Sunday, November 20, 2016

MAX von LAUE

9. oktober: Henda dag í 1879 var fysikarin MAX von LAUE føddur í bygdini Pfaffendorf, nærhendis Koblenz í Vestur-týsklandi. Pàpi hansara, sum arbeiddi í tí týsku militer-umsitingini var ofta sendur víða um í Tí týska Ríkinum.
Skúlagongdin hjá soninum Max var tí merkt av nógvari flyting. Í óvitaárunum gekk hann í skúla í Brandenburg, Altona, Posen, Berlin og til endan í einum protestantiskum real- og studentaskúla í Strasbourg, tí hábærsliga høvuðsstadnum í Alsace, sum hoyrir undir Frankaríki í dag.
Har tók hann studentsprógv í 1898, og eftir eitt ár í hertænastu fór hann í 1899 at lesa fysikk og matematikk við universitetið í Strasbourg. Hann ætlaði ikki at lesa fysikk, men bleiv eggjaður til tað av einum fysikk-professara, sum væl dugdi at síggja tað natúrvitskapliga potentialið hjá Laue. Tann víðskygdi professarin æt forrestin Gøring.
Eftir tvey semestur í Strasbourg, fór Max til Gøttingen at lesa, og síðani las hann við tað kenda Ludvig Maximilian universitetið (LMU) í München. Men hann støðaðist ikki leingi nakrastaðni, og eftir bara eitt semestur í München, fór hann í 1902 á Friedrich Wilhelm universitetið í Berlin at studera hjá tí natúrvitskapliga pionerinum Max Planck.
Í Berlin fordjúpaði hann seg serliga í interferens-spektroskopi og varmastráling. Í 1903 gjørdist hann doktari í fysikk fyri sína ritgerð um interferens fyribrigdi í sløttum parallellum plátum. So fór hann aftur til Gøttingen at lesa víðari í tvey ár. Men tann óstøðugi Laue fór í 1906 aftur til LMU í München at taka sítt endaliga prógv í fysikk hjá Arnoldi Sommerfeld professara. -
Men har steðgaði hann heldur ikki leingi, tí sama árið fór hann aftur til Berlin, har hann gjørdist docentur og hjálparmaður hjá sjálvum Max Planck, har hann arbeiddi til 1909.
Gjøgnum hann kom Laue at kenna Albert Einstein, sum enn ikki hevði fingið almenna internationala viðurkenning fyri sína relativitetsteori, tí fleiri kendir fakfysikarar í øllum Europa vildu enn ikki góðkenna tað relativistisku uppfatanina av universinum hjá Einsteini, tí teir hveptu seg við at uppgeva tað newtonska verdinsbílætið.
Men Laue bleiv skjótt sannførdur av Planck og Einsteini um, at tann relativistiska tilgongdin til universið var tann vitskapliga korrekta í gallaktiskum perspektivi, sjálvt um Newton kundi brúkast í gerandis-problematikki við "avmarkaðari" ferð á okkara "lítlu" planet.
Meðan Laue arbeiddi hjá Planck, granskaði hann serliga fyribrigdið entropi í strålings-feltum og hvønn týdning ljósbylgjur hava í termodynamikki. Hann hevði leingi arbeitt við vitskapligari optikk og krystallografi.
Í 1909 fór hann aftur til LMU at arbeiða sum docentur undir Arnoldi Sommerfeld, har hann bleiv í trý ár sum undirvísari, men fyrst og fremst sum granskari. Hann helt miðvíst fram við sínum títta universitets-skifti. Í 1912 bleiv hann settur í starv sum extraordinarius í teoretiskari fysikk við universitetið í Zürich, og longu tvey ár seinni tók hann við starvi í Frankfurt sum beinleiðis ordinarius í fysikk, og har var hann staddur, tá ið hann fekk nobelprísin í 1914.
Tað var annars longu í München, at hann í 1912 gjørdi sítt størsta vitskapliga bragd við at ávísa, at røntgen-strálur høvdu bylgjueginleikar við ekstremt stuttari bylgjulongd, tí hann kundi dokumentera sonevnda spektrala sundurbróting (diffraktión) av røntgen-strálum gjøgnum krystallir.
Tað var ein so stór sensatión í strálingsfysikk og mikro-optikki, at hann fekk nobelprísin í fysikk longu tvey ár seinni, altso í 1914. Men hann skifti alsamt universitets-umhvørvi:
Í 1916 bleiv hann settur í starv við Würzburgar universitet, har hann arbeiddi við elektronikki í vakuum-rørum og fordjúpaði seg í telefoni og tráðleysari kommunikatión, sum kundi brúkast militert.
Pápi hansara hevði fingið aðalsheiti frá Wilhelmi keisara í 1913, so eftir tað kundi Max kalla seg "von" Laue.
