Sunday, November 20, 2016

ODD HASSEL

Odd Hassel (1897-1981
17. mei: Henda dag, sum eisini er nationaldagur í Norra, var tann kendi norski kemikarin og nobelprísvinnarin ODD HASSEL føddur í tí táverandi Kristiania (nú Oslo) í 1897. Pápi hansara, sum var kendur yvirlækni, doyði, meðan Odd var smádrongur, men einkjan hevði so mikið frægar umstøður, at hon fekk tann vituga sonin í bæði real- og studentaskúla. Odd tók matematiska studentareksamiu 1915 við góðum úrsliti og bleiv sama árið immatrikuleraður við universitetið í Oslo, har hann las matematikk, kemi og fysikk. Hann tók prógv sum cand. scient í 1920.
Hann fór fyrst eina lestrarferð til Frankaríkis og Italien, har hann serliga studeraði teoretiska fysikk og lærdi seg franskt mál, men í 1922 fór hann til München at lesa natúrvitskap við kemi sum høvuðsgrein.
Har arbeiddi hann m.a. við ymsum sløgum av indikatorum, og tað førdi við sær, at hann fór til Berlin, har hann fekk høvi til at studera røntgenkrystallografi, sum tá var eitt heilt nýtt øki í gransking av molekyl-strukturi og aðrari fysiskari kemi.
Laboratoriums-líkindini í Berlin vóru um tað mundið tey mest avanceraðu í verðini, so Odd Hassel fekk optimalar umstøður at arbeiða undir. Í 1924 vardi hann sína doktara-ritgerð í Berlin, har sjálvur nobelprísvinnarin Fritz Haber var ein av opponentunum. Haber var so imponeraður av Hassel, at hann útvegaði honum sum stipendium eitt gratis uppihald í Berlin eitt ár afturat, har hann kundi fordjúpa seg í krystallografi.
Í 1925 kom Hassel heimaftur til Oslo og bleiv alt fyri eitt settur í starv við sítt gamla universitet, fyrst sum stipendiatur, men longu árið eftir sum docentur í kemi.
Hann bleiv professari í fysiskari kemi og elektrokemi 1934. Hann bleiv skjótt verðinskendur granskari í fysiskari kemi. Hann kannaði serliga tann molekyl-strukturin, sum tær sonevndu cyklisku hexan-bindingarnar hava. Cyklohexan-bindingar eru organisk evni, sum hava síni kol-atomir sitandi í einum sekskantaðum ringi.
Hassel vísti á og dokumenteraði, at atomini í hesum molekylum sótu stereometriskt við ymiskum formum.
Tann mest dominerandi formurin bleiv kallaður "stóla-formurin", meðan aðrir vórðu nevndir "bát"- ella "snari" (twist)-formar.
Við drúgvum og tolnum mikroskopi-arbeði fann Hassel út av, at "stóla"-formurin var tann mest stabili molekyl-struktururin í cyklohexan-bindingum. Hann vísti eisini, at tær tvær bindingarnar til hvørt C-atom í ringinum hava ymiskan sterometriskan rættning.
Øll hesi úrslit vóru eitt satt framlop í organiskari kemi og krystallografi.
Hassel skrivaði sjálvandi internationalt kendar lærubøkur í hesum fakinum. Men eftirsum evnið var so avancerað, skrivaði hann sínar fyrstu lærubøkur á týskum., og tær vóru leingi brúktar við universitetini um alt Europa, tí man helt upplagið vera for lítið til, at tað loysti seg at týða tær til onnur mál, og tá dugdu teir flestu kemikarar týskt fakmál, altso kemiska terminologi.
Tá ið Norra varð hersett av Týsklandi í 1940, fór Hassel knappliga at skriva um kemi á norskum. Tað er óvist, um akkurát tað hevur provokerað Quisling og National Samling, fyri ikki at tosa um allar teir norsku nazi-akademikararnar, sum ráddu á universitetinum í Oslo undir krígnum, men rættiliga stutt eftir var Hassel tikin og settur í kz-leguna Grini, har hann var líka til 1944, uttan at Gestapo kundi leggja hann undir nakran form fyri mótstøðu móti Quislingi. Hassel var alt foir upptikin av síni gransking til, at hann yvirhøvur hugsaði um politikk. Hann var nærmast apolitiskur og ikki sørt av einum serlingi, sum búði heima hjá mammu síni, til hann var 35 ár. Hann bleiv forrestin heldur ongantíð giftur og var allarhelst bara "forlovaður" við sínum kæra laboratorium, har hann stórtreivst meginpartin av samdøgrinum.
Hann var fyltur 73 ár, tá ið hann í 1969 sum tann allarfyrsti norðmaðurin fekk nobelprísin í kemi.
Hann var limur av "Det norske videnskabs akademi"; - hann fekk nógvar norskar heiðurslønir og bleiv riddari av Sankta Ólavs-ordan.
Hann var eisini kosin heiðursdoktari við universitetini í Kjøpinhavn og Stockholm.
Hann doyði í 1981 og var tá 83 ára gamal.

No comments:

Post a Comment