Sunday, November 20, 2016

PIETER ZEEMANN

Pieter Zeemann (1865-1943)
25. mei: Henda dag í 1865 var tann kendi fysikarin PIETER ZEEMANN føddur í bygdini Zonnemaire á oynni Schouwen-Duiveland, sum liggur í eini oyggjarúgvu í Hollandi, nærhendis markinum til Belgien. Tann samlaði oyggjabólkurin verður kallaður Zeeland.
Pieter fekk longu í óvitaárum stóran áhuga fyri fysikk, og meðan hann gekk í studentaskúla, kannaði hann og teknaði fyribrigdið NORðLÝSID, sum var serliga intenst í Hollandi veturin 1883. Tær eygleiðingar, sum Zeemann hevði gjørt, vórðu so beinraknar, informativar og nýskapandi, at tær vórðu útgivnar í fleiri natúrvitskapligum tíðarritum í Europa.
Summarið eftir tók hann studentsprógv, men mátti fyrst taka nøkur supplerandi skeið, ádrenn hann slapp inn á universitetid í Leiden 1885, har hann kom at studera hjá tí viðgitna fysikk-professaranum Hendrik LORENTZ. Í 1890 gjørdist hann nærmasti hjálparmaður hjá Lorentz, hóast Zeemann ikki tók sítt endaliga prógv fyrr enn í 1893..
Hann var vitskapliga serliga upptikin av magnet-optiskum mátingum, har hann stillað eina ljóskeldu í eitt sterkt magnetfelt, - tað skuldi mátast við ekstremari precisión, tí ein brøkpartur av einum millimetri kann hava stóran týdning í spektral-analysu. Saman vid Lorentz granskaði hann eisini ta sonevndu Kerr-effektina, sum er nevnd eftir tí skotska fysikaranum, Joseph Kerr.
Smb. hesa effekt henda optiskar broytingar í eini vesku ella einum luftslagi (gassi), sum verður ávirkað av einum elektriskum felti, soleiðis at ljós brýtist øðrvísi, enn í neutralum evni.
Kerr konstateraði fyribrigdið, men kundi ikki forklára tað.
Fyribrigdið bleiv ikki teoretiskt greinað, fyrr enn Lorentz og Zeemann í 1893 kunngjørdu úrslitið av teirra kanningum um reflektión av polariseraðum ljósi á eitt magnetiserað areal. Fyri hetta arbeiði gjørdist Zeemann doktari í fysikk. Eftir tað fór hann eitt stutt skifti til Strasbourgar at lesa hjá tí kenda fysikaranum Friedrich KOHLRAUSCH.
Í 1896 kannaði, mátaði og vísti Zeemann á kloyvingina av spektral-linjum í einum sterkum magnetiskum felti hjá fleiri grundstoffum, m.a. í Natrium. Tað var ein vitskaplig sensatión og bleiv kent, sum "ZEEMANN-EFFEKTIN".
Lorentz, sum var kønur í elektromagnetismu, kundi alt fyri eitt við síni vitan um elektromagnetiska stráling forklára tær eksperimentellu eygleiðingarnar hjá Zeemann við elektro-magnetiskari teori. Zeemann-effektin prógvaði tad, sum Lorentz teoretiskt hevði forútsagt um polarisatión av ljósi í einum magnetiskum felti nøkur ár frammanundan.
Úrslitið var, at báðir fingu Nobelprísin fyri hesi stóru framlop í bæði praktiskari og teoretiskari fysikk í 1902. Teir funnu út av, at teir partiklar, sum sveiggjaðu í feltinum, vóru negativt løddir og høvdu ein massa, sum var minni enn 1/1000 part av massanum í einum brint (hudrogenium)-atomi.
Tað var eitt risaframstig í erkennilsi av, hvussu bygningurin og struktururin av einum atomi mátti vera. Nú var leiðin slóðað móti elektrónini, men enn hevði man kortini ikki endaliga funnið hana.
Fyri síni avrik var Zeemann útnevndur til lektor í fysikk 1897, og trý ár seinni gjørdist hann professari í fysikk við universitetið í Amsterdam.
Pieter Zeemann var, líka sum Lorentz hugfangaður av relativitetsproblemun og líka sum Einstein funderaðu teir um ækvivalens-princippið í almennari relativitetsteori, tað vil siga forholdið millum sonevndan tungan- og trekan massa, (gravitatións- og inertiellan massa).
Einstein og Zeemann vitjadu hvønnannan fleiri ferðir, har teir m.a. debatteraðu, hvussu ljós ber seg at í ferðandi media, eitt nú rúmdarførum.
Zeemann fekk fleiri álitisstørv og vann nógvar heiðursprísir, bæði í Hollandi og aðrastaðni í Europa. Tey síðstu árini av síni karrieru, arbeiddi hann við massa-spektrografi, har hann gjørdi fleiri teknisk og praktisk uppdagilsir.
Hann doyði í 1943 og liggur grivin í Haarlem.

No comments:

Post a Comment