Sunday, November 20, 2016

EVANGELISTA TORRICELLI

15. oktober: Henda dag í 1608 var matematikarin og fysikarin EVANGELISTA TORRICELLI føddur í Rom. Hann kom frá sera smáum korum, men foreldrini sóu væl, at hann var sjáldsama evnagóður og sendu hann tí til ein klosturskúla í Faenza, har ein skyldmaður var munkur og undirvísari.
Á tí skúlanum fekk Evangelista basala undirvísing í vanligum skúlafakum. Haðani slapp hann so sum 16 ára gamal inn á ein jesuittar-skúla, har hann las matematikk og filosofi í tvey ár. So var hann sendur til Rom at lesa natúrvitskap hjá benediktinara-munkinum Benedetto Castelli og matematikaranum Cavalieri, sum báðir vóru professarar á Sapienza universitetinum í Rom. Fysikarin Castelli hevði studerað hjá sjálvum Galileo Galilei, sum jú hevði lancerað tað kenda eksperimental-princippið, at man skuldi "máta og viga alt í natúruni".
Castelli var serliga hugfangaður av royndum við rennandi vatni og arbeiddi við hydrauliskum mátingum. Torricelli bleiv skrivari hjá Castelli líka til 1632 og hevur óivað luttikið aktivt í arbeiðinum við fysikk-eksperimentum. Castelli fortaldi eisini Torricelli um royndirnar hjá Galilei við kastiparabli og fall-royndum.
Í 1633 var Galilei dømdur av einum kirkjurætti fyri, at hann trúði uppá tað kopernikanska (heliocentriska) verðinsbílætið, og tað sigst, at Torricelli opinlýst skuldi hava tikið undir við Galilei, men av taktiskum og "religiøsum" grundum uppgav hann stórt sæð alla astronomiska gransking eftir tað.
Stutt áðrenn Galilei doyði, vitjaði Torricelli hann, og teir debatteraðu tað skrivliga tilfarið, sum meistarin enn ikki hevði útgivið. Torricelli átók sær sum ammanuensis hjá Galilei at fáa prentað tað mesta, sum kundi sleppa gjøgnum censurin. Stutt eftir fekk Torricelli tilboð um at blíva eftirfylgjari hjá Galilei sum matematikk-professari í Pisa. Samstundis sum Evangelista undirvísti, loysti hann nógv bæði matematisk- og fysisk problem. T.d. beroknaði hann arealið av einari cykloidu og fann tyngdarpunktið hjá henni. Hann var eisini í ferð við eina matematiska metodu, har hann arbeiddi við ørsmáum ella "óendaliga" smáum støddum, sum var eitt relevant forstig til infinitesimalrokning.
BAROMETRID:
Tað størsta og kendasta uppfinnilsið hjá Torricelli var kvikksilvur (Hg)- barometrið, sum hann skapti í Firenze. Hann hevði leingi funderað yvir, hvat trýst var. Hann kallaði tað fyri "tyngd".
Bæði hann og lærari hansara kendu væl trýstfyribrigdi í vatni, men Torricelli er ein tann fyrsti, sum vitskapliga kannar luft-trýst. Tað sigst kortini, at tann franski matematikarin Descartes hevði framsett somu tankarnar eini tíggju ár frammanundan, men hann gjørdi mongantíð nakrar praktiskar royndir.
Torricelli fortaldi fyri næmingum og vinmonnum, at "vit liva "druknaði" á botninum í einum lufthavi", og at tað er tyngdin av luftini omanfyri okkum, sum skapar tað atmosfæriska trýstið.
Hann gjørdi altso eina analogi millum trýstið í havi og luft. Tað er trivielt í dag, men tað var ein djarvur tanki tá í tíðini.
Italienskir menn, sum arbeiddu við pumpum, høvdu leingi vitað, at tað ikki bar til at pumpa vatn meira enn upp til eina ávísa fasta hædd (ca. 10 m) við súgvi-pumpum.
