Sunday, November 20, 2016

WALTHER HERMANN NERNST

Walter Hermann Nernst (1864-1941)
25. juni: Henda dag í 1864 var tann viðgitni kemikarin WALTHER HERMANN NERNST føddur í Briesen í landspartinum Preussen. Briesen liggur í dag í Polen og hevur skift navn til Wabrzezno..
Walther gekk í skúla í býnum Graudenz, har pápi hansara var dómari.
Dronguirn var óvanliga hegningur og hevði ótrúliga gott handalag fyri mekanikki, líka frá frá óvitaárum.
Harumframt var hann teoretiskt hugtikin av bæði fysikk og kemi.
Hann fór av sínum eintingum heilt til Zürich í Schweiz at ganga í studentarskúla, har hann fekk framúrskarandi natúrvitskapligar lærarar.
Haðani fór hann á universitet í Berlin og Würzburg, har hann longu í 1887 fekk sítt doktaraheiti í kemi. Tvey ár seinni í 1889 fekk hann endaligt prógv í kemi við universitetið í Leipzig.
Longu í síni lestrartíð var hann hugfangaður av tankunum hjá Ludwig Boltzmann, og teir arbeiddu og skrivaðu javnliga saman.
Nernst arbeiddi eina stutta tíð í Leipzig sum granskari og undirvísari, men fór so til Gøttingen, har hann stovnaði deildina "Institut für physikalische Chemie und Electrokemi".
Hann gjørdi fleiri kend uppfinnilsir og konstrueraði fleiri amboð, bæði til industrielt - og gerandisbrúk,- eisini til laboratoriums-arbeiði.
Hann var ein av pionerunum í tí "nýggja" fakinum, man kallaði "fysiska kemi" og hann eksperimenteraði nógv við elektrokemi, har hann gjørdi nógv og slóðrótandi praktiskt og teoretiskt granskingararbeiði.
Tey patent, hann fekk fyri síni mongu uppfinnilsir, gjørdu, at hann tíðliga bleiv fíggjarliga óheftur og rættiliga ríkur maður.
Hann er eisini longu um aldarskiftið 1899/1900 ein av teimum allarfyrstu, sum ávara móti globalari upphiting, tí hann helt, at tann stóra avbrenningin av koli, mátti fáa eina temperatur-effekt í atmosfæruni., sum frá leið. Tá vóru rættiliga fá, sum lurtaðu eftir hansara profetium. Hann var eisini tann fyrsti, sum longu umleið 1920 skrivaði um atomarar ketu-reaktiónir, sum ikki blivu dokumenteraðar fyrr enn næstan tjúgu ár seinni.
Í elektrokemi er hann m.a. annað kendur fyri Nernst-líkningina, sum eksakt fastleggur sambandið millum tað elektriska potentialið, sum ein elektroda hevur og so koncentratiónina av teimum kemisku reaktantum, sum finnast í einum galvaniskum elementi.
Hann arbeiddi eisini nógv við fotokemi og fastevnis-kemi.
Hann kannaði sambandið millum osmotiskt trýst og elektrokemi.
Í 1905 framsetti hann ta sensationellu teori, sum hann er vitskapliga allarmest kendur fyri. Tað er hansara genialu analysur og matematisku berokningar av kemiskum affiniteti. Henda teori bleiv fyrst kallað "Setningurin hjá Nernst". Hon beskrivar, hvussu massi ber seg at, tá ið man nærkast tí absolutta null-punktinum, altso minus 273 gradum.
Hesin setningur hevur fingið so stóran týdning í varmalæru, at hann ofta verður nevndur "Tann triðja termodynamiska lógin". Fyri tað bragdið fekk Walther Nernst nobelprísin í kemi í 1920.
Nernst var ein av høvuðsmonnunum aftanfyri ta fyrstu Solvay-klonfernecuna í 1914 í Bruxelles. Tað sigst, at hann eftir tann fundin arbeiddi miðvíst fyri at útvega Albert Einstein ein lærustól við Humboldt universitetið í Berlin, og tað. lukkaðist!
Nernst hevð tveir synir, sum báðir doyðu sum aktivir soldatar undir Tí fyrsta Verðinskrígnum. Nernst, sum hevði verið rættiliga týskt-nationalur, áðrenn Kríggið, gjørdist eftir tað næstan pacifistur, líka sum vinmaðurin, Einstein.
Teir vóru sera góðir vinir og hittust ofta bæði til vitskapligar og privatar fundir. i
Nernst vendi sær í tretivunum harðliga móti Adolf Hitler, og tríggjar døtur hjá honum blivu giftar við jødiskum monnum. Nernst misti í 1933 rættin til at arbeiða sum vitskapsmaduri, tí hann vildi ikki lúta fyri nazistiskum krøvum, sum vildu skerja hansara akademisku rættindi og binda hann til uppgávur, sum høvdu aggressiv militerpolitisk endamál.
Nernst doyði í 1941 og er grivin í Gøttingen, nærhendis natúrvitskapligum risum, sum Max Planck og Otto Hahn.

No comments:

Post a Comment