Sunday, November 20, 2016

ERWIN Josef Alexander SCHRØDINGER


12. august: Henda dag í 1887 var tann superintelligenti eysturríkarin, fysikarin og nobelprístakarin, ERWIN Josef Alexander SCHRØDINGER føddur í Wien. Pápi hansara, Rudolf Schrødinger, sum var botanikara-lærdur, hevði eina linoleums-fabrikk og var tí fíggjarliga væl fyri. Mamma hansara, Emma var dóttir tann kenda kemiprofessaran, Alexander Bauer, sum var ættaður úr Bayern og giftur við eingilskari konu.
Tann vitugi Erwin fekk longu áðrenn skúlaaldur privat-undirvísing heima, líka til hann var tíggju ára gamal. Hann dugdi bæði týskt og eingilskt mál, tí omman á spunasíðu var eingilsk. Í 1898 bleiv hann upptikin á Akademisches Gymnasium í Wien, sum var tann elsti og mest umhildni studentaskúlin í Wien.
Í teimum natúrvitskapligu fakunum var hann ein sannur úrmælingur og imponeraði sínar gymnasiumslærarar við, at hann í høvdinum, uttan pappír og blýant, kundi loysa tær flestu skrivligu uppgávur, sum lærararnir stillaðu næmingunum í fysikk og matematikk. Honum dámdi ikki ta uttanats-læru, sum hann hevði fingið fyri í skúlanum, men hann hevði kortini eitt ótrúligt minni og kundi tí citera eitt ótal av týskum yrkingum orðaræðið longu tíðliga í óvita-árunum, men tað var oftast tilfar, sum hann IKKI hevði fingið fyri í skúlanum.
Hann tók sína studentareksamiu 1906 við serliga góðum úrsliti í matematikk, fysikk, týskum litteraturi og lyrikki.
Sama árið bleiv hann immatrikuleraður við universitetið í Wien, har hann vildi studera teoretiska fysikk. Han hevði fleiri internationalt kendar undirvísarar, eitt nú tann filosofiskt-hugaða Franz Exner,professara.
Erwin fylgdi serliga fyrilestrum í termodynamikki, statistiskari møguleika-fysikk og strálings-fysikk, sum tá framvegis vóru fesk og avant-garde-merkt øki í natúrvitskapi. Longu í studiu-tíðini bleiv hann hugfangaður av tí termodynamiska statistiska møguleika-universi, sum landsmaðurin og nobelprístakarin Ludwig Boltzmann hevði verið talsmadur fyri.
Í 1910 fekk hann sítt fyrsta universitetsprógv í fysikk. Eftir tað fór hann í militertænastu eitt ár og vendi síðani aftur til universitetið, har hann arbeiddi sum assisterandi eksperimentalfysikari.
Hóast hann var serkønur í teoretiskari fysikk og harafturat seinni bleiv beinleiðis verðinskendur sum teoretiskur fysikari, vildi hann fegin luttaka sum "lærlingur" í eksperimentellari fysikk fyri eisini at fáa sær holla vitan um ta praktisku arbeiði í einum laboratorium.
Í 1914 fekk hann tað hægsta universitetsprógvið, sum kundi fáast í fysikk-fakinum, men beint eftir bleiv hann aftur innkallaður til militértænastu, tí Tað Fyrsta Verdinskríggið var brostið á.
Hann var í hertænastu sum artilleri-officerur líka til Kríggið endaði í 1918.
Aftaná Kríggið fór hann til Týsklands at arbeiða sum vitskapligur assistentur, fyrst í Jena, og síðani fór hann til Stuttgart, har hann fekk starv sum lektor í fysikk.
Í 1921 lukkaðist tað honum endiliga at blíva fysikk-professari við Breslau universitet, og sama árið fekk hann starv við tað vælrenommeraða universitetið í Zürich.
Hann arbeiddi í Schweiz, líka til hann í 1927 fekk tann heiður, at hann bleiv settur í starvið í tí fyrrverandi lærustólinum hjá sjálvum Max Planck á "Friedrich Wilhelm Universität" í Berlin.
Men Schrødinger var ikki bara serkønur í atomfysikk; hann hevði víttfevnandi akademiskar interessur. Hann las og panoreraði frá psykologi, filosofi og pantheismu líka yvir til eysturlendskar religiónir og mystikk..
Tann erkennilsis-filosoffur, sum hugtók hann mest var Arthur Schopenhauer, sum Erwin helt vera filosofiskan brúgvabyggjara millum psykologiska perceptión og teoretiska fysikk.
Mitt í 1920´unum, meðan hann arbeiddi í Zürich, fekk Schrødinger tuberklar og bleiv sendur til tað eksklusiva kurstaðið Arosa,aum liggur næstan í 1800 m hædd. ì teimum sunnu schwizisku fjøllunum bleiv hann innlagdur á eitt sanatorium, har hann í 1926 skrivaði sína verðinskendu ritgerð um bylgju-mekanikk, har tann viðgitna SCHRØDER-LÌKNINGIN fyrstu ferð verður alment umrødd.
