Konstantin hin mikli (272-337)
27. februar: Henda dag í árinum 272 var tann romarski keisarin
KONSTANTIN tann MIKLI føddur í Naissos, sum lá í tí núverandi
Suður-Serbien, einar 80 km eystan fyri markið móti Kosovo.
Hóast pápi hansara, CONSTANTIUS Chlorius, generalur var sendur heilt
norður til Britannia í útnyrðingshorninum av Romara-ríkinum, vaks
Konstantin upp í tí eystara partinum av Ríkinum í tí núverandi
Turkalandi, har hann fekk holla klassiska útbúgving. Pápi hansara,
Constantius lat seg skilja frá Helenu, mammu Konstantin, meðan
drongurin bara var fýra ára gamal. Tað sigst, at pápin ikki helt
Helenu vera av nóg góðum fólki, og tí fekk hann sær eina "mætari" konu,
THEODORU, sum eisini gav honum politiskan viðskera, tí hon var
keisaradóttir.
Tað lukkaðist Constantius at blíva útnevndur til undirkeisara (cæsar) hjá verfaðir sínum MAXIMIAN, sum var keisari (augustus).
Feðgarnir, Constantius og Konstantin búðu altso ikki saman
meginpartin av óvitatíðini hjá Konstantini. men sum 23 ára gamal kom
hann kortini vestur til pápa sín, sum tá sjálvur var blivin keisari
(augustus) við heitinum Constantius tann Fyrsti og hevði sítt tilhald og
skansa í býnum York í Britannia. Mamma Konstantin, sum tíðliga lat seg
kristna og doypa, bleiv seinni kanoniserað sum Sankta Helena.
Meðan Konstantin bara var stórur óviti, bleiv Romararíkið av tí
stálsetta keisaranum DIOKLETIAN býtt sundur í ein eysturpart og ein
vesturpart við hvør sínum keisara (ein augustus); og fyri at vissa seg
um loyalitet høvdu báðir keisararnir ein undirkeisara (ein cæsar)
afturat sær.
Hetta pragmatiska, men brutala fýramansveldi
(tetrarki) innførdi Diokletian í 284, tí tað velduga Ríkið
nógvastaðni var í upploysningi við stórum mistreysti, sundurlyndi,
religiøsum uppreisnarroyndum, óskili við handli og herviligari
inflatión. Diokletian royndi virkuliga at styrkja, effektivisera og
reformera Ríkið aftur við sínum robusta, men harðrenda
tetrarki-stjórnarlagi. Hann var t.d. tiltikin fyri eirindaleyst at
forfylgja og beina fyri kristnum fólki, sum eftirhondini vóru so
fjølment, at tey høvdu meiriluta í summum av teimum eystaru
lokaløkjunum. Hann helt, at tey kristnu saboteraðu ta romarsku
umsitingina.
Sjálvur bleiv Diokletian keisari (augustus) í tí
eystara partinum av Ríkinum og hevði Galerius sum undirkeisara (cæsar).
Samstundis fekk hann MAXIMIAN, sum sat í Trier vid Moselánna,
útnevndan til keisara (augustus) yvir tí vestara partinum. Eftir at
Maximian hevði fingið Constantius, pápa Konstantin giftan við dóttir
sínu Theodoru, útnevndi keisarin, sum fyrr nevnt, Constantius til
sín undirkeisara (cæsar).
Tá ið Konstantin kom yvir til Britannia,
stóð pápin mitt í einum ógvisligum stríði við piktarafólkið, og árið
eftir varð hann dripin í einum víggi, har sonurin, Konstantin var
við.
Hetta drama førdi við sær, at allir soldatarnir spontant
kjósadu Konstantin til keisara og eftirfylgjara hjá pápanum. Hetta
hendi í árinum 306.
Tann taktiskt hugsandi Konstantin visti væl,
at hann vildi fáa nógvar rivalar til keisaratrónuna;. Tað vóru ikki
færri enn seks mans, sum kundu hugsað sær keisaratitul, antin sum
augustus ella cæsar.
