Sunday, November 20, 2016

MICHAEL MÄSTLIN


30. september: Henda dag í 1550 var matematikarin og astronomurin MICHAEL MÄSTLIN føddur í Gøppingen í Baden Würtemberg í útsynningspartinum av Týsklandi. Hann fekk holla útbúgving í einum evangeliskum kirkjuskúla í Tübingen, har hann í 1571 bleiv magistari í teologi, matematikk og astronomi.
Fimm ár seinni varð hann útnevndur til diakon og tað gav honum so mikið av avlopstíð, at hann kundi fordjúpa seg í astronomi og stjørnu-hygging. Hann fann fleiri kometir og uppteknaði fleiri týðandi astronomiskar observatiónir, sum hann hevði gjørt við berum eygum.
Hann kom til tað erkennilsið, at kometir ikki hoyra heima í tí sublunara rúminum millum Mánan og Sólina, men ferðast á nógv fjarari leiðum í okkara sólskipan. Tað er eisini hann, ið samstundis sum Leonardo da Vinci postulerar og vísir á, at man kann síggja "jarðskin" á Mánanum viðhvørt Tað gevur mánalýsinum eina øskugráa nuancu.
Sjálvt um Kirkjan og hansara egnu yrkisfelagar svóru til tað geocentriska verðinsbílætið, var Mästlin opinlýsur tilhangari av tí heliocentrisku skipanini hjá Kopernikus.
Í 1580 bleiv hann útnevndur sum professari í matematikk við Heidelberg universitet, har hann arbeiddi í trý ár, inntil hann kundi venda aftur til Tübingen, sum professari við universitetið har.
Hann var tiltikin matematikk-undirvísari og ein av hansara mest kendu næmingum var Johannes Kepler, sum seinni gjørdi so stór brøgd í celestiskari mekanikk, har hann sum tann fyrsti beroknaði planet-leiðirnar sum ellipsur og ikki cirklar.
Men tað var Mästlin, sum gjørdi Kepler varan við tað heliocentriska systemið og fekk hann sannførdan um, at tað geocentriska systemið ikki var korrekt.
Annars er Mästlin farin yvir í matematikk-søguna, sum tann fyrsti, ið beroknaði tann sonevnda "gylta skurðin" ( sectio aurea ella proportio divina) við fleiri decimalum. Tað sigst, at ótrúliga nógv ting í nattúruni eru dimensioneraði eftir tí gylta skurðinum, og vit brúka ofta hetta praktiska rektanglið heldur enn kvadratið sum hóskandi proportión. - Eitt sera nærliggjandi dømi eru spælikortini. Millum kunstnarar hevur tann gylti skurðurin verið nógv dyrkaður. T.d. vóru bæð Dürer og Leonardo da Vinci sera hugfangaðir av hesi relatión,
Astronomurin Johannes Kepler kallaði beinleidis tann gylta skurðin fyri "proportio divina".
Tann gylti skurðurin er ein fyndargomul matematisk relatión, sum geometriskt var vældefinerað longu í tí antikku fornøldini (Euklid), men tað aritmetiska forholdið bleiv ikki eksakt beroknað, fyrr enn Michael Mästlin gjørdi tað miðskeiðis í 1590´unum. Hann umrøddi tað í 1597 sum eitt kuriosum í einum brævi til Kepler.
Tann gylti skurðurin verður defineraður soleiðis:
Man býtir eina linju sundur, soleiðis at forholdið millum alla linjuna og tað størsta pettið er tað sama sum forholdið millum tað størsta og tað minsta linjupettið. Mästner beroknaði forholdið til 1,618034, men tað er sjálvandi ein óendaligur brøkur.
Konstruktión við passara & lineal:
1. Á eini avsettari linju AB verður í endapunktinum B við helvtini av AB sum radius avsett ein vinkulrøtt linja til punktið C.
2. Í punktinum C verður við CB sum radius linjan AC skorin í punktinum D.
3. Í punktinum D verður nú við radius AD linjan AB skorin í punktinum E, sum akkurát er tað eksakta geometriskt konstrueraða staðið fyri "sectio aurea".
Michael Mästner doyði 1631 í Tübingen, har man hevur sett fleiri minnismerki eftir hann.
Í 1961 fekk hann eitt mánakratur uppkallað eftir sær.

No comments:

Post a Comment