Tað, sum m.a. inspireraði hann, vóru tankarnir hjá tí franska nobelpístakaranum LOUIS de BROGLIE um ”bylgju-partiklar” og ta dualismu, sum var í uppfatanini av partiklum og bylgjum á sub-atomarum niveau.
Við sínum djørvu matematisku deduktiónum lukkaðist tað eisini Schrødinger at fáa sína bylgju-mekanisku líkning at passa saman við matrix-rokningini hjá Wernher Heisenberg og hansara víðakendu ovissurelatión.
Tann slóðbrótandi vitskapliga greinin í kvantemekaniskari bylgju-mekanikk kom í januar mánaði 1926 í ”Annalen der Physik ”.
Hon æt "Quantisierung als Eigenwertproblem”. Erwin skrivaði annars seinni meira enn 50 greinir og ritgerðir, og tann samlaða skrivingin hjá honum er givin út posthumt í fýra bindum.
Hetta matematiska bragd við tí sonevndu psi-funktiónini, sum bylgjumatematikkin kallast, bleiv annars eitt avgerandi kapittul í tí teoretisku kvantemekanikkini, sum Niels Bohr var talsmaður fyri, men sum hvørki Einstein ella Schrødinger sjálvur nakrantíð heilt accepteraðu.
Ósemjan var um tað klassiska dualismu- paradoksið: Skal man rokna ljósmegi sum bylgjur ella partiklar?
Hetta ”loysti” tann sonevndi ”KJøpinhavnar-skúlin” hjá Niels Bohr við tí sonevnda superlogikkinum ella tí komplementera princippinum um munin á tí makro- og mikroskopisku verðini sum førir til ta sonevndu ”SUPERPOSITIÓNINA”:
Superposition er eitt fyribrigdi í kvantemekaniskari teori, sum postulerar, hvussu matúran, t.d.. megi og massi bera seg at á subatomarum niveau.
Tað teoretiska princippið um superpositión sigur, at so leingi vit ikki máta og kanna hvørjari støðu ein partikul ella eitt likami er í, eru tey reelt í øllum hugsandi støðum simultant, altso í eini superpositión, - hetta er galdandi, so leingi sum vit IKKI eygleiða fyribrigdið.
Tað er mátingin og eygleiðingin í sær sjálvum, sum førir til, at likamið kemur úr superpositiónini og fer í eina unikka positión, sum bara hevur ein "møguleika".
Hetta var kryptiskt fyri nógvar fysikarar, serliga Erwin Schrødinger. Tað er stór ambivalens í tí, at teir, sum trúgva uppá superpositión og tað komplementera princippið hjá Nielsi Bohr, eisini brúka Schrødinger líkningina, sum Schrødinger sjálvur annars helt prógva, at tað bara var bylgju-teoriin og ikki nøkur partikkul-teori, sum kundi bjarga kvantemekanikkini sum teoretiskt amboð..
Schrødinger bleiv illa við av, at menn brúktu hansara elegantu líkning til at ”prógva” eitt statistiskt univers, sum hann ikki sjálvur trúði uppá. Hann formuleraði tað populert við at lancera tankaeksperimentið ella paradoksið um ta illa støddu kettuna, sum eitur ”Schrødingers Katze”.* **
(Kettan hjá Schrødinger stendur umrødd undir greinini.)
Stutt eftir, at nazistarnir vóru komnir til valdið í 1933, flýddi Schrødinger til Englands, har hann fekk starv við universitetið í Oxford.
Erwin Schrødinger var avgjørt ein sera ókonventionellur maður og lat seg slett ikki fjøtra av vanligum moralskum normum. Tað førdi við sær, at hann ógvuliga skjótt bleiv útihýstur úr teimum flestu socialu kreðsum í býnum Oxford. Hetta komst serliga av, at tann excentriski Erwin búði saman við tveimum kvinnum, bæði síni giftu konu og síni elskarinnu, og henda bizarra trio var nógv meira enn tann borgarligi moralurin í Oxford kundi klára.
Fyrilestrar hansara í avanceraðari fysikk vóru annars vælvitjaðir, og nógvir studentar dámdu væl hansara djørvu og ofta provokerandi sjónarmið.
Men hann møtti so stórari akademiskari mótstøðu bæði frá kollegum og universitetsleiðsluni, at hann bleiv meira og meira skýggjaður ella beinleiðis socialt útstoyttur.
Hann valdi tí í 1934 at rýma til Princeton í USA, har tann liberali Albert Einstein fegin vildi hjálpa honum. Men hóast stuðul frá Einsteini, gekst ikki nógv mætari við socialum sameksistensi í Princeton, og Schrødinger gjørdi tí av at venda aftur til tað kontinentala Europa.
