Sunday, November 20, 2016

NICCOLO PAGANINI


27. oktober: Henda dag í 1782 var tann verðinskendi violin-virtuosurin og komponisturin NICCOLO PAGANINI føddur í Genova í Norður-Italien. Pápin lærdi Niccolo at spæla mandolin sum bara 5 ára gamlan, men tá ið hann bleiv skúlagamal, valdi hann heldur violinina og vísti beinanvegin eitt óvanligt talent fyri hesum instrumenti.
Tað sigst, at pápi hansara tvingaði hann at øva seg í tímavís. Hann skuldi vera so strangur við Niccolo, at drongurin ofta noyddist nátturðaleysur í song, tá ið hann ikki hevði øvað seg nóg væl.
Longu sum óviti fann hann av sínum eintingum nýggjar fingra-setingar við violinini fyri at imponera pápan og umhvørvið.
Niccolo hevði so virtuos evnir, at hann fekk fleiri legatir og annan stuðul frá mæcenum, sum sóu, at hann hevði heilt óvanligt hegni. Hann gjørdi t.d. sína fyrstu kompositión til violin sum bara átta ára gamal. Hann kom í læru hjá ymsum kendum violin-lærarum, sum skjótt sendu hann víðari til aðrar kønari lærarar.
Niccolo fekk inspiration frá nógvum dugnaligum italienskum violinistum, og sjálvt um violin-gandakallurin TARTINI* doyði, tá ið Paganini bara var tíggju ára gamal, so hevur hann bæði hoyrt og sæð Tartini spæla. Niccolo Paganini hevði fyri ein stóran part autodidaktiska tilgongd til violin-metodikk, og tí hevur teknikkurin hjá Tartini avgjørt havt týdning fyri spælið hjá Niccolo.
Hann bleiv longu sum hálvvaksin eitt kent talent í meginpartinum av Norður-Italien. Man veit eisini, at hann imiteraði stíl og metodu hjá eysturríkaranum, Rudolf KREUTZER og franskmanninum Pierre RODE, sum tá vóru hildnir at vera teir mætastu koncert-violinistarnir í Europa.
Tað fysiskt krevjandi fingra-arbeiðið við tí kompliceraða violin-teknikkinum førdi við sær, at Paganini í síni frítíð saman vid vinum og familju heldur valdi at hvíla seg við at spæla guitar, sum ikki var so tungt fyri hendurnar, og hann var avgjørt kønur guitaristur eisini.
Í 1795 fóru feðgarnir eina ferð til Parma, har fólk blivu hugtikin av Niccolo, men samstundis lærdi hann sjálvur nógv, bæði um spæl og kompositión í tí mentaða universitetsbýnum..
Tá ið Niccolo var blivin 18 ár, flytti familjan til Livorno í provinsini Lucca, har hann skjótt bergtók bæði leiðandi myndugleikar og býar-fjøldina so nógv við sínum spæli, at hann bleiv útnevndur til fyrsta-violinist í allari provinsini. Hann var tann yngsti við hesum titli í øllum Italien.
Men um kvøldarnar spældi hann eisini til privatar koncertir. Hetta gav honum so stórar inntøkur, at hann fall fyri eini herviligari freisting, sum fylgdi honum alt livið. Hann fór at spæla á næstan hvørjum casino, hann kom framvið, og tað ruineraði hann fleiri ferðir gjøgnum alt livið.
Viðhvørt var hann so illa sperdur fíggjarliga, at hann mátti pantseta sína egnu violin. Hann var blivin ludomanur!
Bæði áðrenn og undan aldarskiftinum 1800 fekst Paganini nógv við kompositión , og tey flestu av hansara verkum stillaðu óvanliga stór teknisk krøv til violin-solistar.
Tað virtuosa dirvið, sum Paganini brúkti, inspireradð eisini aðrar komponistar, eitt nú Robert Schumann og Franz Liszt, sum báðir vóru hugfangaðir av teimum metodisku møguleikum, sum Paganini hevði slóðað fyri.
Sjálvt um hann líka frá Genova til Livorno tíðliga var kendur sum eitt lokalt stórtalent, bleiv hann ikki européiskt kendur beinanvegin, og í konservativum italienskum cirklum vard hann ikki serliga umrøddur, fyrr enn tað í 1813 lukkaðist honum at fáa eitt tilboð frá tí hábærsliga stovninum "La Scala" í Milano.
Framførslan gekst einastandandi væl og bleiv eitt risalop, sum gjørdi, at hann eisini bleiv kendur norðanfyri Alpurnar.
Í 1824 møtti hann á einum av sínum mongu koncertferðum sangarinduni Antoniu Bianchi, og tey livdu saman í nøkur ár, men blivu ongantíð gift, men fingu kortini ein son. Hann fekk tað reysta antikka navnið Achilleus Alexandur.
Hesin "´ólevnaður" førdi til, at tað européiska borgaraskapið hvepti seg við at viðurkenna Paganini, sum eftir teirra tykki livdi syndar-fult og ósømuliga.
Paganini orkaði ikki væl at ferðast; - hann hevði ringa heilsu og var óvanliga krillutur, tí hann toldi illa kulda.
Tað var ein av orsøkunum til, at hann leingi bara vágaði sær styttri koncertferðir í Italien.