Torricelli gitti, at tað hevði samband við tað atmosfæriska trýstið, men við tað, at vatn vigar so lítið og fyllir so nógv, valdi hann heldur at gera sínar royndir við kvikksilvuri (Hg), sum vigar trettan ferðir so nógv.
Hann fekk í 1643 framleitt eitt glasrør, sum hevði eina longd uppá góðar tríggjar alin = ca. 1 metur og lat rørið heilt aftur í øðrum endanum. So fylti hann tað við kvikksilvuri (Hg) og setti tað við tí opna endanum niðureftir í eina skál, sum var fylt við Hg. Kvikksilvur-súlan í rørinum fall hvørja ferð niður til eitt niveau, sum í miðal lá um tað støddina, sum vit í dag máta til 76 cm ella 760 mm. Sjálvandi varieraði súlan, alt eftir lufttrýstinum. Tað tóma rúmið (vacuum) omanfyri súluna fekk navnið "Torricellis rúm".
Soleiðis skapti Torricelli tað fyrsta instrumentið til at máta lufttrýst við! Hann kalladi sítt tól fyri barometur (baros = tyngd; metros = mát á greskum máli).
Normaltrýstid (76 cm) fekk eisini navnid "ein atmosfæra".
Torricelli forkláraði eisini meteorologisk fyribrigdi við trýst-muni, sum hann visti, kom av varierandi temperaturi. Tað, sum vit í dag kalla há- og lágtrýst.
Stutt eftir (1644) skrivaði hann bókina "Opera Geometrica", har hann hevði savnað næstan alt kent geometriskt tilfar saman í eina lærubók. Bókin vakti ans um alt Europa. Hann avrikaði eisini nógv arbeiði í optikki og bygdi frálíkar kikarar, mikroskop og teleskop. Hesi fysikk-tól kunnu enn síggjast á goymslu í Firenze.
TORRICELLIS LÓG:
Hann uppdagadi eisini eina natúrlóg um ferðina av veskum. Hann fann út av, at vatn, sum rennur út gjøgnum eitt lítið hol í botninum av einum kari hevur eina ferð, sum er proportional við kvadratrótina av vatndýpdini.
GABRIELS HORN::
Í matematikk er hann serliga gitin fyri at hava konstruerað "Torricellis trompet", sum er ein figurur, sum kemur fram, tá ið man snarar kurvuna y = 1/x, 360 gradir um x-ásin. (x má vera størri enn 1). Tá ið man við integralum beroknar hesa kurvu, kemur man til tað úrslit, at rúmdin av kurvuni er endalig, meðan yvirflatan av kurvuni er óendalig! Tað tóktist sum eitt paradoks!
Torricelli dugdi væl við geometrískari analysu at erkenna, at tað mátti passa, sjálvt um man tá í tíðini ENN ikki hevði eksakta infinitesimalrokning, sum Leibnitz fann ein mansaldur seinni.
Torricelli dámdi illa hetta paradoksið og tordi ikki heilt at trúgva uppá sínar analysur. Hann royndi tí fleiri ferðir at mótprógva síni egnu útrokning um yvirflatuna, men hon bleiv við at vísa seg sum óendalig.
Kurvan verður ofta nevnd Gabriels horn, tí tað sigst í Halgu Bók, at erkaeingilin Gabriel á evsta degi skal blása í sítt horn og harvið boða frá "óendaligheitini".
Torricelli doyði í Firenze 25 October 1647, bara tíggju dagar eftir, at hann hevði fylt 39 ár. Hann er grivin í Basilica di San Lorenzo í Firenze. .
Í býnum Faenza er ein stór standmynd reist av honum, og hann verður avgjørt roknadðr sum ein Italiens størstu vitskapsmonnum, bæði í teoretiskum og praktiskum problematikki.
Ein asteroida og eitt mánakratur eru uppkallaði eftir tí stóra eksperimentalfysikaranum.

No comments:

Post a Comment