Í 1936 bleiv Schrødinger settur sum professari við universitetið í Graz í Eysturríki. Tá ið Eysturríki í 1938 bleiv noytt til at fusionera við Týskland gjøgnum "Anschluss", bleiv hann uppsagdur í Graz og mátti stutt eftir flýggja til Italien, haðani hann fyrst fór aftur til Englands, sídani til Ghent í Belgien og endaði í Írlandi, tí tann írski statsministarin de Valera bað hann so miriliga um at skipa fyri einum avanceraðum natúrvitskapligum fakulteti við fysikk-læru á internationalum niveau í Írlandi.
Áðrenn Schrødinger vildi fara til ìrlands hevði hann søkt um visum og uppihaldsloyvi til sína løgnu trio: Konu, frillu og sjálvan seg!.
Tann írski statsministarin játtaði og váttaði persónliga øll tey neyðugu visa , uttan at himprast moralskt, hóast Schrødinger "de facto", var bigamistur, um enn ikki "de jure"!.
So tók Schrødinger av og bleiv í 1940 grundleggjarin av einum "miljø fyri avancerada teoretiska fysikk” í Dublin í Írlandi, har hann bleiv leiðandi fysikkprofessari og undirvísti í alskyns natúrvitskapi á Dublin universiteti líka til 1955.
Men tann nostalgiski longsulin eftir tí eysturríkska heimlandinum gjørdi, at hann longu árið eftir fór aftur til Eysturríkis, har hann bleiv útnevndur heiðurs-professari (ad personam) við sítt gamla universitet í Wien sum 67 ára gamal.
Schrødinger er uttan iva ein av gigantunum í atomfysikk og er á sama niveau, sum Einstein, Bohr og Planck. Hann fekk tí eisini Nobelprísin í 1933 saman við eingilskmanninum Dirac.
Fleiri fakmenn forstóðu ikki, hví ein so mætur fysikari, sum Erwin Schrødinger ikki kundi fáa prísin einsamallur, men stórpolitikkur var helst uppií (Hitler var akkurát komin til valdið), og eftirhondini vóru so nógvir nobelprísir farnir til týskar kemikarar og fysikarar í áravís, at man kanska helt, at tað skuldi nivellerast eitt sindur, men sjálvandi hevði tann væl yngri Dirac eisini uppiborið prísin, men hann kundi havt bíðað, til eitt seinni ár.
Schrødinger skrivaði undir krígnum eina molekylæra biologi, har hann í sinum analysum av, hvussu molekylir bera seg at, forútsigur, at tað í sjálvum atomunum kann vera eitt liðugt program, sum prædestinerar og avger tað komandi lívið fyri allar organismur, og summir fakmenn halda, at hetta næstan var beinleidis forsøgn um, hvussu DNA-molekyli er uppbygt, men tað vóru sjálvandi bara teoretiskar deduktiónir, uttan eksperimentellar royndir.
Tann psykologiski áhugin hjá honum førdi til, at hann gav fleiri bøkur út um litir og ljós, har hann analyseraði ta optisku perceptiónina av litum.
Bæði í Írlandi, Týsklandi og Eysturríki eru nógvir citskapligir stovnar uppkallaðir eftir tí excentriska flogvitinum, Erwin Schrødinger
Á Mánanum er eitt stórt kratur uppkallað eftir honum!.
Hann doyði í 1961 av tuberklum, sum herjaðu á hann aftur á ellisárum. Hann bleiv 73 ára gamal.
.
*** KETTAN hjá ERWIN SCHRØDINGER
Í hesum argandi og vidgitna tankaeksperimenti brúkar Schrødinger vid vilja kvantefysikkina um makroskopiskar hendingar!
Hann postuilerar:
Í einum heilt afturlatnum rúmi hevur man eitt radioaktivt og harvið óstabilt atom og eina kettu. Tann radioaktiva umgerðin (fallið) av atom-kjarnuni verður mált av einum geiger-teljara. Mátar man nú, at umgerðin fer í gongd, vil tað føra til, at ein kapsul við giftgassi letur upp og drepur kettuna beinanvegin.
Sambært kvantemekanikkina er tann atomara kjarnan, í eini óstabilari støðu (fallin og ikki fallin t.e.altso superpositión), tá ið. eksperimentið begynnir.
Tí má kettan eisini vera í einari superpositionellari og óstabilari støðu (livandi og tó samstundis deyð).
Um nú kettan er deyð ella livandi, kann ikki avgerast fyrr enn man letur rúmið upp og eygleiðir.
Hetta er eitt paradoks, og tað hevur ført til nógvar tolkingar. Tann mest kenda forkláringin er tann, sum Niels Bohr gevur, har hann sigur, at í einum subatomarum umhvørvi, er hvørki partikul ella energimongd hjá partiklinum møgulig at máta samstundis ella analysera- Smb óvissurelatiónina kann man bara máta annað fyribrigdið, ikki bæð í senn. Mátingin í sær sjálvum vil ávirka úrslitið. Tað gevur tí onga meining at brúka gerandislogikk til kvantemekaniskan problematikk.

No comments:

Post a Comment