Sunday, November 20, 2016

Friedrich Ludwig GOTTLOB FREGE


8. november: Henda dag í 1848 var logikarin, matematikarin og grundleggjarin av analytiskari filosofi, Friedrich Ludwig GOTTLOB FREGE føddur í Wismar í Norður-Týsklandi.
Bæði foreldrini vóru skúlafólk og pápin, sum var skúlastjóri, skrivaði sjálvur fleiri skúlabøkur. Gottlob fylgdi væl við í tí pedagogiska arbeidinum og øllum didaktiskum avgerðum, so hann visti nógv um bæði undirvísingar-teori og -metodikk, áðrenn hann fór í skúla. . Í óvitaárunum var Gottlob egin og innisælur; honum dámdi nógv betri at lesa, enn at spæla við javnaldrar. Hann las bæði fakligan litteratur, skaldsøgur og yrkingar.
Hann helt seg tí mest fyri seg sjálvan ella lurtaði eftir vaksnum fólki sum kritiskur eygleiðari. Hann hevði eitt kolossalt passivt orðatilfar, sum hann sjáldan fekk brúk fyri, tí hann lurtaði meira enn hann tosaði. Hann stuttleikaði sær yvir, hvussu onnur málbóru seg og kundi vera so spotskur viðhvørt, at hann fekk tað skodsmálið, at hann "sat undir orðinum", ella "censureraði" tilkomin fólk.
Hann gjørdist gamalklókur og var intellektuelt nógv meira búgvin, enn skúlakammiratarnir, tá ið hann fór í realskúla
Eftir at hava tikið studentsprógv í Wismar var hann í 1869 immatrikuleraður við universitetið í Jena, har hann las matematikk, fysikk og kemi. Afturvið teimum natúrvitskapligu fakunum gekk hann eisini til fyrilestrar í filosofi.
Fysikklærari hansara, Ernst Abbe dugdi væl at síggja, at Gottlob Frege skaraði heilt fram úr í filosofiskari tankagongd og matematiskari deduktión, so hann eggjaði tí heldur hugtreka Frege, sum slett ikki var ambitiøsur karrierumaður, til at leita sær til eitt meira subtilt natúrvitskapligt umhvørvi.
So tá ið Frege hevdi lisið tvey ár í Jena, flytti hann í 1871 til tað umhildna universitetið í Gøttingen. Har tók hann longu tvey ár seinni pH.d. í matematikk fyri ritgerðina "Über eine geometrische Darstellung der imaginären Bilde in der Ebene".
Í 1874 kom hann aftur til Jena, har hann í fimm ár hutlaði seg gjøgnum tilveruna við privatundirvísing av tornæmum børnum hjá tí múgvandi borgaraskapinum, men kappingin var hørð, tí Týskland var dýrandi fult av vælkvalificeraðum matematikarum, og Frege hevði hvørki hug ella evni til at troka seg framat í karrieruni.
Í 1879 lukkaðist tað honum kortini at fáa eitt starv sum undirvísingar-assistentur á sínum gamla universiteti í Jena. Lønin var ógvuliga beskeðin, men tað var hann eisini, so hann kláraði seg; -har afturat fekk hann ofta pekuniæran stuðul frá mammu sínari, sum var fíggjarliga betri fyri, enn sonurin..
Líka síðani sína lærutíð í Gøttingen hevði hann ofta í frítíðini roynt at byggja eina "logiska brúgv" millum matematikk og filosofi.
Í fakinum filosofi var hann serliga hugfangaður av logikki, sum hevði fult so nógv við mál, sum við matematikk at gera.
Logikkur hoyrdi ikki undir matematikkina, men var ein sjálvstøðug disciplin undir filosofi-fakinum.
Tann flegmatiski Frege, sum kundi vera bítandi sarkastiskur, tá ið hann helt fyrilestrar, fíltist ofta á gerandismálið hjá fólki, sum hann helt vera alt for lítid eksakt ella prægnant. Hann citeraði viðhvørt grotesk dømi frá gerandis-tosi, sum vístu, at mál var inkonsekvent og fult av absurdum vendingum. Afturvið logikkinum gjørdi hann semantiskar analysur av túnatosi og øllum práti.
Í 2000 ár hevði man í logikki brúkt syllogismurnar hjá Aristoteles, og tær førdu ikki til annað enn eitt einfalt málsligt erkennilsi, meðan sambandið við ta subtilu matematikkina var sera avmarkað.
Frege víðkaði ta klassisku logikkina sum fak við at grundleggja ein heilt nýggjan sonevnt aksiomatiskan logikk, sum í dag verður nevndur PRÆDIKATS-LOGIKKURIN.
Hetta førdi við sær, at man eisini kundi brúka logikk sum analytiskt amboð til at kanna tað avanceraða grundarlagið fyri allari matematikk.
