70 ára phestival fyri phólka-atkvøduna í 1946
Eftirsum tað í
ovurmorgin, altso mikudagin tann 14. september eru 70 ár, síðani tað
sekteriska loysingarliðið phaktuelt tapti eina phólkaatkvøðu, verður
sjálvandi mikil phagnaður og hysterisk phestivitas í
loysingar-kreðsum. Eitthvørt niðurlag og hvørt tap verður jú í
loysingar-sektini hátíðarhildið við veldigum rómi.
Dagurin verður helst begyntur við øgiligum verbalum rembingum longu frá morgunstundini.
Tað ovurnationala og phor-dummandi Loysingarvarpið (republican
service) pher sjálvandi at leggja phyri við at interviewa tann
legendariska søgusmiðin Zacharias Wang og aðrar talblindar phantastar
úr tjódveldissektini um, hvussu procentrokning kann skeiklast og
tillagast eftir Kirkjubíggjarleisti, soleidis, at tann lítla tabellin
verður lopin heilt um í tjóðveldis-kalkylum. Síðani verða harmakvøður,
harmaleikir og harmaljóð við alskyns hóttandi røðum móti Danmark og
danskarum, sum eftir klassiskum mynstri verða skírdir níðingar,
mergsúgvarar, kúgarar, eyðrænarar og imperialistar.
Seinnapartin
verður allarhelst eitt bønarmøti á Doktaragrund, har øll sektin heldur
kjaft (sic) í tíggju minuttir, meðan tey minnast afturá, hvussu illa
Danmark hevur pharið við pføroyingum við at blaka milliónir eftir okkum
og betala skuldina, hvørja ferð vit hava koyrt ein banka ella eina aðra
stór-phyritøku á húsagang.
Kristina Há pher at phortelja um,
hvussu nógv sterkari okkara økonomi er, enn tann í Zimbabwe, og hvussu
nógv klókari Høgni chokk er, enn Mugabe. Tí okkara milliardskuld fær
okkum ikki til at minka um forbrúkið - tvørturímóti. Kristina lítur á,
at vit fáa danska garanti á tí danska Børsinum hvørja ferð, vit javnliga
koma við óphorskammaðari bidding um nýtt obligatións-lán. Tað dugir
Mogabe slett ikki. Hann hevur ongan góðan (danskara) at spilla út og
læna frá.
Men phestivals-phundurin verður undirhald í serklassa..
Har pher Høgni Skelk at halda auktión yvir slitnar tjóðveldis-phrasur,
gamalt ideologiskt órudd phrá Phramanum til Phjúrtanda og skróturrar
Erlendskar grammophonpláturøður. Alt verður selt til spottprís.
Eftir útsøluna fer tað kenda tjóðveldiskórið PARANOIA undir leiðslu av
Anitu Fríðriksmørk og Steintór Listarlív at syngja kantatuna ”Danin
er fanin”, sum eitt vónríkt ungt tjóðveldis-skald hevur yrkt uppá minni
enn eina nátt. Tónagríslarin Sunnuleivur hevur permuterad og mishandlað
teir sakleysu tónarnar til eitt seismiskt frælsisverk, so tað ljóðar
sum mildur phøroyskur jarðskjálvti.
Tann politiski landsstýris-
strutsurin SIRI fer alment at gera rituelt harakiri við at bedýra, at
eitt tap reelt altið er ein vinningur, tá ið man er
(hjálpa)-loysingarphólk. Eftir røðuna sleppur hon at stinga høvdið í
eina sandrúgvu, sum løgtingsphormaðurin og bólt-skallarin á Reynatúgvu
hevur bestilt til sín sjálvs ta ferðina, tá ið hann krógvaði seg fyri
Margretu drottning, sum hann ikki vildi eta saman við.
Teir
lítilætnu skyldmenninir Jógvan og Magni Arge fara at causera yvir
evnið "beskedinheit" og hví danskarar eru SO phrekir, SO phramfúsandi
og SO ó-phólkaligir. Tað fæst ikki ordiligt albogarúm fyri danskarum,
halda Arge-knektarnir!
Tann følsami dansktføddi poeturin Gunnar
Hoydal og tann æstetiski jarðamóðurmaðurin í Bruxelles. Carl Jóhan
Jensen fara at geva Doktaragrundini og tí taptu phólkaatkvøðuni ein
littereran dám vid at lesa upp úr egnum verkum, inntil øll fundarfjøldin
steinsovnar.
