Johan Valdemar Jensen (1859-1925)
8. mei: Henda dag í 1859 var tann geniali matematikarin og
veikstreyms-ingeniørurin JOHAN VALDEMAR JENSEN føddur í Nakskov. Hann
vaks kortini upp í Norður-Svøríki, har pápi hansara, sum var
bókahandlari, hevði fingið starv eitt skifti, men sum 17 ára gamal kom
Jóhan aftur til Danmarkar og búsetti seg í Kjøpinhavn, har hann las
matematikk og fysikk ( við veikstreymi og telefoni sum sergrein) á tí
viðgitna Polytekniska Lærustovninum við Silvurtorgið á Eystarubrúgv.
Í allari
sínari frítíð arbeiddi hann kortini við subtilum matematiskum
problemum, og tað lukkaðist honum at finna ein formul fyri samanhangið
millum sonevndan holomorfan funktiónsvøkstur og nullpunktir. Størstu
internationalu viðurkenning fekk hann fyri sínar konveksu funktiónir og
ó-líkningar. Hann hevur eisini arbeitt við sonevndari Weirstrasskari
avmynding av funktions-teori.
Tey síðstu arbeiðsárini stríddist hann við ta Riemannsku zeta-funktiónina, har hann kom langt ávegis, uttan beinleiðis prógv.
Hann roknast fyri at vera ein av teimum mætastu matematisku
teoretikarunum fyrst í 1900-talinum. Í 1892 bleiv hann formaður fyri
"Matematisk forening." Hann sat eisini fleiri ár í stjórnini á
"Elektroteknisk forening."
Í 1907 bleiv hann limur av
"Videnskabernes selskab," har hann seinni bleiv formaður. Í 1918 bleiv
hann heiðursdoktari við Lunds Universitet.
Hann er allarhelst betri kendur í útlondum, enn í Danmark.
Orsøkin til, at hann kanska er so lítið kendur í dag, er helst tí, at
hann aldrin tók nakað formelt magistaraprógv í fysikk ella matematikk,
tí hann bleiv so upptikin av at arbeiða við praktiskari telefoni, sum
gjørdist hansara livibreyð.
Hann var ein av teimum fyrstu tekniskt
og teoretiskt skúlaðu leiðarunum av KTAS, tí stóra telefonfelagnum í
Kjøpinhavn. Í dag er KTAS fusionerað við onnur donsk feløg og eitur
TDC.
Jóhan Valdemar Jensen arbeiddi har sum yviringeniørur til 1924
og gjørdi fleiri patenteraði uppfinnilsir í praktiskari telefoni.
Sína síðstu tíð var hann plágaður av álvarsligari hjartasjúku og
tunglyndi.. Jóhan Valdemar doyði í 1925 og liggur grivin á Bispebjerg
kirkjugarði.
No comments:
Post a Comment