Sunday, November 20, 2016

Tann feika MATTEOTTI-LIKVIDERINGIN

Giacomo Matteotto (1885-1924)
Tann feika MATTEOTTI-LIKVIDERINGIN
Avgjørt andstyggiligasta POLITISKA MORðIð í 20. øld
22. mei: Henda dag í 1885 var martyrurin, juristurin, javnaðarmaðurin og agitatorurin GIACOMO MATTEOTTI føddur í tí italienska býnum Fratta Polesine, sum liggur slakar 60 km sunnanfyri tann kenda antikka býin Padova.
Pápi Giacomo var norðuritalienskur koparsmiður, sum var flyttur til tann industrielt ríka landspartin Emilia Romagna, har hann var blivin sera múgvandi maður.
Tann ambitiøsi koparsmiðurin fekk tí bæði ráð og umstøður til at senda sonin, tann intelligenta Giacomo á studentaskúla og seinni til verðins elsta universitet í tí dynamiska býnum Bologna, har Giacomo bleiv juristur í 1907.
Bologna er høvuðsstað ur í Emilia Romagna, har livifóturin var og enn er ein tann hægsti í øllum Italien.
Longu meðan hann las jura, gjørdist Giacomo, sum annars kom frá tí vælstillaða borgaraskapinum, eldhugaður limur í tí socialistiska flokkinum Partito Socialista Italiano, PSI, og hann agiteraði dúgliga fyri socialum og fíggjarligum rættvísi, pacifismu og andøvdi hartil harðliga móti øllum politiskum yvirgangi.
Hann fryktaði fyri, at Italien fór at luttaka í einum evt. komandi kríggi millum tey européisku stórveldini.
Hann bleiv fyrstu ferð valdur til Tað italienska Parlamentið í 1919, og har bleiv hann skjótt kendur sum ein framúrskarandi talari og klókur agitator móti øllum órætti. Hann dugdi serliga væl at gera gjøldur burtur úr Partito Nazionale Fascista (PNF), tí ovur-nationala fascistaflokkinum hjá Benito Mussolini, og Matteotti var ein av teimum fáu, sum tordu at gera tað.
Við sínum frálíku oratorisku gávum avdúkaði hann teir nationalistisku fascistarnar sum politisk bølmenni. Hann vísti ferð eftir ferð á teirra ódemokratisku framferð, politisku intrigur, parlamentariska svindul, og hann ironiseraði um teirra yvireksponeraðu nationalismu og brutala yvirgang móti politiskum andstøðufólki.
Allir parlamentslimir vistu, at Mussolini ikki kundi torga Matteotti og beinleiðis ræddist tær sarkastisku røðurnar hjá honum.
Í 1921 sendi Matteotti eina lítla pamflet (eitt upplýsandi og skuldsetandi skriv) út í øllum Italien. Skrivið æt "Inchiesta socialista sulle gesta dei fascisti in Italia" ( Socialistisk kanning av atburði fascistanna í Italien), og í hesum skrivi dokumenterar Matteotti, hvussu fascistar brúka svindul, ekstrema nationalismu, karráan yvirgang og aðrar brutalar gangstara-metodur fyri at fremja sín politiska vilja.
Men innanhýsis í sjálvum socialistaflokkinum var mikil tvídráttur, og Giacomo dámdi ikki ta revolutioneru ella kommunistisku kósina, sum fleiri fanatiskir oddamenn í tí socialistiska flokkinum agiteraðu fyri. Hann royndi at sissa sínar partamenn og argumenteraði móti teirra ódemokratiska sinnalagi, men tá ið teir ikki vildu lurta eftir honum og løgdu hann undir revisionismu og "evolutionera" tankagongd, meldaði hann seg saman við nógvum samhugaðum út úr tí socialistiska ella semi-kommunistiska PSI og stovnaði í 1922 javnaðarflokkin Partito Socialista Unitario, PSU, sum var ein reint socialdemokratiskur flokkur.
Matteotti bleiv sama árið valdur til aðalskrivara í javnaðar-flokkinum, PSU.