Frege útgav í 1879 sítt viðgitna verk "Begriffsschrift", sum sigst vera eitt tað mest slóðbrótandi nýbrot í tí modernaðu logikkini. ella í analytiskari filosofi.
Har brúkar hann fyrstu ferð symbolskar "kvantorar" í matematikk, sum lætta um .terminologiina.
Í 1882 útgav hann bókina "Über Sinn und Bedeutung", har hann m.a. skilir hvast millum REFERENCU og MEINING av orðum, sum kunnu vera synonym ella heilt nær í týdningi. Nógv orð kunnu hava fleiri referencur, men kortini bara eina basala meining.
Seinni útgav hann aðrar bøkur á markinum millum filosofi og matematikk, t.d. "Grundgesetze der Arithmetik".
Hann kallaði sítt system fyri logicismu, har hann ætlaði at fáa øll málslig ivamál loyst strangliga logistiskt.
Um várið 1887 bleiv Frege sum 38 ára gamal giftur vid Margaretu Liesenberg, sum var átta ár yngri enn hann. Tað knípti við forsyrgjara-ábyrgdini fyri eina beskedna assistentløn, men hjúnini livdu spartanskt í næstan tíggju ár, tá ið Frege endiliga í 1896 fekk fast akademiskt starv sum sonevndur adjungeraður professari við universitetið í Jena.
Tað strævna breyðstrevið hjá Frege, vísir týðuliga, at samtíðin slett ikki viðurkendi Frege. soleiðis, sum eftirtíðin hevur gjørt!
Tá í tídini var hann bara ein anonymur matematikari millum túsundir. - Nú á døgum verður hann mettur sum ein fakligur undangongumaður, ein matematiskur pionerur. .
.Um aldarskiftið í 1902 kom reaktiónin og bakkastið fyri Frege, sum hann ongantíð forvann, hóast eftirtíðin og allir fakmenn framvegis fagna honum sum ein tann mest systematiski analytikarin av matematiskum logikki.
Orsøkin til, at Frege tagnaði í defaitismu, var tann, at filosoffurin Bertrand Russell ávísti eitt marginalt paradoks í tí annars stringentu mongdar- og bólkalæruni hjá Frege.
Russell, sum saman við fleiri øðrum var ein stórur beundrari av Frege og hansara elegantu analysum um matematiskan og málsligan logikk, kundi í mongdar- og bólkalogikki hjá Frege vísa á eitt paradoks, sum stutt ljóðar soleiðis:
"Mongdin R inniheldur allar mongdir, sum ikki innihalda seg sjálvan. - Inniheldur R so seg sjálvan?"
Meira populert kann dømi formulerast soleiðis:
"Í einum býi er ein rakari, sum BARA rakar øllum teimum, sum IKKI raka sær sjálvum. "Hvør rakar so rakaranum?" Rakar rakarin sær sjálvum, so rakar hann jú einum, sum rakar sær sjálvum, og verður rakarin rakaður av einum øðrum, rakar rakarin jú ikki øllum, sum ikki raka sær sjálvum."
Hetta dømi verður kallað fyri "Russells paradoks".
Russell royndi leingi sjálvur at finna eina acceptabla loysn, men mátti gevast, tí tær blivu for tungar og ikki nóg "logiskar".
Hetta logiska paradoksið er seinni "loyst" við kompliceraðum og fortonktum teorium í mongdar-matematikk, m.a. av Ernst Zermolo, sum innførir nøkur mongdar-aksiomir (7 í tali), sum eru soleiðis definerað, at tey eisini kunnu "fevna" ella røkka útjaðara-paradoksið hjá Russel. .
Seinni matematikarar sum George Boole og Ernst Schrøder hava bygt beinleiðis omaná tann matematiskt-logiska bygningin, sum Gottlob Frege laðaði, stein fyri stein.
Eftir at konan doyði í 1904, hoyrdi man lítið til Frege, men hann arbeiddi sum formidlari av sínum elskaða faki, líka til 1918, tá ið hann legði frá sær sum aktivur undirvísari. Hann búsetti seg í Bad Kleinen, nærhendis barndómslandinum í Mecklenburg.
Hann var tað, sum týskarar nevna "stille im Lande".
Tó segðist tað, at hann tað síðsta árið, hann livdi, skuldi vera rættiliga politiskt hugtikin av Ludendorf, generali og Adolf Hitler, sum í 1923 høvdu roynt eitt politiskt kvett í München, men Frege doyði longu árið eftir, altso í 1924, so man kann ikki post mortem skuldseta hann fyri nazismu.
Gottlob Frege doyði í Bad Kleinen, 75 ára gamal, men hann liggur grivin í Wismar.

No comments:

Post a Comment