Sunday, November 20, 2016

NIELS HENRIK ABEL

Niels Henrik Abel (1802-1829)
5. august: Henda dag í 1802 var tann geniali norski matematikarin, NIELS HENRIK ABEL føddur í tí lítlu bygdini Nedstrand. Henda bygdin liggur í Rogalands fylki í Norra. ca. 50 km frá Haugesund. Niels Henrik hevði sera turbulentan barndóm, har tey materiellu korini vóru rímuliga góð, men lítil ella eingin umsorgan og empati.
Familjan Abel var ættað úr Schleswig, og tey komu sum donsk/týsk embætisfólk til Norra í 18. øld. Pápi Niels Henrik æt Søren Abel. Hann var prestur og bleiv í 1814 valdur sum stórtingsmaður og kom til í Kristiania (nú Oslo). Mamma Niels Henrik æt Anne Marie Simonsen og var av sera ríkum fólki. Hon var +ogvuliga veitslu-galin og bleiv djúpt alkoholiserað longu tíðliga í hjúnarbandinum, og tað segðist, at hon forsømdi børnini og mest hevði hug til gildir, stás og klæðir. Undir slíkum umstøðum bleiv Niels Henrik ikki væl kálvføddur; men hóast lítla sociala umsorgan, fekk hann kortini rímuliga góða formella undirvísing í óvitaárum frá pápanum í máli, søgu og matematikk. Líka til pápin fór til Kristiania, royndi hann intellektuelt at stimbra børnini.
Tvey ár eftir at Søren var komin til høvuðsstaðin, fekk hann meldað sín elsta son, Hans inn á tann vælumtókta katedralskúlan í Kristiania, men Hansi longdist so illa, at plássið bleiv í staðin fyri givið til tann bara 13 ára gamla beiggjan, Niels Henrik, sum hevði robustari psyku.
Tann eldri beiggin, Hans var hildin at vera tann vitugari drongurin, og "bara" í tí eina fakinum, matematikk, skaraði Niels Henrik framúr.
Aftanfyri tey flestu flogvit er ofta ein skilagóður og gløggur lærari, mentor ella formidlari, sum "uppdagar" úrmælingin, eggjar hann og heldur honum til, so eitt potentielt geni ikki fer fyri skeyti ella socialt verður lopið um..
Á katedralskúlanum í Kristiania var akkurát tá ein slíkur maður á røttum stað til rætta tíð. Hann æt Bernt Holmboe og bleiv matematikk-lærari hjá Niels Henrik.
Holmboe sá beinanvegin, at Niels Abel hevði heilt sjáldsamar gávur. Hann gjørdi drongin varan við avanceraða matematikk, so sum avrikini hjá so mætum matematikarum, sum Euler, Friedrich Gauss og Lagrange.
Lærarin gav gratis Nielsi Henrikki privatar tímar aftaná skúlatíð og slóðaði eisini fyri bæði stipendia og víðari lesnaði til tann intelligenta drongin.
Meðan Niels Henrik las í Kristiania bleiv ein øgilig politisk og social gøla, har pápi hansara var høvuðspersónurin. Søren vildi í Kristiania fegin debattera og trætast við næstan øll um teologi og politikk, bæði í bløðum og á almennum fundum..
Um somu tíð var hann eftirhondini blivin sonevndur ko-alkoholikari, sum næstan var farin at drekka um kapp við konuna.
Sjálvt um hann argumenteraði væl og undirhaldandi, var orðalagið hjá honum so harðligt, at hann eftirhondini gjørdist kendur sum eitt tvørball og "persona non grata" í høvuðsstaðnum.
Hann mátti tí venda aftur til Rogalands og ta norsku provinsina, har hann keddi seg rættiliga illa og beinleiðis drakk seg í hel. Hann doyði vónsvikin í 1820 sum bara 48 ára gamal.
Niels Henrik Abel skammaðist als ikki við pápa sín og hansara herferð móti teimum ráðandi autoritetunum, men helt, at pápin var bæði skemtiligur og ofta beinrakin í sínum respektleysu atfinningum.
Í 1821 fór Niels Henrik at lesa við "Tað kongiliga Fríðriks universitetið" í Kristiania, og ein stóran part av tíðini var hann autodidaktur, tí tað knípti hjá teimum lokalu norsku professarunum at fylgja við teimum esoterisku tanka-lopunum hjá Abel.
Teir norsku lærararnir eggjaðu honum til at perfektionera seg meira í fronskum og týskum, sum hann frammanundan dugdi rættiliga væl.
Men lærararnir hildu, at tað mest relevanta matematiska tilfarið bleiv publicerað á hesum báðum málum, og tí átti man at duga tey serliga væl. Abel skrivaði tí eisini næstan alt sítt vitskapliga tilfar á antin fronskum ella týskum..