Tann nýstovnaði javnaðar-flokkurin við Matteotti á odda vildi pluralismu og parlamentarismu, og teir vildu ikki vita av, at man skuldi innføra eitt proletariskt diktatur í Italien eftir sovjettiskum mynstri .
Matteotti var demokratur og ideologiskur javnaðarmadur, sum kompromisleyst viðurkendi tað demokratiska meirilutastýrið.
Hetta førdi til beiskt stríð og slítandi debattir millum teir vinstravendu flokkarnar, sum heldur skuldu havt brúkt sítt lóður móti teimum høgravendu fylkingunum, ikki minst teimum framstormandi fascistunum hjá Mussolini.
Tað ideologiska stríðið millum teir socialistisku flokkarnar kundi, sum frá leið, bara gagna Mussolini og hansara lívsfarligu svart-uniformeraðu eltiblødrum.
Tann politiska støðan í Italien var blivin heilt kaotisk aftaná Tað Fyrsta Verðinskríggið. Samstundis var Mussolini blivin ein av teimum leiðandi politikarunum í parlamentinum, og hann kravdi meira og meira parlamentariskt vald, samstundis sum hansara hálvmilitantu gøtu-brigadur intimideraðu socialistiskar veljarar, saboteraðu fakfeløgini við at steðga streikum og upploystu arbeiðsmanna-fylkingar við beinleiðis gøtubardaga.
Tann 26. oktober 1922 fóru millum tretivu og fjøruti túsund stálsettir fascistar frá Norður-Italien eina ógvisliga kravgongu móti Rom, allir uniformeraðir í kolsvørtum koti - teir kallaðu seg "svartskjúrtur" - og kravdu politiskt vald til Mussolini og PNP. Urslitið bleiv, at tann nervøsi kongurin Victor Emmanuel, sum ræddist borgarakríggj, útnevndi føraran (Il duce) Mussolini til statsministara og leiðara av eini samgongustjórn.
Teir vinstravendu flokkarnir í parlamentinum royndu eftir førimuni at skerja Mussolini, men nógvir politikarar ræddust fascistarnar og vóru næstan maktaleysir, tí teir høvdu einki praktiskt vald uttanfyri Tingið, har gøtu-herarnir hjá Mussolini terroriseraðu hampafólk í næstan øllum býum til at tiga ella lata sær lynda.
Nógvir politistar og næstan alt militerið sympatiseraði rættiliga opinlýst við Mussolini, so teir valdu sær rolluna sum áskoðarar heldur enn at verja sakleysar borgarar móti yvirgangi.
Men ein tinglimur bæði tordi og vildi herja móti Mussolini og hansara terroristum; - tað var Giacomo Matteotti. Hann helt eitt ótal av eggjandi agitations-røðum móti fascistunum og bleiv ótroyttiliga við at dokumentera teirra terror í øllum landinum. Mussolini var rasandi, og fascistarnir royndu at køva Matteotti við ýlum og larmi, men tað eydnaðist teimum ikki.
Tá ið Mussolini hevði sitið eitt ár við róðrið, gav Matteotti eina bók út um "tað politiska ræðsluárið" frá heysti 1922 til árslok 1923. Bókin, sum kom um várið 1924 æt "Fascisman úrlatin - eitt ár við fascistiskum ræði". Bókin vakti stóran ans um alt Europa, og fekk heldur ikki sørt av ávirkan í sjálvum Italien, har nógvir borgarar slett ikki vistu um allan brutalitetin hjá teimum nationalistisku "svartskjúrtunum".
Í hesum politiska klima brynjaðu andstøðumenn hjá Mussolini seg í Parlamentinum við Matteotti á odda og herjaðu næstan dagliga á fascistarnar við kravi um, at terrorisman mátti steðgast, og allir italienskir borgarar skuldu fáa síni demokratisku mannarættindi aftur.
Matteotti kravdi eisini, at tær nationalistisku banda-fylkingarnar hjá Mussolini skuldu hvørva frá gøtum og plássum í øllum býum, tí bandittarnir stygdu sakleysar borgarar.
Sína allarsídstu flammandi agitatións-røðu helt Matteotti í Parlamentinum tann 30. mei 1924, og har argumenteraði hann ikki við mýkindum, men ramsaði næstan allar syndirnar hjá fascistunum upp, líka frá norðastu Alpunum til sunnasta Calabrien.