Ferðina úr Bruxelles til Havnar fær
Jensen helst fíggjað av onkrum donskum kassa. Afturfyri skal hann nokk
átaka sær at svína Danmark illa út í einar tjúgu minuttir, og Gunnar
plagar eisini at vera knáur til at herja á sínar donsku landsmenn, so
tað verður ógvuliga phestligt, sjálvt um vit onnur halda nationalistar
vera keðiligar og næstan eidasørar fyri humor.
Gunnvør Balle, sum
sjálv er av danskari ætt fer eisini at herja harðliga á Danmark og
fortelja um, hvussu nógv betri tað er at snorksova í Reykjavík enn í
Kjøpinhavn, har tað eru alt for nógv fólk, ironiskir útisetar og
larmandi bussar. .
Tann bragdligi ungi søgutelgjarin og
barnafrelsarin, Jørgin Úlvs-veit, sum er kendur fyri at revidera ta
føroysku søguna ca. fimta hvørt ár, fer at ávísa, at danskarar kyniskt
hava stolið bæði Jørgen Frants og Niels Finsen frá okkum, og hann
dokumenterar eisini, at bæði Mikkjal Laudrup, H. C. Andersen, Kim
Larsen og Niels Bohr reelt vóru føroysk leysingarbørn, sum danskarar
bara hava kidnappað frá okkum og skammleysir pynta seg við!
Teir
phanatisku málmenninir, Jonhardur Mikkelsen & Kruse-Birgir umboða
philologiina og krevja, at vit kvetta alt samband við danskt mál og
danskan kultur og heldur velja Balkan sum phyrimynd, har Serbien og
Kroatien royna at førka seg málsliga burtur frá hvørjum øðrum antin við
grammatikk ella brutalari vápnamegi.
Í teirra nýggju geografi
skjóta Kruse og Mikkelsen upp, at Danmark verður heilt strikað av
Europakortinum, meðan Ísland, Serbien, Catalonien og Baskaralandið pháa
nógv meiri pláss.
Tann ekstremt hjálparleysa óvitafylkingin,
"Infantila Tjódveldið" pher at phortelja hvussu teir hava mjólkað pengar
úr donskum tips-grunnum við bólgnandi limalistum av fiktivum
loysingarfólki, sum antin eru deyð ella ongantíð eru fødd. Annars trútta
teir alsamt við herrópinum: "Vit skullu klára okkum sjálvi"!
Hergeirur, fyrrverandi løgtings-phormaður ætlar sær symbolskt at detta
av á Doktaragrund í solidariskari sympati við
phólkaatkvødu-phundar-fólkinum, men hann krevur at sleppa í eitt bleytt
danskt fang, áðrenn hann fullførir sítt ekstatiska nationala ritual.
Aftaná verður dansur í Skrivarastovu, har øll tjóðveldis-sektin dansar
gólvleys við kolsvørtum syrgibandi alla náttina. Reistrup og aðrir
entusiastiskir DANSKIR loysingar-jassar skipa synkront í læntum
húðaskóm.
Tórbjørn Jacobsen sleppir ikki við í gleimin, tí hann
hevur phleiri pherðir brosað og eisini phlent bæði at Høgna og
Reynatúgvuni. Og tað eru teir framvegis øgiliga "skelkadir" um.
Hergeirur og Páll á Túgvu hava átikið sær at vera á varðhaldi sum
nationalar gorillur alt kvøldið, har teir vilja smyrja hvønn einasta
óphrelstan phøroying, danskara og Tobba av, hvis teir bara vága sær at
nærkast Høgareyni.
Hesir spakføru hampamenn verða vápnadir við
donskum piparspray-dósum og fronskum vatnkanónum, sum teir hava "lænt"
frá tí donsku politistovuni.
Tann ekstatiski fundurin kulminerar,
tá ið Paranoia-kórið syngur tann íslendska , catalanska og baskiska
nationalsangin í senn afturvið ”Sært tú fuglin HAR?”. - Einki omanlop
fer at ljóða hvøllari. Tað kann ikki mátast á Richter-skalaini.
Henda spennandi euforiska seancan, hetta markanta tjóðveldisgildið
endar ikki fyrr enn á ljósum morgni, tá ið ølið er uppi, og hvis ikki
onkur gudsvinur úr Norðoya tjóðveldisfelag eigur ein kassa ella ein løgg
at leska liðið við, so fer onkur teirra aftur til arbeidis at ”træla”
fyri kærkomnan danskan blokk, sum stórt sæð phinansierar meginpartin
av hesum undirhaldandi partinum av tí groteska eksperimentinum
PHØROYAR.
No comments:
Post a Comment