Í 1919 bleiv sent boð eftir honum at koma til universitetið í Berlin, har hann fekk eitt hjálparprofessorat.
Í Berlin støðaðist hann endiliga og bleiv har restina av sínari ævi.
Á universitetinum í Berlin kom hann í eitt sterkt natúrvitskapligt umhvørvi við fólki, sum Nernst, Haber og Franck. Um somu tíð arbeiddu bæði Max Planck og Albert Einstein á Kaiser Wilhelm-fysikkstovninum, og hesir natúrvitskapligu risarnir vitjaðu hvønnannan javnliga til bæði vitskapligt orðaskifti og hugnaprát. Har stór
treivst Laue, og hann skrivaði nógvar lærubøkur og ævisøgur ta tíðina.
Tá ið nazistarnir fóru at gera um seg í 1920´unum, hjálpti Laue fleiri jødiskum fysikarum, sum blivu forfylgdir. Sjálvt um hann líkasum vinmaðurin Otto Hahn var í opinlýsari andstøðu til Hitler-stjórnina, slapp hann at sita í sínum starvi sum professari í teoretiskari fysikk, líka til 1943. Allarhelst tí nazistarnir hildu seg hava brúk fyri báðum til at framleiða eina evt. týska atombumbu.
Laue bleiv við at arbeiða við avant-garde gransking í teoretiskari fysikk. Vinmaður hansara, fysikarin Meissner hevði leingi arbeitt við tí fyribrigdinum, sum ein hollendskur fysikari, Kamerling Onnes hevði ávíst longu áðrenn Fyrsta Verdinskríggj, nevniliga superleidandi stoffir, t.e., at nógv stoffir, tá ið tey verða niðurkøld nær til tað absolutta nulpunktið, fáa ovurleiðandi eginleikar, so tann elektriska mótstøðan næstan verður null.
Meissner kundi í 1932 vísa á, at superleiðarar eisini fingu sítt natúrliga magnetfelt heilt skeiklað til reina diamagnetismu.
Hetta fyribrigdiðfekk navnið MEISSNER-EFFEKT.
Tað teoretiska grundarlagið fyri hesi effekt fekk Laue saman við Meissner avklárað við kvantemekaniskum argumentum, sum Laue annars avgjørt ikki var so fegin um.
Bæði Einstein og Laue dámdu lítið tað kvantemekaniska komplementera universið hjá Niels Bohr.
Eitt SØGULIGT KURIOSUM:
Tá ið tann týski systemkritikarin, Carl von Ossietzky í 1935 fekk Nobels friðarprís, bleiv tað árið eftir forboðið øllum týskarum og týskum vitskapsmonnum at móttaka ella eiga nakrar Nobel-medaljur, sum jú vóru av gulli.
Tessvegna skuldu Max von Laue og James Franck hava sent sínar Nobel-gullmedaljur til Niels Bohr, sum skuldi goyma tær til aftaná Kríggið.
Tá ið so Kjøpinhavn bleiv hersett í 1940, vóru góð ráð dýr, tí Gestapo vildi skjótt finna út á Blegdamsvegin til Niels Bohrs Institut; men so sigst, at ein ungarskur kemikari, George de Hevesy, sum akkurát tá var í "praktikki" hjá Niels Bohr, skuldi hava funnið uppá ein drastiskan útveg.
Hann "krógvaði" Nobel-gullmedaljurnar hjá Max von Laue og James Franck í sonevndum "kongavatni" (aqua regia).
Kongavatn er ein upploysningur av 25 % salpetursýru og 75 % saltsýru, sum sigst vera tað einasta medium, sum kann upploysa gull, sum jú er "kongur" millum metallir!.
Í 1945, beint aftaná Kríggið extraheraði de Hevesy tað "krógvaða" gullið úr kongavatninum og sendi tað til Tað kongiliga svenska vitskapliga Akademiið, sum úr gullinum kundi framleiða nýggjar Nobel-medaljur, sum so vóru handaðar aftur til von Laue og Franck.
Aftaná Kríggidð var von Laue líka sum nógvir aðrir týskir vitskapsmenn interneraður eina tíð av allieraðum militermonnum, men hann bleiv skjótt fulkomuliga rehabiliteraður.
Nógv kundu vitna um hansara stóru hjálp og vælvild, bæði móti politiskt forfylgdum landsmonnum og jødum, meðan eingin kundi leggja hann undir at hava gingið beinleiðis ørindi fyri nazi-stjórnina.
Hann bleiv ein av teimum fremstu og ídnastu týskarum, sum bygdu týskan natúrvitskap uppaftur aftaná Kríggið. Hann skrivaði nógv, luttók á nógvum fysikk-fundum og fylgdi væl við í friðarligum brúki av atom-energi.
Hann var limur av tí tignarliga Leopoldina-felagsskapinum og fekk eitt ótal av internationalum prísum og doktaraheitum. .
Max von Laue doyði í 1960 í einari ferðsluvanlukku, sum 80 ára gamal. Hann koyrdi sjálvur bil og kollideraði við ein yngri sera skjóttkoyrandi bilist.

No comments:

Post a Comment