Tó skrivaðÍ hann í 1823 um síni matematisku avrik í einum norskum tíðarriti. Tá ið greinin bleiv umsett til onnur mál, vakti hon stóran ans í øllum Europa. Lærarar hansara fingu tí um summarið 1823 útvegað Abel eitt stipendium til at fara til Kjøpinhavnar, har hann kundi lesa hjá tí fremsta matematikaranum í Nordanlondum tá í tíðini, FERDINAND DEGEN, sum longu stutt áðrenn hevði sæð nakað av tí arbeiði, sum Abel hevði útgivið.
Degen var avgjørt imponeraður og helt, at Abel átti at sleppa burtur úr tí norsku provinsini.
Eitt av ABELS fyrstu stóru matematisku brøgdum var, at hann prógvaði, at tað ikki letur seg gera at loysa eina líkning av fimta stigi við vanligum algebraiskum metodum ( t.e. gjøgnum rótloysningar). Ritgerðin um málid var á fronskum og æt:.
"Mémoire sur les équations algébriques où on démontre l'impossibilité de la résolution de l'équation générale du cinquième degré."
Hetta banala problemið hevði staðið óloyst í 250 ár. Sjálvandi hevði man kunnað "loyst" uppgávurnar við approximatiónum (tilnærmilsum), sum Gauss og Euler vóru ekspertar í.
Í 1825 fór Abel úr Kjøpinhavn til Berlin, har hann kom at arbeiða og lesa hjá matematikaranum, A. R. CRELLE.
Teir blivu vinmenn, og Crelle skipaði fyri, at Abel eina tíd kom til Paris at lesa við Sorbonne universitetið, sum í teimum døgum var eitt satt matematiskt feitilendi.
Har útgav og fullførdi Abel tíðliga um várið 1827 sína vidgitnu ritgerð um elliptisk integralir og innførdi sonevndar elliptiskar funktiónir sum øvugtar funktiónir av elliptiskum integralum.
Tann eleganti mátin, sum Abel brúkti í infinitesimalrokning verður internationalt kallað "abelskar" funktiónir..
Í síni studentartíð í Paris livdi og búði Abel sera fátæksliga,,og hann bleiv helst av hesi orsøk smittaður við tuberklum.
Tá ið hann kom aftur til Norra summarið 1827 var hann nógv viknaður og merktur av tí herviligu sjúkuni.
Hann var annars blivin trúlovaður nakað frammanundan við Christinu Kemp, sum hann vildi hitta og vitja, hóast hon búði langt av leið.
Hann fór tí eina hættisliga kalda fríggjaraferð við sleðu jólini 1828, og á tí feigdartúrinum versnaði sjúkan so nógv, at hann doyði várið eftir, tann 6. apríl 1829, bara 26 ára gamal.
Lagnan hjá tí flogvituga studentinum Abel bleiv syndarlig, og tað var serliga tragiskt, at bara tveir dagar, áðrenn hann doyði, varð komið eitt bræv til tann hart plágaða og tuberklasjúka Abel frá professaranum og vinmanninum Crelle, sum hevði fingið útvegað tí fátæka Abel eitt professorat og harvið beyð honum starv sum professari í matematikk við Berlin universitet.
Tann fátæki Abel fekk ikki nógvan virak, meðan hann livdi, men hann hevur afturfyri verið sera nógv fagnaður post mortem:
Á Mánanum er eitt kratur uppkallað eftir honum. Tað er eisini stovnaður ein serligur ABEL-prísur fyri framúrskarandi matematisk avrik.
Eftirsum eingin nobelprísur er í matematikk, er hesin prísur reelt ein matematiskur pendant til tann officiella Nobel-prísin.
Norðmenn hava avmyndað Abel á nógvum frímerkjum, og fleiri standmyndir av honum prýða í norskum´býum.
Abel vísti á eina mongd av problemum og á nýggjar leiðir í matematikkini, sum teir fægstu høvdu hugsað um.
Ì sínum stutta lívi náddi hann ikki at loysa problemini, men hann erkendi tey og gjørdi vart við tey. Tann franski matematikarin, Charles HERMITE skal hava tikið til:: "Abel hevur syrgt fyri, at matematikarar hava arvað nóg mikið av problematikki til at halda teir í arbeiði tey næstu fimm hundrað árini.".
Burtursæð frá Euler og Gauss hava fáir matematikarar á so ungum aldri verið so talentfullir sum Niels Henrik Abel.
Hóast Abel avgjørt ikki var musikalskur ella hevði nakran sans fyri musikki, var hann fyri matematikkina líka so genialur sum Mozart var fyri musikkin.
Teir vóru analog undurbørn hvør á sínum serliga øki við heilt einastandandi evnum..

No comments:

Post a Comment