Sunday, November 20, 2016

CARL LOUIS FERDINAND von LINDEMANN

Carl Louis Ferdinand von Lindemann (1852-1939)
Maðurin, sum prógvaði, at tað IKKI finst nøkur loysn til "KVADRATUR av CIRKLINUM".
12. apríl: Henda dag í 1852 var matematikarin og filosoffurin CARL LOUIS FERDINAND von LINDEMANN føddur í Hannover, sum tá var eitt sjálvstøðugt kongaríki í Týsklandi, men undir preussiskum keisaraveldi. Pápi hansara var gymnasium-lærari í Hannover, men lønin var beskeðin, so tá ið pápabeiggin, sum var múgvandi fabrikantur í Schwerin, beyð pápa Carli starv har, flytti familjan eystureftir longu, meðan Carl var lítil smádrongur.
Hann fór so í skúla í Schwerin, har hann gjørdist studentur 1870 við frálíkum úrsliti í teimum natúrvitskapligu fakunum.
Sama árið slapp hann tí inn á tað viðgitna Gøttingen universitet at studera matematikk. Eftir fyrsta part fór hann á universitetið í Erlangen, har hann í 1873 gjørdist doktari í matematikk fyri eina ritgerð um, hvussu eitt sonevnt stívt likami flytir seg og ber seg at í sonevndari "Ikki-euklidiskari geometri". Hann granskaði og skrivaði nógv um analytiska geometri og funktiónsteori.
Í studentakreðsum gingu skjótt tey tíðindi, at Lindemann var ein eminentur, greiður og klárur formidlari við teimum pedagogisku gávum, sum kravdust fyri at undirvísa í avanceraðari matematikk, men enn var hann kortini for ungur til eitt professorat.
Eftir eitt stutt uppihald við tann polytekniska lærustovnin í München, har hann undirvísti fysikarum og teknikarum í praktiskari matematikk, fór hann eina stutta studiuferð til Englands og Frankaríkis.
Afturkomin av síni uttanlandsferð sóknaðist hann miðvíst eftir einum professorati í matematikk, men tað var ikki einfalt, tí útboðið av kvalificeraðum matematikarum í Týsklandi var rúgvismikið, og tann professionella kappingin var ógvuliga hørð.
Hann tók tí fyrst við einum hampuliga vælløntum lektorstarvi í Würzburg, og haðani lukkaðist tað honum at kvalificera seg til at søkja eitt vara-professarastarv við universitetið í Freiburg, sum hann eisini fekk.
Hann kom til Freiburgar í 1877. Longu tvey ár seinni í 1879 gjørdist hann endiliga "ektaður" matematikk-professari.
Hesa tíðina í Freiburg fekk hann so mikið av avlopstíð, at hann aftur fordjúpaði seg í matematiskari gransking.
Líka síðani sínar gymnasiumsdagar hevði Carl Lindemann verið hugfangaður av talinum π (pi), sum er relatiónin (forholdið) millum periferiina í einum cirkli og diameturin.
Tann geniali oldtíðarmatematikarin ARCHIMEDES hevði avrundað og "nærkað" π* til 22/7, ella nær við 3,14 (avrundað), sum tey allarlestu brúka í dag. Pi verður ofta kallað "KONSTANTURIN hjá ARCHIMEDESSI", tí hann baksaði so nógv við tí, men úndan honum høvdu bæði egyptarar og babylonarar brúkt heilt góðar tilnærmingar fyri pi.
Í míni studentartíð var fragd at duga π við beskednum 10 decimalum, men ein japanskur úrmælingur sigst at hava dugað π við meira enn 40.000 decimalum. Tað tók honum næstan eitt hálvt samdøgur at ramsa upp undir strongum eftirliti.
Archimedes náddi sítt úrslit við at inn- og umskriva polygonir inni í og rundan um ein cirkul 96 ferðir, altso tveir 96-kantar hvør sínu megin cirkul-periferiina.
Men talið kann aldrin skrivast eksakt við einum ALGEBRAISKUM BRØKI. Man kann, stutt sagt IKKI konstruera hetta forholdið við passara og lineal.
Longu í 1768 hevði HEINRICH LAMBERT prógvað, at π (pi) var irrationalt, men Carl Lindemann vildi fara víðari og helt, at tað vóru enn strangari lógir galdandi fyri pi.
Hann hevði varhugan av og setti sær fyri at dokumentera, at π slett ikki var eitt algebraiskt tal, men eitt sonevnt TRANSCENDENT tal, analogt við talið "e" (Eulers tal), sum er grundtalið fyri ta natúrligu logaritmuna. Bæði tølini hava infinitivar (óendaligar) decimalir.
Eitt transcendent tal er eitt tal, sum ikki kann vera rót í nøkrum polynomium við rationalum koefficientum. Slík tøl kunnu t.d. ikki kvadrerast!
Tað eru óendaliga nógv transcendent tøl, men vit kenna so fá, tí tey kunnu ikki skapast í einum vanligum algebraiskum umhvørvi. Brúkar man algebraiskt tal-tilfar, so verður úrslitið eisini algebraiskt.
Tað lukkaðist Lindemann við drúgvum arbeiði at prógva málið um π (pi) í 1882, og hann gav tá bókina "Die Zahl π" út og gjørdist víðakendur fyri sítt bragd.
Í 1884 bleiv hann limur í tí eksklusiva vitskaps-klubbanum "Leopoldina", og eftirsum tað ikki finst nakar nobelprísur í matematikk, má limaskapur í Leopoldinu-felagsskapinum næstan sigast at vera tann størsti heiður, sum ein matematikari kann fáa.
Afturfyri sítt matematiska roysni fekk hann 1883 starv við Albertus universitetið í Kønigsberg , sum akkurát um tað mundið hevði skapt eitt verðinskent matematiskt feitilendi, har nakrir av teimum allarmætastu européisku matematikarum hópaðust og debatteraðu.
Í Kønigsberg bleiv Lindemann giftur við tí elegøntu sjónleikarakvinnuni Lisbeth Küssner.
Vitskapsmaðurin og kunstnarin riggaðu ótrúliga væl saman.
Hon var køn í fronskum máli, so tey umsettu fleiri natúrvitskaplig verk til týskt, m.a. "La Science et l’Hypothèse" eftir Henri Poincaré.
Í 1893 fekk Lindemann starv við tann legendariska lærustovnin, Ludwig-Maximilians-Universität í München, og í 1904 bleiv hann rektor fyri hesum umhildna universiteti.
Tað er kuriøst, at tann kendi fysikarin Ludwig Heisenberg var næmingur hjá Lindemann eina tíð í München, men tá ið Heisenberg segði, at matematikkin fyri hann var ein snarvegur til fysiskt/kemiskt erkennilsi, skuldi Lindemann hvassliga hava mælt: "Dann sind Sie für die Mathematik sowieso schon verdorben".
Tað vísir nógv um Lindemanns format, at hann í sínari professaratíð klakti og manuduceraði matematisk flogvit, sum David Hilbert, Hermann Minkowski, Fritz Cohn, Friedrich Bøhm og tann geniala atomfysikaran Arnold Sommerfeld.
Hann doyði 1939, 87 ára gamal og liggur grivn á Münchner Waldfriedhof.
* π (pi) = 3,1415926535......ad infinitum!

No comments:

Post a Comment