Hóast tað var um ein politiskan sorgarleik, gjørdi hann tað ironiskt og elegant, so tað gjørdist næstan tragikomiskt, og nógvir parlamentslimir fagnaðu honum standandi við hvøllum lógvabresti.
Fascistarnir, og ikki minst Mussolini sjálvur, blivu desperatir av illsinni og leikaðu í frá áhoyraraplássunum, men einki hjálpti teimum.
Matteotti fekk sín upplýsandi og avdúkandi boðskap út til alla verðina.
Tann 10. juni 1924, altso bara ellivu dagar seinni, kom tann ússaliga og feika hevndin:
Á opnari gøtu í Rom var Matteotti kidnappaður inn í ein bil, og hóast hann vardi seg manniliga, varð hann myrdur, stungin til deyða við eini fíl, sum níðingarnir trýstu inn í bróstkassan á teirra mótstøðu-.. manni. Líkið varð ikki funnið fyrr enn tveir mánaðir seinni, 20 km norðan fyri Rom.
Seks mans vórðu handtiknir fyri níðingsgerðina, og tríggir fingu dóm, men bara tveir mánaðar seinni fingu teir allir grið og náði frá tí veika konginum, sum framvegis firnaðist borgarakríggj.
Tað bleiv ongantíð prógvað, at Mussolini stóð aftanfyri drápið, men hann kundi ikki og royndi heldur ikki at skulka sær undan síni moralsku ábyrgd..
Tað fúla politiska morðið á Matteotti skakaði alt Europa, og tað fekk taktiskar avleiðingar í øllum javnadarflokkum.
Matteotti hevur allarhelst gruna, hvat fór at henda vid sær, tí hann málbar seg rættiliga fatalt í síni síð rødu:
"Drepið meg, hvis tit vilja, men tit drepa aldrin mínar hugsjónir. Teir liva víðari!"stu
Áðrenn Annað Verðinskríggj var morðið á Matteotti nógvar ferðir meira umrøtt enn morðini á John Kennedy og Luther King í okkara tíð.
Serliga javnaðarflokkarnir í Norðureuropa vóru skelkaðir av tí beisku lagnuni hjá Matteotti, og hansara tankar um evolutionera socialismu komu at ávirka teir flestu socialdemokratisku flokkarnar, sum løgdu breiðan sjógv til fascistar, radikalar socialistar og kommunistar, sum droymdu um revolutión, nationalismu og diktatur.
Javnaðarmenn pointeraðu hvassliga, at teir vóru socialir demokratar!
Í 1933 stovnaðu socialdemokratar í Norðanlondum eina "Matteotti-nevnd" (komité), sum skuldi hjálpa javnaðarfólki, sum noyddust at flýggja av politiskum ávum.
Eftir Annað Verðinskríggj vórðu nakrir av teimum eftirlivandi níðingunum aftur tiknir, og tríggir av teimum fingu fongsul fyri lívið.
Tá ið eg var smádrongur plagdu Petur Mohr Dam, Palli Henriksen, Heðin Brú, pápi mín og nógvir aðrir javnaðarmenn ofta at tosa um partamannin Giacomo Matteotti, sum avgjørt var teirra stóra politiska fyrimynd. Teir roknadu hann fyri ein av teimum mest hugdjørvu undangongumonnunum í allari tí européisku javnaðarrørsluni. Matteotti vísti týðuliga á, at øll nationalisma bara er tað allarsíðsta stigið áðrenn fascismuna.
Tað lysti meg at vita, hvussu nógv javnaðarfólk í dag hava Giacomo Matteotti sum ideal ella idol. Tað hevði søguliga klætt teimum, tí vit høvdu ógvuliga nógvar Mussolini-beundrarar, bæði í Føroyum, Norra og Íslandi, meðan Benito bæði Í Svøríki og Danmark mest varð mettur sum ein komisk, um enn lívsfarlig rukka.
Giacomo Matteotti hvílir í einum prýðiligum gravstaði í heimbýnum Fratta Polesine.

No comments:

Post a Comment