Konstantin fór tí beina leið til Trier, har
Maximian, keisari hevdi sína háborg og gifti seg við eini dóttir
hansara, sum æt FAUSTA. Hon var systir Theodoru, sjúkmammu hansara.
Í somu atløgu vrakaði hann eirindarleyst, frillu sína MINERVINU, sum hann átti sonin og keisaraevnið CRISPUS við.
Tað gjørdist nú ein hvassur maktkampur millum sjey keisara-evni, so
Konstantin mátti telva millum skiftandi viðhaldsmenn. Hann var fyrst
útnevndur til undirkeisara (cæsar), men longu í árinum 307 kallaði
hann seg av sínum eintingum fremsta keisara (augustus) í
Vestur-Ríkinum. Feðgarnir Maximinanus, verfaðir hansara og Maxentius,
ein svágur hansara gjørdust skjótt politiskir meginfíggindar hjá
Konstantini.
Longu í 310 beindi hann fyri verfaðir sínum, Maximianus, keisara, sum Konstantin helt vera for "ráðaríkan"..
Eftir Diokletians tetrarki-skipan skuldu tað bara vera fýra keisarar,
og tí máttu onkrir lúta. Konstantin dugdi væl at telva við skiftandi
loyaliteti.
Tað avgerandi slagið millum svágrarnar, Maxentius og
Konstantin stóð 28. oktober 312 við Ta vidgitnu Milvisku Brúnna í
Rom, har Konstantin vann ein stóran sigur, og Maxentius doydi..
Tað verður fortalt av kristnum søguskribentum, at Konstantin, sum ikki
sjálvur var kristin, náttina fyri slagið við Brúnna týðuliga skuldi
síggja ein stóran kross á himmalinum yvir Rom, og undir krossinum
skuldi orðarætt standa "In hoc signo vinces" (Undir hesum tekni skalt tú
sigra).
Nú Maxentius var dripin, ráddi Konstantin yvir
meginpartinum av ti vestara Ríkinum, og tí kundi hann venda sær móti
teimum eystaru keisarunum, serliga Licinius, sum annars nærmast hevði
verið passivt í parti vid honum. Hóast Licinius var giftur við
Konstantiu, hálvsystir Konstantin, so eintust hálvsvágrarnir ikki heilt
væl. Men teir royndu eitt slag av sameksistensi.
Stutt eftir
møttust teir í Mediolanum (Milano) og á tí fundinum fekk Konstantin
Licinius at ganga við til at deklamera eitt tolerancu-edikt fyri
allar kristnar bólkar í báðum Ríkispørtunum; hetta var eitt kvett hjá
Konstantini, tí tey kristnu vóru serliga fjølment í tí eystara
Ríkispartinum hjá Licinius. Tolerancu-ediktið frá Milano-fundinum gav
fyri fyrstu ferð kristindóminum eitt blátt stempul, so tey kristnu
ikki noyddust at krógva seg longur og tordu at koma fram í ljósmála.
Men tann politiska semjan vardi ikki leingi. Longu árið 314 fóru
Konstantin og Licinius at stríðast militert. Licinius misti so við og
við landaøkir til Konstantin í ymiskum bardøgum; men ikki fyrr enn í
árinum 324 varð Licinius endiliga yvirvunnin, og nú ráddi Konstantin
einsamallur í øllum Romararíkinum. Tetrarkiið var nú aftur endað sum
eitt monarki.
Tann kristna kirkjan hevur síðani róst, fagnað og
idealiserað Konstantin, sum bjargarin av kristindóminum og sum tann
fyrsta romarska keisaran, sum gav trúarfrælsi til tey kristnu, hóast
hann ikki sjálvur var aktivur kristin.
Sjálvandi er hann tann
fyrsti keisarin, sum legaliserar kristindómin og steðgar allari
forfylging av kristnum fólki, men um tað var av idealistiskum grundum
man vera sera ivasamt. Konstantin var realpolitikari.