Hann stríddist alt lívið við nógv ymisk líðilsir. Summi vóru genetisk, meðan onnur skyldaðust smittsomum sjúkum. Eftir hvat patologar aftaná deyða hansara hava kunnað analyserað seg fram til, so leið Paganini helst av tí sjáldsomu arvasjúkuni Marfan-syndrominum, sum fyrstu ferð er beskrivað av tí franska barnalæknanum Antoine Marfan siðst í 1890´unum *.*
Symptomini eru m.a. risavøkstur, ekstremt langir limir, super-mobilitetur av liðum, óvanligur collagen-elasticitetur við abnormt strekkiligum bindivevnaði etc.
Orsøkin sigst vera ein genetisk mutatión.
Paganini var óvanliga høgur og sera rak; hann hevði eisini óvanliga lætt-boyggiligar fingrar. Men tað gjørdist ikki lættari fyri hann, at hann sum rættiliga ungur maður fekk bæði syfilis og tuberklar.
Í 1827 fekk hann sítt fyrsta alment intellektuella riddaraslag, tá ið pávin Leo tann XII heiðraði hann við tí fína heiðursmerkinum "Ordine dello Speron d´Oro".
Árið eftir fekk hann áræði til at fara eina européiska turné, fyrst til tað liberala Wien sjálvandi, og har behøvdist hann onga umrøðu. Tíðindini um hansara serliga talent vóru langt síðani komin norð um Alpurnar, so tá ið Paganini kom til Wien, varð hann móttikin sum ein musikalskur kongur. Bæði mótabløðini og tær seriøsu avísirnar skrivaðu um henda musikalska gandakallin, sum líkasum Giacomo Tartini mátti hava selt sína sál til illamann fyri at kunna spæla so væl.
Keisarin útnevndi hann til "keisarligan kamar-virtuos."
Men hann var móður aftaná allan henda entusiastiska virak og mátti tí fara til spa-stovnin Karlsbad í Bøhmen fyri at fáa sær heilsubót.
Tá ið hann í 1829 var komin fyri seg aftur, fór hann til Berlin og hann náddi at verða stórfagnaður í næstan 40 stórum týskum býum tey næstu tvey árini.
Allastaðni var hann beundraður sum musikalskur virtuosur, hóast nøkur royndu at klikkja hann fyri sín borgarliga levnaða; men sjúkan fór so illa við honum, at fólk ógvaðust við hann sum persón. Hann var farin at síggja meira og meira dæmoniskur út, so summi trúðu næstan uppá devla-mytuna og hildu hann vera "gandaðan".
Í 1832 vágaði hann sær líka til Paris, har hann eisini bleiv rættiliga fagnaður í intellektuellum cirklum, men summi varnaðust, at hann var blivin so heilsuveikur, at tað viðhvørt knípti hjá honum at gjøgnumføra koncertirnar. Hann fekk nógvar franskar vinir, m.a. komponistin Hector Berlioz, sum hann skrivaði saman við restina av sínari ævi.
Í London, har hann var eitt stutt skifti, var tað blivið týðuligt, at hann ikki orkaði at fullføra allar sínar koncertir. Í tí strangt victorianska býnum fíltust nógv fólk eisini um hansara "syndarfulla" lív.
Aftaná London, hevði hann ætlað sær til Ruslands, men ta strævnu og longu ferðina mátti hann sjálvandi avlýsa.
Í 1834 kom hann aftur til Italien og royndi at sleppa mest møguligt undan aktivum koncertum, men hann hevði, hóast góðar inntøkur, næstan søplað alt burtur í hasard-spæli, so hann kundi ikki bara hvíla seg.
Í Parma fekk hann eitt leiðandi starv sum arrangørur av musikalskum tiltøkum í býnum. Men hann eintist ikki væl við myndugleikarnar, so longu í 1836 segði hann starvið frá sær og mátti aftur út at halda koncertir, hóast hann tá var blivin heilt brekaður maður.
Heilsan versnaði alsamt, so til endans fór hann til Nice við rivieraina at dvølja fyri at kroka undan vetrinum, sum hann ræddist. Nice hoyrdi tá enn til tað italienska økið og kallaðist Nizza.
Paganini hevði leingi "forgiftað" seg sjálvan við kvikksilvuri (Hg), sum tá var eitt tað einasta "medicinið móti syfilis, sum man kendi. Tað er tí eitt undur, at hann náddi at blíva 57 ár
Nútíðar dna-kanningar av hári, sum man hevur funnið í grøvini hjá Paganini, vísa, at hann hevur havt eitt massivt Hg-misbrúk.
Í 1840 fekk hann sítt síðsta anfall, har hann kropnaði og misti røddina, so hann doyði og fekk ikki sagt sín allarsíðsta vilja.
Hann komponeraði ein hóp, men mest kendar eru helst tær "pedogogisku" etudurnar "24 capricci fyri soloviolin"
Nógv ár eftir hansara deyða var hann flyttur til Parma, har hann í dag liggur grivin í einum prýðiligum mausoleum.
Virtuost violinspæl bleiv ongantíð tað sama aftaná Paganini. Hann broytti og kollvelti allan instrumentalan metodikk..
.
* Giacomo TARTINIi er hann, sum komponeraði ta kendu devlasonatuna.
** Seinni hevur onkur annar fysiologur hildið, at Paganini kann hava havt eina líknandi bindivevnað-sjúku, sum nevnist Ehlers-Danlos syndrom.. Hon er eisini ein gen-mutatión.

No comments:

Post a Comment