann kortini fekk so nógv avrikað.
Hann hevði verið á fyrilestrarferð og vitjað Albert Einstein á Princeton universitetinum í USA mitt í tretivunum, so tá ið Týskland hersetti Eysturríki í 1938, og hann fyri triðju ferð skifti borgarastatus, var hann farin at hugsa um emigratión, men ikki fyrr enn í 1940 lukkaðist tað honum og konuni. Adélu at flýggja gjøgnum Rusland og Japan til USA, har hann beinanvegin fekk starv við universitetið í Princeton.
Tað segðist, at Einstein og hann tey komandi 15 árini debatteraðu næstan hvønn einasta dag í tímavís, og tað var sjálvandi á týskum, so tað var avmarkað, hvussu nógv kundu fylgja við í teirra esoteriska orðaskifti, men tað var avgjørt ikki fyri amatørar.
Hesa tíðina fekst Gødel nógv við kosmologi og filosofi. Hann uppstillaði fleiri relativistiskar tesur um tíð og rúmd, har møguleikin fyri at ferðast aftur í tíðina fascineraði hann. Óivað hevur hann umrøtt slík hypotetisk perspektiv fyri Einstein.
Fobiirnar hjá Gødel versnaðu nógv í USA, - hann ræddist t.d. radiatorar og køliskáp, og hann bleiv so bangin fyri gift, at hann vildi eftirhondini bara eta mat, sum kona hansara hevði gjørt, og tá ið hon bleiv sjúk í 1977, doyði hann stutt eftir bókstaviliga av hungri, tí hann vildi ikki eta frá nøkrum øðrum, enn henni.
Hann segðist at viga bara 30 kg, tá ið hann endiliga doyði.
Hann fekk nógvar internationalar vitskapsprísir, m.a. fekk hann Einstein-prísin 1951.
Kurt Gødel gjørdist amerikanskur statsborgari í 1948. Hann verður av mongum mettur at vera eitt tað størsta akademiska intellekt í allari tjúgundu øld.
Hann andaðist januar 1978 sum 71 ára gamal og liggur grivin í Princeton.

No comments:

Post a Comment