Hann hevði tó
avgjørt stóra virðing fyri teimum kristnu, og harafturat var mamma
hansara, HELENA opinlýst trúgvandi kristin.
Eftirtíðin og kristnir søgumenn hava tí givið honum tilnavnið "Tann Mikli".
Hann skipaði í 325 fyri eini verðinskendari synodu í Nikæa, har hann
var hjástaddur og helt eina eggjandi verðsliga inngangsrøðu. Síðani
debatteraðu biskuppar, erkibiskuppar, lærdir teologar, vanligir
diakonar og profanir akolyttar, hvussu kristindómurin skuldi tolkast við
monoteismu, sakramentum og heilagum siðum, hvussu hann skuldi brúkast í
almennum kirkjum og bønhúsum, hvussu tann nýggja almenna trúgvin
skuldi boðast millum heidningar etc.
Eitt mál, sum domineraði á
fundinum var tað teologiska eljustríðið við arianismuna, sum flestu
synodumenn roknaðu fyri eina farliga sekt.
Á synoduni var eisini
tvídráttur um onnur principiell mál, serliga klandraðust menn um
dualismuna millum Gud og Guds son, Jesus, men at enda konkluderaðu teir
og viðtóku, hvussu "grundlógin" fyri tann monoteistiska kristindómin
skuldi vera.
Henda synoda verður enn roknað fyri at vera tann mest basali og avgerandi kirkju-fundur fyri allan kristindómin.
Tað er eingin ivi um, at Konstantin, sum fyri ein stóran part var
"aktivur observatørur" á fundinum, hevur dámt tankan um, at man kundi
sleppa av við ta strævnu polyteismuna, so tað bara skuldi vera ein Gud,
ein Várharra at dyrka og biðja til.
Hann var jú sjálvur
einsamallur keisari, hví skuldi man so hava meira enn ein Gud? -
Politiskt hóskaði konceptið um ein keisara væl saman við einum Várharra,
so Konstantin kundi jú bara fegnast og styðja ta "nýggju trúnna".
í 326 lat Konstantin býin Konstantinopel byggja á toftunum av tí gamla greska býnum Byzans.
Konstantinopel bleiv ein glæsiligur býur, sum teir bestu arkitektar í
Ríkinum sluppu at byggja. Keisarin ætlaði, at hesin býur skuldi blíva
sum ein annar høvudsstaður við næstan sama týdningi sum Rom. Í sjálvum
Rom lat hann byggja ein 25 metrar høgan triumf-boga fyri slagið við Ta
Milvisku Brúnna. Tann bogin stendur enn.
Politiskt var Konstantin
ein kontroversiellur figurur. Eftirtíðin hevur mett, at hann var ein
effektivur og góður administrator. Hann styrkti Romara-Ríkið og skapti
frið við útjaðararnar av Ríkinum.
Tey kristnu kunnu avgjørt eisini
takka honum fyri, at Kristindómurin bara 40 ár seinni undir THEODOSIUS
bleiv statsreligión í Rom og harvið ein verðinsreligión.
Konstantin var effektivur, men hann var eisini kyniskur realpolitikari
og hevði ikki stóra menniskjansliga umsorgan, sjálvt fyri sínum
nærmastu vinum ella familju.
Politiskt bleiv Romararíkið sterkari
undir Konstantin og samstundis skifti tann romarska umstingin politiskt
gear og fór nú at forfylgja heidningum og kettarum í staðin fyri
kristnum
Konstantin doyði hvítusunnudag 337 sum 65(?)* ára gamal;
- á deyðastrá lat hann seg umvenda og doypa. Hann liggur grivin í
Rom, nærhendis síni egnu basilika.
*Fø´lsdagurin 27/2 er søguliga
korrektur; harafturímóti stríðast summir søgumenn framvegis um sjálvt
føðiárið hjá Konstantini.
No comments:
Post a Comment